Skipbrot
Eigur tað at bera til, at eitt heilt skip skal søkka, bar tí at hol kemur á eitt wc-rør?
Ja, tað ber til- tá ið skipið er gamalt.
Tað var júst hetta, sum sendi Jógvan Norði til botns fyri stuttum.
Men tað var eitt ógvuliga sjáldsamt óhapp, sigur Óla Hans Hammer Olsen, sum er leiðari á Skipaeftirlitinum.
? Hetta var eitt óhapp, sum er er ókent og sum tað illa ber til at verja seg fyri.
Tað, sum hendi við Jógvan Norði var, at eitt hol fór á eitt wc-rør sum gongur út ígjøgnum skipssíðuna og tí fossaði sjógvur inn í skipið.
Ein ventilur er á rørinum, sum skal forða fyri, at sjógvur streymar inn í skipið, men tíverri kom hol á rørið á tí lítla stykkinum, sum er ímillum skipssíðuna og ventilin, og tí var onki at gera.
Leiðarin á Skipaeftirlitinum sigur, at øll nýggjari skip hava rottanga, so hetta slagið av óhappi kundi ikki hent við einum nýggjum skipi.
Men Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at tílikt brek taka seg upp.
? Hetta er ikki ein trupulleiki, vit kenna til og tað er ómetaliga ringt at koma framá, serliga tá ið vit ikki vita, at tað er til.
Men síðani Jógvan Norði fórst, er leiðarin á Skipaeftirlitinum komin at tosa við mann sum segði, at teir høvdu havt sama trupulleika við einum øðrum, gomlum skipi.
Men í tí førinum eydnaðist at pjøssa so frægt uppá rørið, at ongin skaði hendi.
Leiðarin á Skipaeftirlitinum leggur kortini dent á, at nú eru tey so hesar royndirnar ríkari.
? Nú vita vit, at hetta kann verða ein trupulleiki hjá hesm slagi av skipum og so ber sjálvsagt til at hava eyguni eftir, tá ið vit sýna skip í framtíðini, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Jógvan Norði var línuskip av Toftum, hann varð smíðaður úr stáli í Brattvåg í Noregi í 1961, har hann eisini varð umbygdur í 1986.