stórt innflutningsavgjald á rækjurnar, at tað er nærum ógjørligt at selja nakað tann vegin sum er. Tað ljóðar, at hetta verður gjørt sum partur av eini roynd hjá Kina at leggja trýst á í sambandi við umsókn [...] Føroyar og Grønland, men eisin onnur lond við stórari rækjuveiðu ? t.d. Canada ? arbeiðir við at fáa eina semju við Kina um at lækkað tollin aftur. Umframt at veiðan higartil í ár hevur svíkt, og at prísir [...] minkandi veiðuni, lækkandi søluprísunum og høgu oljuprísunum er ongin ivi um, at hetta at ávirka úrslitini hjá rækjuflotanum í ár so mikið, at trupult verður at sleppa undan reyðum tølum í roknskapunum
er ikki serliga fegin um, at Edmund Joensen av sínum eintingum kannar møguleikan hjá Føroyum at sleppa upp í ES. Hann hevst serliga at, at mælt verður til at steðga við at kanna møguleikarnar fyri EF [...] tryggjað sær, at avtalan hjá Álandi til eina og hvørja tíð kann verða tikin aftur av ES, uttan at spyrja Áland. Ein slík delegatión av fiskivinnupolitikkinum til Føroya hevði á sama hátt merkt, at ES hevði [...] Samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabilitet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi, sigur
in og mentanarpolitikkurin. Tað tóktist, sum Jóannes hevði hug at geva honum rætt við tað, at hann óbeinleiðis viðgekk, at tað neyvan bar til at reka burðardyggan fiskivinnupolitikk við ABC 2. Tað er áhugavert [...] heldur hon valskeiðið út. Tað kann væl vera, men so kann verða spurt, hvussu valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum fer at síggja út í mun til veljarakanningina. A og B fara ivaleyst at standa seg, tí politikkurin [...] av veljarakanningini, svaraði Jóannes, at flokkurin rak ikki politikk eftir veljarakanningum og hann endurtók síðani tað, sum hann áður hevur sagt, nevniliga, at vælferðin skal skerjast. Hann vísti í hesum
samfelag gera alt fyri at taka hond um okkara borgarar við sálarsjúku. Tað er okkara skylda, skrivar Sirið Stenberg - Tað tekur rúma tíð at byggja eitt fakøki upp, men stutta tíð at taka grundarlagið undan [...] verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a psykiatriska deplinum, og ikki fara til at menna og útbyggja psykiatriska økið við? 4. Hvørjar ætlanir eru nú i 2015 um at útbyggja [...] mangla, og at raðfesta ambulant viðgerðartilboð generelt? 5. Verður arbeitt við nakrari loysn uppá, at psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi fyrst í komandi ári? 6. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja
føri, er, at stovnurin hevur serligan, fakligan førleika til at menna hesi børnini og tí hava vit mælt til, at ein stovnur verður gjørdur til tey. Annlis Bjarkhamar heldur, at tað átti ikki at tikið langa [...] takast at, hóast tey eru einasta trygd ímóti, at verkfall er á stovnunum og at tey, sum har búgva, koma at liggja hjálparleys. Eitt triðja dømi er, at stuðulsfólkaskipanin varð broytt, uttan at Almannastovan [...] serligum tørvi - Tað er ógvuliga ørkymlandi, at børn við serligum tørvi ikki kunnu fáa ta hjálp og tann stimbur, tey hava fyri neyðini fyri at mennast so nógv sum gjørligt. Men tað átti ikki at tikið langa
Honnu Jensen og Annita á Fríðriksmørk, um at fáa álitini tikin úr nevndini og lagt fyri tingið, tí tey vórðu ikki liðug. Andstøðan reisti seg kropp á kroppi og átalaði hesum, tí tey vístu á, at tey høvdu [...] umsitingina og skiltu tí ikki hví hetta skuldi atkvøðast um tað nú. Orð sum misnýtsla av skipanini vórðu nýtt. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, niðurlegði fundin og ásetti nýggjan fund at verða kl. 18, [...] Tað var eitt sindur av rumbli í tinginum eina løtu í dag. Eftir ætlan skuldu álitini úr vinnunevndini um fiskivinnunýskipan koma fyri tingið í dag kl. 16. Eftir at tingið hevði við gjørt tvey mál, ið stóðu
millumloysn! Eftir stendur at landsstýrið skyldar veljaranum eitt svar uppá, hvussu tað ætlar at fáa endarnar at røkka saman bæði tá tað snýr seg um samtyktina um "Sjálvstýri Føroya fólks" og greiðu útmelding [...] veruliga roknaði við, at danska stjórnin fór at broyta áskoðan um tey fýra-fimm árini, eftir at landsstýrið einaferð afturat hevði tillagað fullveldisætlanina til at "niðurlaða blokkin" og "tøma heimastýrislógina" [...] búskaparligu avleiðingunum ? fer landsstýrið ikki at leggja fyri veljaran, tí henda veruleika vrakar veljarin allarhelst. Tað hava veljarakanningar víst, samstundis sum tær hava víst, at meirilutin í Føroya fólk
sjómansheim og gistingarhús. Tí var tað ein stór broyting og menning av føroyska arbeiðinum í og út frá Reykjavík, tá Ørkin læt dyrnar upp í 1991. Ørkin er eitt nútímans gistingarhús við 20 kømrum og 65 sei [...] Ørkin 25 ár Nú fleiri og fleiri sjúklingar verða sendir til Reykjavíkar, er avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og Ørkina um gisting og mat, og fólk frá sjómansheiminum vitja eisini eftir førimuni [...] dyranr upp fyri fyrstu ferð. Tað var 2. juni í 1991 at heimið varð vígt og tikið alment í nýtslu. Formaðurin í Føroysku Sjómansmissiónini, Jákup Kass, prestur vígdi Ørkina. Tað var ein long tilgongd, sum
Rebekka Petersen úr Kollafirði og Jonna Joensen Undir Gøtueiði. Hóast tær eru úr so ymiskum støðum so hava tær tað sera gott saman. - Jú, vit trívast væl saman. Og tað er gott, sigur 19 ára gamla Olga. Hon [...] tær skulu undir. Og so eru tær horvnar. - Okkum dámar væl arbeiðið her. Her er nógv at gera, og haraftrat møta vit nógvum fólki bæði føroyingum og útlendingum. - Vit royna at vera blíð og fyrikomandi móti [...] móti teimum. Og tað vísir seg altíð, at tey eru blíð afturímóti, sigur Jonna, sum hevur arbeitt her síðani 1. august. Hennara arbeiði er tað sum tradisjonelt kallast gongsgenta, og hevur saman við vinkonuni
ótolin av at bíða eftir at fáa føroyingar til samráðingarborðið. Danski fíggjarmálaráðharrin sigur við Sosialin, at Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava tosað saman, og at teir komu ásamt um, at Lykketoft [...] sigur Mogens Lykketoft, at hann møguliga hevur okkurt at bjóða, men at fundurin við Landsstýrið er um dagsskránna fyri samráðingarnar um bankamálið og uttanlandsskuldina, og at hann møguliga eisini hevur [...] grønlendska blokstuðulin, og nú vantar bert at áseta føroyska blokkin, sigur Mogens Lykketoft. Endamálið við ferð míni í Føroyum er sostatt at gera tað lættari og skjótari at avgreiða samráðingarnar,