Tepur ósigur í linligum dysti

Í ársins fyrsta landsdysti máttu føroyingar taka til takkar við einum teprum ósigri, tá A-landslið okkara leikti móti finska landsliðnum. Talan var tó ikki um sterkastu manning hjá báðum liðunum, og m.a. varð Todi Jónsson noyddur at sita uttan fyri allar 90 minuttirnar

Í fagrasta veðrið fóru føroysku landsliðsleikararnir á vøllin í La Manga í Spania. Flestum kunnugt stóð fyrsti landsdysturin á árinum á skránni.

Dysturin móti Finnlandi er samstundis fyrsti dysturin hjá føroysku leikarunum í nýstovnaðu norðurlendsku kappingini.

Framman undan var greitt, at hóast talan var um eina millumlanda kapping, so vóru langt í frá øll londini, sum tóku uppgávuna í líka stórum álvara.

Flestu londini gjørdu framman undan av, at stóru stjørnurnar, sum leika við ymsum útlendskum feløgum, ikki skuldu vera við á hesum túri, og tískil sluppu føroyingar undan at hitta m.a. Jari Litmanen og Sami Hyppia, sum leika við somikið kendum feløgum sum Barcelona og Liverpool.


Uttan Toda

Føroyska liðið, sum í gjár fór á vøllin var mannað við hesum leikarum: Jens Martin Knudsen, Henning Jarnskor, Johannus Joensen, Jan Dam, Jens Kristian Hansen (liðf.), Heðin á Lakjuni, Sámal Joensen, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Jákup á Borg og Kurt Mørkøre .

Tað, sum serliga var merkisvert við hesi byrjunaruppstilling, var at somikið sterkir leikarar sum Allan Mørkøre og Uni Arge sótu á beinkinum. Eisini sótu Todi Jónsson og Óli Johannesen uttanfyri, men hetta komst av, at báðir høvdu skaða, og tískil ikki vóru førir fyri at spæla

Sum tað skiltist á útvarpsmanninum úr Spania, byrjaði dysturin heldur varisliga. Stórar møguleikar var ikki talan um, tó at finnar ta einu ferðina vóru í so naskir, men bólturin endaði við síðuna av málinum.

Serliga frá føroyskari síðu var byrjanin varlig, og líkt var kanska eisini til, at hetta var í tráð við spæliætlanina hjá føroyska liðnum. Sostatt skuldu ganga einir 35 minuttir, áðrenn føroyingar høvdu fyrstu royndina á finska málið, tá Fróði Benjaminsen royndi seg við einum skotið, sum tó ikki órógvaði finska málverjan nakað serligt.

Tað var nú heldur ikki væntandi, at føroyingar skuldu verða spælstýrandi í hesum dysti.

Hjá flestu leikarunum er tað soleiðis, at dystarvenjingin seinastu tíðina hevur verið lítil og eingin.

Sjálvsagt hava teir vant nakað sjálvir, men hetta hevur fyri tað mesta verið renning, og hóast tað sjálvandi bøtir um spælið, at menninir orka at renna, kann hetta als ikki sammetast við venjingarstøðuna, sum leikararnir eru í, tá dystir verða leiktir hvørt vikuskifti.

Sama var sjálvsagt galdandi fyri flestu av finsku leikarunum, men kortini mundu føroyingar vera betri nøgdir, tá farið varð til hálvleiks, og tað framvegis stóð á jøvnum.


Stongin var fyri

Flestu høvdu helst væntað, at venjarin gór at gera fleiri útskiftingar í hálvleikinum, og so var eisini.

Útskiftingarnar vóru tó kanska ikki júst tær, sum føroyingarnir her heima, tí framhaldandi var Todi Jónsson hildin á beinkinum. Allan Mørkøre kom tó vøllin fyri Johannus Joensen, eins og Sunnvard Joensen kom inn fyri lærumeistaran, Jens Martin Knudsen.

Føroyska spælið broyttist tó ikki tað stóra av hesum, men brádliga var tað um reppið, at okkara menn tóku leiðlsluna.

Tá níggju minuttir vóru leiktir, fingu føroyingar innkast á finsku hálvuni.

Bólturin varð longdur inn í finska brotsteigin, og við eini knappari vending fekk Jákup á Borg skot á bóltin, men tíverri brast skotið á stongina og út aftur í spælið.

Nú veit eg ikki, um føroyingar gjørdust ov djarvir í framrættaða spælinum, men í øllum førum gekk galið fáar minuttir eftir vandamiklu føroysku royndina.

Hetta hendi tá finnlendingar fingu møguleikan at spæla seg ígjøgnum í vinstru síðu, og tá bólturin varð beindur inn í føroyska brotsteigin, var Anti Sumiala á rætta staðnum, og sendi hann bóltin dygst úti við stongina uttan møguleika hjá Sunnvardi at verja fyri.


Skifti meira

Tá á leið ein tími var leiktur av dystinum, framdi Allan Simonsen aftur tvær útskiftingar, og var tað hesu ferð Uni Arge og Øssur Hansen, sum komu á vøllin fyri ávíkavist Kurt Mørkøre og Heðin á Lakjuni.

Løtu seinni varð Rógvi Jacobsen sendir á vøllin fyri Jákup á Borg.

Einki er at siga til, at nógvar útskiftingar verða framdar í slíkum dysti.

Dystirnir eru jú fyrst og fremst ætlaðir til venjingar, og tískil er sjálvsagt, at fleiri leikarar skulu hava møguleika í slíkum dysti.

Tó er tað ofta soleiðis at hesar útskiftingar órógva spælið hjá liðunum rættuliga nógv, við tað at rútman í spælinum verður brotin.


Reytt kort!

Tá eitt korter var eftir at spæla av dystinum, stakk ein hending seg upp, sum brádliga betraði um fortreytirnar hjá føroyingunum fyri at fáa nakað burtur úr dystinum.

Rógvi Jacobsen var á veg fram eftir vøllinum, tá ein mótstøðumaður tók beinini undan honum. Dómarin var eirindaleysur, og finski leikarin mátti tungu leiðina av vøllinum.

Føroyingar megnaðu tó ongantíð at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni, og heldur vórðu tað mótstøðumenninir, sum høvdu vandamestu atsóknirnar eftir útvísingina.

Saman um tikið kunnu føroyingar tó allar helst vera hampuliga væl nøgdir við dystin.

Fleiri av minni royndu leikarunum fingu møguleikan í dystinum, og hetta kann koma liðnum til góðar seinni.

Har umframt gevur hetta eisini landsliðsvenjaranum ein kærkomnan møguleiki at síggja, hvussu ungu leikararnir standa seg, tá talan er um altjóða landsdyst, og í so máta er tað kanska eingin katastrofa, at Todi mátti binda frið henda dystn.

Hann man nevnliga langt síðani hava prógvað, hvønn týdning hann hevur fyri landslið okkara.