Ørindini eru at tosa við nýggja landsstýrið

­ Endamálið við ferð míni í Føroyum er at heilsa uppá Landsstýrið, og fyri saman við teimum at gera eina dagsskrá fyri komandi samráðingarnar, sigur Lykketoft

Dagny Joensen


Danska stjórnin er vorðin ótolin av at bíða eftir at fáa føroyingar til samráðingarborðið. Danski fíggjarmálaráðharrin sigur við Sosialin, at Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava tosað saman, og at teir komu ásamt um, at Lykketoft skuldi fara til Føroyar at tosa við Landsstýrið um komandi samráðingarnar við donsku stjórnina.

Á ferðini, sum varir til sunnadagin á middegi, fara Landsstýrið og danski fíggjarmálaráðharrin at kunna um ætlaninar hjá pørtunum.

Spurdur um fíggjarmálaráðharrin hevur fingið somu uppgávu frá Nyrup Rasmussen, sum Bjørn Westh á sinni, vil hann ikki svara.


Nýtt á dagsskránni

Spurdur um hann hevur nøkur góð tilboð í skjáttuni, nú danska Fólkatingið skal undir búskaparlig inntriv, sigur Mogens Lykketoft, at hann møguliga hevur okkurt at bjóða, men at fundurin við Landsstýrið er um dagsskránna fyri samráðingarnar um bankamálið og uttanlandsskuldina, og at hann møguliga eisini hevur okkurt nýtt evni at seta á dagsskránna fyri samráðingarnar komandi. Tað fer hann at tosa við Landsstýrið um.

Annað evni á fundinum í vikuskiftinum,verður at fáa blokstuðulin endaliga upp á pláss. Fyri tveimum døgum síðan var Jonathan Motzfeldt í Keypmannahavn á fundi um grønlendska blokstuðulin, og nú vantar bert at áseta føroyska blokkin, sigur Mogens Lykketoft.

­ Endamálið við ferð míni í Føroyum er sostatt at gera tað lættari og skjótari at avgreiða samráðingarnar, sigur Mogens Lykketoft.