21. februar verða tað seks ár síðani Allan Simonsen gjørdi fyrsta tvey ára sáttmálan við Fótbóltssambandið. Í fyrstu EM undankappingini var Finnland millum mótstøðulondini, og tað skarst illa hjá føroyingunum.
Finnlendingar vunnu 5?0 á heimavølli 16. november í 1994, og tá teir vitjaðu í kavakløddum Føroyum mikudagin 26. apríl í 1995 gekk aftur av skriðuni hjá føroyingum, sum ikki tóktust samanspældir. Ta ferðina vann Finnland 4?0.
Hetta eru einastu ferðirnar, at Føroyar og Finnland hava spælt altjóða skrásettar landsdystir. Finnlendingar hava skorað níggju mál, og føroyingar hava einki fingið.
Minnisríkt
Men føroysku spælararnir, sum mánadagin fyri fyrstu ferð skulu spæla altjóða skrásettan landsdyst í januar, nýtast ikki bara at hyggja aftur á ússalig hagtøl ímóti finnlendingum.
Talan var ikki um altjóða skrásettan landsdyst, men tað er merkisvert, at føroyingar eina ferð hava megnað javnleik ímóti einum finskum landsliði. Tað var 27. februar 1991.
Páll Guðlaugsson og hansara menn vóru á venjingarlegu í Portugal. Teir spældu tveir dystir. Annar var ímóti tí norska og hin ímóti tí finska olympiska landsliðnum, sum teir róptu tað. Noreg vann 3?1, meðan úrslitið ímóti Finnlandi var 2?2. Magni Jarnskor javnaði til 1?1 og legði Føroyar á odda 2?1.
Hesa ferð hava finnlendingar ikki stóru útisetastjørnurnar við í Spania. Spælararnir koma bara úr feløgum í Norðurlondum, og tí kunnu vit siga, at úrvalið líkist nógv tí, sum tað var, tá Føroyar og Finnland spældu fyri níggju árum síðani.
Fimm føroyskir spælarar, sum vóru við í Portugal í 1991, eru í hesum døgum við í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Jan Dam og Kurt Mørkøre, sum spældu allar 90 minuttirnar. Og so Todi Jónsson, sum sat á beinkinum alla tíðina.