Oddagrein· Glantrileikurin av

Teir gomlu plagdu at tosa um ein fisk, ið teir róptu ?sildaforskrekkjara?. Hesin fiskur kundi koma í sildatorvurnar og leypa slíka kvøkk á sildina, at hon hvarv í allar ættir.

Gallupkannningar eru at líkna við ein politiskan sildaforskrekkjara, sum tó virkar øvugt av tí veruliga sildaforksrekkjaranum. Eru Galluptølini ódámlig ella beinleiðis hóttandi fyri ein ella fleiri samgonguflokkar, so søkja flokkar, sum annars vóru á veg út úr samgonguni, automatiskt saman. Ein samgonguflokkur við vánaligum Galluptølum vil gera alt fyri at vera verandi í samgongu og harvið at sleppa undan veljarans náðileysa dómi.

Nakað soleiðis er við Fólkaflokkinum í tí samstarvskreppu, sum júst er av. Fyri at tekkjast arbeiðsgevarum og serstakliga meistarunum í Havn hevur politiska cigarføringin, hjá formanni Fólkaflokksins, Óla Breckmann, verið høg í seinastuni. Hann vildi slíta samgongu fyri at fáa nýggjan tekniskan skúla! Men so skjótt politiski sildaforskrekkjarin, Gallup, vísti, seg fór stríðshugurin hjá Breckmann sama veg sum roykurin frá hansara vælkenda Havanesara t.v.s.upp í ta bláu luft. Og til luft gjørdust allar hóttanir um slit og nýval. Til luft tykist fyri alt tað eisini løgmaður at verða blivin ? allastaðir uttan hjá Gallup. Har er hann superstar, ein politisk Gurðun Sólja! So á ein hátt er hann eisini uppi íluftini! Hann sveimar sum ein vælblást ballón yvir einum politiskum cirkusi. Klovnarnir boltra sær í manesjuni, áskoðaðarnir líta ørkymlaðir at glantrileikinum. Og uppi yvir øllum sveimar ein loyndarfull brosandi ballón, sum hóast alt ikki soleiðis uttan víðari letur seg fanga, enn minni hol fæst á hana. Og hetta er kanska eitt av teimum mongu áhugaverdu loyndarmálum við hesi margháttligu samgongu.

Soleiðis gekk alt, sum væntað. Samgongan fann gongulagið aftur, og sum ikki eina ferð varð Fólkaflokkurin við góðari hjálp frá Gallupi bukaður uppá pláss. Samgongan skinklar víðari fram til Ólavsøku, tá nýggjar gølur, nýggj klandursevni og nýggjar kreppur koma á dagsskrá. Síðan verður onkur annar bukaður uppá pláss, og so verður aftur damlað víðari fram, til veljarin einaferð um trý ár sleppur at fella sín dóm, hvør so hann enn verður. Úrskurðurin er als ikki givin í forhond. Tað er hann ikki, soleingi politisk luft er í ballónini!

Sosialurin