Ørkymlan í tinginum

Tað var eitt sindur av rumbli í tinginum eina løtu í dag.

 

Eftir ætlan skuldu álitini úr vinnunevndini um fiskivinnunýskipan koma fyri tingið í dag kl. 16. Eftir at tingið hevði við gjørt tvey mál, ið stóðu á skrá, kom ein atkvøðugreiðsla fyri frá Jónleif Johannesen, Honnu Jensen og Annita á Fríðriksmørk, um at fáa álitini tikin úr nevndini og lagt fyri tingið, tí tey vórðu ikki liðug.

 

Andstøðan reisti seg kropp á kroppi og átalaði hesum, tí tey vístu á, at tey høvdu latið sítt álit inn til umsitingina og skiltu tí ikki hví hetta skuldi atkvøðast um tað nú. Orð sum misnýtsla av skipanini vórðu nýtt.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, niðurlegði fundin og ásetti nýggjan fund at verða kl. 18, har bæði álitini so kundu verða løgd fram.