VB-Neistin 19-16 (11-6)
Setningurin hjá Vágsgentum var púra greiður undan dystinum sunnudagin. Neistin hevði vunnið fyrru hálvfinaluna millum liðini bæði, og tá mátti hesin dysturin vinnast, um VB skuldi tryggja sær finalusessin.
Hetta var triðja vikuskifti í slag, at liðini bæði hittust, og hóast Neistin hevði munin í teimum báðum undanfarnu dystunum, so hevði talan verið um tveir javnar og spennandi dystir, so Vágsgenturnar høvdu als ikki mist vónina um at basa neistagentunum.
Kanska hevði tað eisini nakað at siga, at hetta helst var seinasta møguleiki hjá VB at tryggja sær heiðursmerki av nøkrum slag.
Í landskappingini hava tær verið partur í fleiri sera jøvnum dystum, men so at siga hvørja ferð hava tær verið við undirlutan, og tað hevur so borið við sær, at gloppið upp til hini liðini er vorðið ov stórt.
Løgdu nógv fyri
Tá dysturin byrjaði, legði heimliðið fyri sum eitt óløgið. Fyrstu 20 minuttirnar fekk útiliðið bert eitt mál, og líkt var til, at talan skuldi gerast um ein rættuligan bank.
Dennis Holm, liðleiðari hjá VB, segði eftir dystin, at tað serliga var í verjupartinum, at grundarlagið fyri sigrinum varð lagt. Tað eydnaðist leikarunum sera væl at taka vengurnar hjá Neistanum úr spælinum, so alt meir ella minni varð trunkað saman á miðjuni.
Neistin kom tó nakað við aftur seinasta partin av hálvleikinum, men við eini fimm máls leiðslu í hálvleikinum, mundu flestu viðhaldsfólkini halda, at nú stóð væl til.
Góvu ikki upp
Neistakvinnurnar góvu tó ongantíð skarvin yvir, og í seinna hálvleiki royndu tær at stríða seg inn aftur á VB liðið.
Hetta var eisini nær við at eydnast, og so hvørt sum neistakvinnurnar komu nærri, gjørdust VB leikararnir alt meira fjáltursstungnar.
Nærri enn 13-15 komu havnargenturnar tó ongantíð, og brádliga fekk VB aftur spælið at koyra. Tvey máls leiðslan varð varveitt restina av dystinum, og sjálvsagt var frøin stór, tá dómaraparið blásti dystin av.
Hava hagtølini við sær
Sum vera man, so vóru VB genturnar ovurfegnar, tá dysturin var liðugur. Sigurin og finaluplássið hava við sær, at tær í hvussu so er fáa okkurt slag av metallið burtur úr kappingarárinum.
Ikki minst sálarliga man tað kennist sum ein lætti, nú tær endiliga vunnu ein teimum mongu jøvnu dystunum, sum tær hava verið partur av í kappingarárinum.
Bæði móti Kyndli, VÍF og Neistanum hava dystir teirra verið sera javnir, men ongantíð hevur tað eydnast teimum at fáa bæði stigini við til hús.
Neistaliðið má sostatt annað árið á rað hyggja at, tá steypafinalurnar verða avgreiddar, og hetta er als ikki nakað, sum tær eru vanar við.
VB skal hin vegin leika finaluna komandi leygardag. Hvussu tann dysturin fer at enda er sjálvsagt ilt at siga, men mótstøðuliðið í tí dystinum, Kyndil, tykist vera sera væl fyri í løtuni. VB hevur tó hagtølini við sær, tí seinast tær vóru í finaluni, í 1993, fingu tær steypið við sær suður, meðan Kyndil hinvegin ikki hevur fingið so nógv burtur úr teimum fimm finaludystunum, sum tær hava leikt í nítiárunum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Regina Rádó 8, Rannvá Augustinussen 4, Sólrun Krosslá 3 (2), Gurið Mortensen 1, Arnleyð Krosslá 1, Kristina Holm 1
Neistin: Katrin á Neystabø 5 (3), Ileana Manolescu 4, Birita Wardum 3, Mildrid Jacobsen 2, Marjun Jógvansdóttir 1, Inga Danberg 1
Brotskøst:
VB: 5, Neistin 3
Útvísingar:
VB 3, Neistin 3
Dómarar úr Kyndil:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen