Kórsangur tá hann er Asbest

Asbest er heiti á nýggjari fløgu, sum føroyska kamarkórið í Keypmannahavn, Mpiri, hevur givið út. Á fløguni er bara nýskrivaður føroyskur kórtónleikur

At ein fløga kemur á marknaðin, har bara nýføroyskur kórtónleikur er skrivaður, er ikki gerandiskostur. Men tað er so hent, nú Mpiri júst hevur givið út fløguna Asbest.
Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór í Keypmannahavn, sum er mannað við 13 útisetum. Kórið hevur fimm ár á baki og hevur verið sera virkið. Í 2000 tók navnframi Sunleif Rasmussen við leiðsluni, og á fløguni, sum nú kemur út, stjórnar hann kórinum.
Fløgan hevur fingið heitið Asbest eftir einum verki hjá Tróndi Bogasyni. Eitt verk, ið samantvinnar vakran, modernaðan ljóm, indiskan sang, føroyskt stev, rapptónleik og annað. Til hetta verkið er eisini eitt videolag givið út. Tróndur Bogason syngur sjálvur tenor í kórinum og hevur skrivað sjey verk til kórið, síðan tað varð stovnað.
Mpiri hevur altíð virkað fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Bíløgd eru verk frá føroyskum tónaskøldum, og á nýggju fløguni eru eisini verk eftir Kára Bæk og Paula í Sandagerði, sum hava tvey verk hvør á fløguni. Tróndur Bogason eigur fýra, og eitt verk er eisini eftir Bjarna Restorff. Øll verkini uttan eitt eru skrivað síðan 1994. Undantakið er vakra verkið »Dimmið« hjá Vagn Holmboe, sum hann skrivaði í 1977 til yrking eftir Christian Matras.
300 ár eru liðin, síðan sálmaskaldið Thomas Kingo doyði, og tað ger Mpiri eisini burturúr. »Jeg vil mig Herren love« hjá Bjarna Restorff er kendur og ofta sungin av Tórshavnar Manskóri. Á fløguni Asbest verður hann sungin av eini manskvintett. »Lover mig nu Herren« hjá Kára Bæk samantvinnar gamla føroyska sálmalagið við týska lagið til sama tekst.
Fløguna hevur Tutl givið út og hon er komin í handlarnar í Føroyum og Danmark. Sosialurin hevur leysliga lurtað eftir fløguni, og vit kunnu bara siga, at hetta er føroyskur kórtónleikur, tá hann er allar best. Asbest.

MYNDATXT
Fiskurin er búmerkið hjá Mpiri. Eitt sereyðkenni við fløguni Asbest er, at á permuni eru hondkliptir fiskar í ymsum liti. Ikki tvær fløgur eru eins