Løgreglan hevur fyrst í juni mánaði verið á fundi við Býráðið um øll serloyvi, søkt verður um á ólavsøku, og seinnni hava aftur verið fundir saman við m.a. Reyða Krossi, sløkkiliðnum og landssjúkrahúsinum á býráðnum um trygdartiltøk til midnáttarsangin.
Løgreglan hevur 11-12 fólk í arbeiði um ólavsøkuna, og vaktirnar eru á 12 tímar. Arbeiðsætlan er løgd seinast í juni mánaði, og Petur Poulsen, varaleiðari á Politistøðini, sigur, at teir eru væl fyrireikaðir, og at allir menn kenna sína uppgávu.
- Tað er altíð nógv at gera, og serliga gevur fulla fólkið løgregluni eitt sindur av trupulleikum. Tá kalt ella vátt er í veðrinum, er hættisligt at detta av, og nógv orka verður nýtt til henda trupulleika á ólavsøku, sigur Petur Poulsen.
Petur Poulsen sigur, at viðvíkjandi trupulleikanum av avdotnum fólki, er herbergið hjá Frelsunarherinum ein dyggur stuðul, og har verður tikið sær væl av fólki, sum koma illa fyri.
Samstarv við aðrar trygdarbólkar
Annars sigur Petur, at teir heilt stóru bardaganir og og trupulleikarnir eru fáir av, hóast onkur altíð kemur upp at keglast.
- Tá ein hugsar um tað nógva fólkið, eru fáar av teimum heilt stóru vanlukkunum. Tað er allatíðina arbeiði á skránni hjá okkum, men vit vóna at sleppa undan at skula steðga heilt stórum balladum, sum kunnu vera til stóran skaða, sigur Petur.
Løgreglan hevur samstarva nógv við býráðið, Reyða Kross, landssjúkrahúsið og sløkkiliðið, og fara allir hesir trygdarfelagsskapir at samarbeiða um ólavsøkuna. Ambulansur vera eisini til reiðar í miðbýnum í Havn, og sostatt má sigast, at eitt vælskipað trygdarnet er í ár fyriskipað á ólavsøku.
Við arbeiðsætlanum, fundum við aðrar trygdarbólkar og nógvari manning er løgreglan til reiðar til ólavsøkuna 2001, og Petur Poulsen er bjartskygdur.
- Undanfarin ár hava fáar av stóru vanlukkunum verið, og tá vit í ár eru so væl fyrireikað á politistøðini, samstundis sum samarbeiðið við júst nevndu felagsskapir er gott, skal alt nokk ganga eftir ætlan, sigur Petur Poulsen, varaleiðari á Politistøðini, at