Hann var bara 14 ára gamalur, táið hann fyrstu ferð fór inn í tær slavnu og myrku kolaminurnar í Hvalba at arbeiða.
Tað var í 1949. Og nú, vit skriva 2000, er hann framvegis álitið í kolinum.
Sostatt hevur Helgir Thomsen nú verið kolamaður í Hvalba í yvir 50 ár.
Og fyri hesa trúgvu tænastuna, fekk hann leygardagin ?Den kongelige belønningsmedalja? frá drotningini.
Tað var bygdaráðsformaðurin í Hvalba, Levi Niclasen, sum, vegna drotningina, handaði honum medaljuna á eini lítlari, men avbera hugnaligari samkomu heima hjá Helgiri sjálvum, har arbeiðsfelagir í kolinum, umboð fyri arbeiðsmannafelagið Roynd, og næstringar hittust at heiðra hann hesa hátíðarløtuna.
Bygdaráðsformaðurin segði, at í 1949 vóru tíðirnar so, at tað var at sleppa sær úr skúlanum sum skótast, helst sama dag. sum ein fylti 14 ár. Men í Hvalba var lítið annað í at velja, uttan at fara í kolið, ella at fara til skips.
?Sjómenninir forvunnu kanska eitt sindur meiri enn kolamenninir. Men viðskeri er við øllum, tí sjómenn mistu nógv av sínum heimalívi.
Levi arbeiddi sjálvur saman við Helgir í kolinum eina tíð. Og hann helt, at øll kundu taka undir við sær í, at Helgir hevði verið ómetaliga trúgvur og álítandi.
Altíð gingið á odda
Elmar Skaalum, sum er næstformaður í Arbeiðsmannafelagnum Roynd, og gamal starvsfelagið hjá Helgir, segði, at ongin kundi vera í iva um, at hann hevði hendan heiðurin fult uppibornan.
?Tað sigst, at maður kemur í mans stað. Og tað kann vera, at vit fáa ein líka góðan mann aftur í koli, sum Helgir hevur verið. ? Men at vit faá betri mann, tað trúgvi eg onki uppá.
Hann segði, at hann hevði altíð verið undangongumaður í kolinum.
? Tú hoyrdi hann aldrin ilskast, tá ið tað gekk illa í hond. Komu vit í banka, flenti hann bara og segði, at hetta kunnu vit onki gera við, vit mugu bara royna at koma víðari.
Altíð trúð uppá kolið
Sjálvur sigur Helgir, at hann hevur altíð trúð uppá koladriftina.
Og honum hevur eisini altíð dámt væl í kolinum.
So hóast hann onkuntíð hevur verið burturfrá nakrar mánaðir í øðrum arbeið, hevur ann altíð malið aftur á kolið.
Men nú er kolagrevsturin í Hvalba bara ein viðfáningur av tí, sum tað onkuntíð hevur verið.
Tað einu tíðina høgdu teir 15.000 tons av koli um árið í Hvalba og tá vóru vit einir 250 mans til arbeiðs í minunum.
? Tá arbeiddu vit í átta minum og tað vóru um 20 mans í hvørjari minu, fleiri í summum og færri í øðrum.
Nú eru teir ikki fleiri enn fýra mans eftir í kolinum og teir høgga ikki meiri enn eini 200-250 tons um árið.
Helgir Thomsen sigur, at hann heldur, at tað hevur gott at arbeiða í kolinum, tó at tað er ómetaliga strævið viðhvørt.
Men eitt tað ringasta er, at viðhvørt er luftin so ring, at mann maktast burtur beinanvegin. Tá verður tað eisini ómetaliga kvali í minunum, sigur Helgir Thomsen.
? Men sjálvsagt eru eisini góðar og hugnaligar løtur í kolnium.
Og eitt, sum honum hevur dámt, er, at tað hevur eitt ógvuliga frítt arbeiðspláss, tí tað hevur altíð borið til farið frá viðhvørt.