Viðkomandi ráðstevna

Ráðstevnan hjá Føroyskum Psykiatrirøktarfrøðingum í Norðurlandahúsinum mánadagin 1. september

Ráðstevnan hjá Føroyskum Psykiatrirøktarfrøðingum í Norðurlandahúsinum mánadagin 1. september snúi seg um eitt sera viðkomandi og týdningarmikið evni, nevniliga sálarligar trupulleikar hjá børnum og ungum. Ráðstevnan eydnaðist framúr væl og fyrireikararnir eiga stóra tøkk og mikið rós uppiborin frá almenninginum.

Ráðstevnan setti fokus á eitt tabuevni. Psykiskir ella sálarfrøðiligir trupulleikar eru sum heild eitt lítið umrøtt evni í samfelagnum og hetta serstakliga, um talan er um børn og ung. Ráðstevnan vísti, at talan er um ein rættiliga stóran trupulleika í samfelagnum ? ein trupulleika, sum vit ikki hava givið nóg stóran ans. Hetta má geva øllum viðkomandi, foreldrum, skúla, heilsuverki, almannaverki, pedagogum og politikkarum nakað at hugsa um. Ráðstevnan avdúkaði eisini, at eitt vaksandi tal av børnum og ungum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp og viðgerð. Hvørjar orsøkirnar eru til hesa støðu er ikki heilt greitt, men sambært serfrøðingarnar eru eitt nú strongd foreldur, karrierures, ótryggleiki heima, hjúnarskilnaður og trótandi álit hjá børnum á tey vaksnu millum orsøkirnar.

Bøtast kann um hesa álvarsomu støðu fyrst og fremst við at tryggja foreldrum betri umstøður. Foreldur mugu sleppa at vera foreldur fyri síni børn. Her eiga vit serstakliga at hava tær einligu møðurnar í huga, og spyrjast má, hvussu politiski viljin er at hjálpa júst hesum, ið hava størsta tørvin á hjálp og stuðli frá samfelagnum. Hetta vil tíðin vísa, men havast má í huga, at vita hava ikki alla verðsins tíð her.

Eisini mugu rammurnar hjá øllum teimum, sum dagliga eru um børnini, munandi betrast. Hetta merkir, at lærarar, pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar o.o. eiga at fáa nógv betur virkismøguleikar og betri arbeiðsumstøður, eitt nú meira tíð til tað einstaka barnið. Alt hetta setur sera stór krøv til samfelagið og til politisku og búskaparligu raðfestingarnar í samfelagnum. Hvussu útlitini eru fyri øðrvísið og meira barnavinarligum raðfestingum man vera ivasamt. Komandi fíggjarlógin vil vísa, um okkara politikkarar taka hesar spurningar í álvara. Hvussu so verður og ikki, so má staðfestast, at talan var um eina sera týðandi og viðkomandi ráðstevnu, og fara vit her at venda aftur til evnið í næstum.