Kyndil-VÍF 24-24 (13-10)
Tað mundi vera við vónum um ein sera javnan, spennandi og rokmiklan dyst, at mongu áskoðararnir leitaðu sær niðan á Nabb hóskvøldið. Seinna hálvfinalan millum Kyndil og VÍF var á skránni, og mett eftir teimum fýra dystinum, sum liðini higartil í ár høvdu leikt móti hvørjum øðrum, vóru góð útlit fyri 60 sera undirhaldandi minuttum.
Sum nevnt, var hetta fimta ferðin, at liðini skuldu bresta saman, og ongantíð hevði munurin verið størri enn tvey mál, tá avtornaði.
Fyrru hálvfinaluna vann Kyndil við einum málið, 25-24, so hjá VÍF var tvingandi neyðugt at vinna, um teir skuldu gera sær vónir um nakran finaludyst móti Neistanum, sum vann sær annað sætið mikukvøldið.
Havnarmenn svóvu
At byrja við tóktist tað eisini soleiðis, at vestmenningar vóru nakað grammari enn havnarmenn, og meðan bert Hans Áki tóktist vera vakin fyrstu 10 minuttirnar, kundu vestmenningar vinna sær eina trý mála leiðslu.
Havnarmenninir raknaðu tó við, og við sera góðum verjuspæli og skynsamum álopsspæli, megnaðu teir at skjota fimm mál á rað, áðrenn útiliðið svaraði aftur.
Serliga kundu Regin og Hans Áki hóreiggja sær úti í vinstra borðið, við tað at Johnny og Agnar als ikki høvdu tamarhald á teimum.
Eftir eitt time-out, fingu vestmenningar tó spælið at hanga so nøkunlunda saman aftur, men tað var kortini Kyndil, sum hevði munin restina av hálvleikinum, og fóru teir tískil til hálvleiks við eini trý mála leiðslu.
Hildið skinnið á nøsini
Henda vardi tó ikki leingi, tí seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum fyrri. Kyndilsliðið var als ikki komið upp í snúningar, áðrenn vestmenningarnir høvdu fanga teir aftur, men eftir hetta gekk sera, sera javnt á.
Kyndilsliðið helt tó skinnið á nøsini, og hóast vestmenningar fleiri ferð komu upp á javnt, eyndaðist tað teimum ongantíð at koma fram um kyndilsmenn.
Hinvegin megnaði heimaliðið heldur ongantíð at slíta seg leysan frá vestmenningum. Fleiri ferð vóru teir í yvirtal, men kortini megnaðu vestmenningarnir alla tíðina at svara aftur í málskjótingini.
Sum ikki einaferð var tað Sámal, sum syrgdi fyri flestu málunum, tá hann úr hálva tirðja metra hædd sveiggjaði arminum nakrar ferðir.
Móti endanum hevði Kyndil tó fleiri møguleikar at vinna sær eina avgerandi leiðslu, men í tveimum førum bjargaði Bárður, tá brotskast varð dømt. Tað seinnu ferðina vóru vestmenningar bert fimm á vøllinum, tí bæði Sámal og Ingi høvdu fingið tveir fingrar frá dómaraparinum.
Kyndil megnaði tó einki at fáa burtur úr hesum, men onkursvegna lá betri fyri, tá teir báðir høvdu sitið dómin av sær.
Við tveimum málum frá Jacob Jónssyni eydnaðist tað teimum nú at koma á 24-22, og við tveimum minuttum eftir, var líkt til at dysturin nú var avgjørdur.
Vestmenningar megnaðu tó enn einaferð at koma upp á javnt, men seinasta málið var skotið, tá bert fá sekund vóru eftir at leika, og tá vóru áskoðararnir hjá heimaliðnum langt síðani farnir undir at syngja sigurssangir.
Sterkir í álopspartinum
Kyndil sýndi við spælinum hóskvøldið, at teir so avgjørt kunnu taka stig frá øllum liðunum í deildini, hóast teir skulu vera meira enn hepnir, um teir skulu fanga oddaliðini í landskappingini aftur.
Í verjuni stóðu teir eins væl, og teir vanliga gera, men tað var serliga í álopsspælinum, at dysturin var vunnin hesu ferðina. So at siga hvørja ferð, farið varð í álop, var tað við stórum umhugsni at bólturin varð tveittur millum leikararnar.
Var møguleiki fyri einum skjótum kontraálopi, varð eisini spælt hareftir, og um ikki, so góvu leikararnir sær stundir til at spæla álopið ígjøgnum, soleiðis at alt ikki skuldi gerast ov fjáltursstungið.
Vestmenningarnir leiktu tó als ikki nakran vánaligan dyst, men hetta skuldi bara ikki verða teirra dagur. Styrkin hjá liðnum er fyrst og fremst í verjupartinum, men kontanta verjuspælið kostar ofta sera nógvir kreftir, tí leikararnir stóran part av tíðini skulu leika við einum manni færri á vøllinum.
Harumframt hava málverjarnir hjá vestmenningum tann eginleika, at teir taka eina rúgvu av brotskøstum. Seinasta vikuskifti var tað Tjaldur, sum kendi sviðan av hesum, og hóskvøldið mundi Kyndil brent seg eins illa, men alt í alt gjørdust vestmenningar tó ov stuttir.
Vestmenningar hava tó onga orsøk at falla í fátt, tí enn eru teir á odda í landskappingini hjá monnum. Sum so hava teir heldur ikki stundir at hanga við høvdinum, tí longu sunnudagin verður aftur stórdystur á skránni, tá StÍF kemur á vitjan í Vestmanna.
Kyndil kann hinvegin byrja at hugsa um, hvussu teir skulu fáa bilbukt við Neistanum, sum higartil hevur liðið omaná, tá liðini bæði hava dystast.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Uni Wardum 6 (2), Regin Petersen 5, Hans Áki Dahl Christiansen 4, Jacob Jónsson 3, Janus Einar Sørensen 3, Rúni Poulsen 2, Leivur Holm 1
VÍF:
Sámal Joensen 8 (1), Johnny Joensen 6, Ingi Olsen 5 (2), Martin Hummeland 2, Ragnar Zachariasen 1, Harald Bjørgvin 1, Petur Fr. Joensen 2
Brotskøst:
Kyndil 5, VÍF 4
Útvísingar:
Kyndil: 3, VÍF 8
Dómarar úr Neistanum/StÍF
Hjalmar Petersen og Pole Hansen










