ið vit sýna skip í framtíðini, sigur Óla Hans Hammer Olsen. Jógvan Norði var línuskip av Toftum, hann varð smíðaður úr stáli í Brattvåg í Noregi í 1961, har hann eisini varð umbygdur í 1986. [...] sum gongur út ígjøgnum skipssíðuna og tí fossaði sjógvur inn í skipið. Ein ventilur er á rørinum, sum skal forða fyri, at sjógvur streymar inn í skipið, men tíverri kom hol á rørið á tí lítla stykkinum, sum [...] skip skal søkka, bar tí at hol kemur á eitt wc-rør? Ja, tað ber til- tá ið skipið er gamalt. Tað var júst hetta, sum sendi Jógvan Norði til botns fyri stuttum. Men tað var eitt ógvuliga sjáldsamt óhapp, sigur
at samarbeiða um ólavsøkuna. Ambulansur vera eisini til reiðar í miðbýnum í Havn, og sostatt má sigast, at eitt vælskipað trygdarnet er í ár fyriskipað á ólavsøku. Við arbeiðsætlanum, fundum við aðrar [...] trygdartiltøk til midnáttarsangin. Løgreglan hevur 11-12 fólk í arbeiði um ólavsøkuna, og vaktirnar eru á 12 tímar. Arbeiðsætlan er løgd seinast í juni mánaði, og Petur Poulsen, varaleiðari á Politistøðini [...] Undanfarin ár hava fáar av stóru vanlukkunum verið, og tá vit í ár eru so væl fyrireikað á politistøðini, samstundis sum samarbeiðið við júst nevndu felagsskapir er gott, skal alt nokk ganga eftir ætlan
intensiteturin í venjingunum oftani, og hetta hevust so eisini speglast aftur í avrikunum. Nú eru bara tríggir dystir eftir, og tað tykist, sum teir hjá EB/Streymi nú hava sett sær fyri, at teir í hvussu so [...] Upptakt Tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá EB/Streymi onkuntíð hava verið meira eldhugaðir, enn teir eru í løtuni. Seinastu vikurnar hevur verið mest sum greitt, at liðið fer at enda sum nummar [...] so er vilja enda árið ordiligani. Í øllum førum eru boðini undan vikuskiftinum, at sjálvt um B36 er ein stórur biti, so ætla heimamenninir so avgjørt at fáa nakað burturúr dystinum. Til dystin hevur EB/Streymur
hent, nú Mpiri júst hevur givið út fløguna Asbest. Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór í Keypmannahavn, sum er mannað við 13 útisetum. Kórið hevur fimm ár á baki og hevur verið sera virkið. Í 2000 tók navnframi [...] føroyska sálmalagið við týska lagið til sama tekst. Fløguna hevur Tutl givið út og hon er komin í handlarnar í Føroyum og Danmark. Sosialurin hevur leysliga lurtað eftir fløguni, og vit kunnu bara siga, at [...] og annað. Til hetta verkið er eisini eitt videolag givið út. Tróndur Bogason syngur sjálvur tenor í kórinum og hevur skrivað sjey verk til kórið, síðan tað varð stovnað. Mpiri hevur altíð virkað fyri
einligu møðurnar í huga, og spyrjast má, hvussu politiski viljin er at hjálpa júst hesum, ið hava størsta tørvin á hjálp og stuðli frá samfelagnum. Hetta vil tíðin vísa, men havast má í huga, at vita hava [...] eru sum heild eitt lítið umrøtt evni í samfelagnum og hetta serstakliga, um talan er um børn og ung. Ráðstevnan vísti, at talan er um ein rættiliga stóran trupulleika í samfelagnum ? ein trupulleika, sum [...] raðfestingarnar í samfelagnum. Hvussu útlitini eru fyri øðrvísið og meira barnavinarligum raðfestingum man vera ivasamt. Komandi fíggjarlógin vil vísa, um okkara politikkarar taka hesar spurningar í álvara. Hvussu
vil gera alt fyri at vera verandi í samgongu og harvið at sleppa undan veljarans náðileysa dómi. Nakað soleiðis er við Fólkaflokkinum í tí samstarvskreppu, sum júst er av. Fyri at tekkjast arbeiðsgevarum [...] arum og serstakliga meistarunum í Havn hevur politiska cigarføringin, hjá formanni Fólkaflokksins, Óla Breckmann, verið høg í seinastuni. Hann vildi slíta samgongu fyri at fáa nýggjan tekniskan skúla! [...] at fella sín dóm, hvør so hann enn verður. Úrskurðurin er als ikki givin í forhond. Tað er hann ikki, soleingi politisk luft er í ballónini! Sosialurin
Tjóðveldisflokkurin valdi at fella landsstýrismannin í fiskivinnumálum? Onki juristarí vóru boðini frá Hoydal, hóast orsøkin til støðu Tjóðveldisfloksins júst var frágreiðingin frá kanningarstjóranum, sambært [...] Kjarnin í málinum er ivaleyst tann, at Tjóðveldisflokkurin longu hevði avgjørt, at nú skuldi landsstýrismaðurin fellast, hóast einki var at fella hann uppá, og kom hetta eisini týðuliga fram í røðuni hjá [...] høvi at takka Jørgen Niclasen fyri tað megnar arbeiði hann hevur gjørt í fiskivinnumálaráðnum, og vónandi síggja vit hann aftur í hesum starvi, sum hann eftur órøttum bleiv noyddur at siga frá sær.
Gullið var longu farið til Tvøroyrar og silvurið var longu farið til Klaksvíkar. Tí var í roynd og veru einki at spæla um í dystinum leygardagin, men spælast skuldi hann og spældu varð hann. Og sjálvt um Mjølnir [...] gullið og silvurið var avgjørt, og tað heldur hon at tað gjørdi. Í veruleikanum hevði TB meira at spæla fyri enn Mjølnir av tí at tær júst vorðu vornar meistarar, og tað var kanska orsøkin til, at Mjølnir [...] vita tey í øllum førum, at Gudrið Nolsøe kemur aftur, og tey vita eisini, at onkur annar er sum fer. Hvussu tað verður við restini fáa vit at vita tá fyrireikingarnar til kappingarárið byrja í heyst.
sigur Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður og formaður í tingbólki Sambandsfloksins. Hann vísir á, at føroyingar í dag hava Vágarnar sum úthurðina út í heim. ?Skulu vit ferðast og ferðast skjótt so er tað [...] til flogvøllin og tveir tímar út í heim. So meðan flestu føroyingar hava fingið eitt samband vestur í Vágar, so hava teir samtíðis fingið eitt nógv stytri samband út í heim. Edmund Joensen heldur annars [...] hugsaði, at hetta bar til. Nú er tað gingið so rúkandi skjótt, og hevði kreppan ikki tikið seg upp fyrst í 90-unum, so hevði hesin tunnilin verið veruleiki fyri fleiri árum síðani. Men kanska er tað ein fyrimunur
sjálvstýrislóg avloysa heimastýrislógina. Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur, hevur reist málið í Fólkatinginum í einum fyrispurningi til Poul Nyrup Rasmussen. Jóannes Eidesgaard heldur, at ivi er sáddur um [...] hevur skotið upp í sjálvstýrislógini. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á úttalilsi frá Høgna Hoydal, sum eftir samráðingarnar hevur staðfest, at sjálvstýrislógin ikki letur seg gera í veruleikanum. Danski [...] tað hava stóran týdning at fáa ivaspurningar beindar burtur, tí júst tað, at løgtingið hevur fult ræði á yvirtiknu málsøkjunum er kjarnin í uppskotinum um eina sjálvstýrislóg.