Linjan er løgd, siga hesir góðu menn, og tað merkir ivaleyst, at hvørja ferð fjølmiðlarnir fara at rumbla við einum máli - og tað hendir jú av og á, og í minsta lagi tá smátt er við øðrum tíðindum, ja, so skal ein landsstýrismaður skiftast út.
Fyrst var tað Signar á Brúnni, hóast púra ósekur var hann likvideraður av sínum egnu, síðani var tað Tórbjørn Jacobsen, tað var fyri tey flestu heldur lættari at skilja, og man tað helst vera eindømi í heimssøguni, at ein ráðharri hevur mist sessin av berari ófólkaligheit.
Men hví Jørgen Niclasen?
Var hetta ein tøkk fyri seinast, tá Tórbjørn Jacobsen á ólavsøku var settur uppá pláss, ella hvar skulu vit leita eftir einari nøkun-lunda brúkiligari grundgeving fyri, hví Tjóðveldisflokkurin valdi at fella landsstýrismannin í fiskivinnumálum?
Onki juristarí vóru boðini frá Hoydal, hóast orsøkin til støðu Tjóðveldisfloksins júst var frágreiðingin frá kanningarstjóranum, sambært sama Hoydal, og sambært sama Hoydal, hevur úrslitið hjá kanningarstjóranum púrt einki við støðu Tjóveldisfloksins at gera. Skilji tað hvør ið vil.
Ilt er sostatt at finna útav, um kanningin var, ella ikki var, orsøkin til støðu Tjóðveldisfloksins.
Kjarnin í málinum er ivaleyst tann, at Tjóðveldisflokkurin longu hevði avgjørt, at nú skuldi landsstýrismaðurin fellast, hóast einki var at fella hann uppá, og kom hetta eisini týðuliga fram í røðuni hjá Heina O Heinesen, sum var so óheppin at siga tað hart, at hann gjarna vildi fella landsstýrismannin, men helt tó at hetta var ikki rætta høvið at gera tað.
Hvat ilt hevur so Jørgen Niclasen gjørt tjóðveldismonnum? Svarið er ? onki! Hann hevur einans á lógligan hátt tikið avgerð í einum máli, sum kom rækjuskipaeigarum og øllum Føroya fólki annars til góðar.
Eisini tjóðveldismonnum.
Eg vil til seinast at nýta høvi at takka Jørgen Niclasen fyri tað megnar arbeiði hann hevur gjørt í fiskivinnumálaráðnum, og vónandi síggja vit hann aftur í hesum starvi, sum hann eftur órøttum bleiv noyddur at siga frá sær.