TB vann á Mjølnir

Mjølnir ? TB 1-3 (24-26, 20-25, 25-15, 22-25)
Mjølnir megnaði ikki at taka stig frá meistarunum tá tær vitjaðu í Klaksvík leygardagin. Men tær fingu so eitt sett frá teimum kortini

Flogbóltur - kvinnur

Gullið var longu farið til Tvøroyrar og silvurið var longu farið til Klaksvíkar. Tí var í roynd og veru einki at spæla um í dystinum leygardagin, men spælast skuldi hann og spældu varð hann.
Og sjálvt um Mjølnir kvinnurnar høvdu sett sær fyri at geva TB mótstøðu fyri allar pengarnar, eydnaðist tað bara í fyrsta og triðja setti, og triðja setti vann Mjølnir.
Tað var ikki tí, at munurin á liðunum var tann øgiliga stóri. Marjun Kalsø, liðskipari hjá Mjølnir, sigur, at dysturin minti nógv um steypafinaluna. Liðini fylgdust nokk so stóran part av settunum, men at TB so fekk fótin fyri seg.
- Vit vóru ov lítið við í spælinum til veruliga at kunna geva teimum mótstøðu, sigur Marjun tá hon tekur saman um dystin.
Vit spurdu hana um tað sást á spælinum, at gullið og silvurið var avgjørt, og tað heldur hon at tað gjørdi. Í veruleikanum hevði TB meira at spæla fyri enn Mjølnir av tí at tær júst vorðu vornar meistarar, og tað var kanska orsøkin til, at Mjølnir segði gott er, heldur enn at berjast um bóltarnar.
- Eg haldi, at vit hava slept hesum kappingarárinum fyri well. Hetta árið fer í gloymibókina og vit brúka ikki meira tíð upp á tað, sigur Marjun, sum ikki veit at siga okkum, hvussu tað fer at síggja út hjá teimum næsta kappingarár.
Hon vísir á, at hon sjálv ikki er nakar ársungi longur, og at spurningurin er, hvussu tað verður við Veru Larsen og Tinu Jacobsen næsta kappingarár. Margit Joensen kemur hinvegin aftur eftir barnsburð, men enn er nógv eftir at fáa upp á pláss.
Tað er tað eisini á Tvøroyri, men har vita tey í øllum førum, at Gudrið Nolsøe kemur aftur, og tey vita eisini, at onkur annar er sum fer. Hvussu tað verður við restini fáa vit at vita tá fyrireikingarnar til kappingarárið byrja í heyst.