John Johannesen, formaður í uttanríkisnevndini, er ikki serliga fegin um, at Edmund Joensen av sínum eintingum kannar møguleikan hjá Føroyum at sleppa upp í ES.
Hann hevst serliga at, at mælt verður til at steðga við at kanna møguleikarnar fyri EFTA-limaskapi.
Í farnu viku hevði uttanlandsnevndin vitjan av tingmannanevnd hjá EFTA. Vitjanin var komin í lag orsakað av einum sterkum ynski hjá øllum politisku flokkunum, um at vinna okkum fullan limaskap í EFTA. Ynskið varð staðfest av einari samdari uttanlandsnevnd 4. mei 2006 undirskrivað av Johan Dahl, táverandi formanni.
- Táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fór beinan vegin í gongd við at føra tingsins vilja út í verki. Síðani hava Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen fylgt honum eftir, sigur John Johannesen.
Hann sigur, at á fyrireikandi fundi í uttanlandsnevndini mánadagin 13. oktober í ár varð enn einaferð staðfest, at flokkarnir ynskja at halda á við EFTA tilgongdini.
Mikudagin 15. oktober hevði uttanlandsnevndin fund við tingmannanevndina hjá EFTA, har nevndin stóð saman um at vísa EFTA tingfólkunum á, at tað er eitt greitt føroyskt ynski, um at fáa limaskap í EFTA. Vegna uttanlandsnevndina bað eg um, at Føroyar beinan vegin fáa eygleiðarastøðu í EFTA tingnevndini, fyri at rudda slóð fyri føroyska limaskapinum.
Onga serskipan
Fundurin við EFTA tingnevndina førdi okkum greitt eitt fet nærri EFTA limaskapi. Einum limaskapi, ið kann vera við til at fjøltátta føroyskt vinnulív og harvið búskapin.
- Tí við slíkum limaskapi náa vit teimum fýra frælsunum við øll EFTA londini, umframt at vit gerast fult integreraður partur av teimum 20 fríhandilssáttmálunum, ið EFTA hevur við lond um allan heim. Sáttmálar, sum eru betri fyri føroyska samfelagið, enn teir, ið ES hevur. Enntá gerast vit partur av teimum 18 sáttmálunum afturat, ið EFTA í løtuni samráðist um, sigur John Johannesen.
Hann heldur, at tað er sjálvsagt rætt av Føroyum at fáa so góðar avtalur við ES, sum yvirhøvur gjørligt. Men ein ES limaskapur er ikki ein politiskur møguleiki við verandi ríkisrættarligu støðu.
- Tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Føroyar hóast ES limaskap framhaldandi kunnu hava fult ræði á fiskivinnupolitikkinum. Tað longsta, ið vit kunnu koma, er at fáa eitt undantak líknandi tí, ið Áland hevur viðvíkjandi tollfríu søluni. ES hevur tryggjað sær, at avtalan hjá Álandi til eina og hvørja tíð kann verða tikin aftur av ES, uttan at spyrja Áland. Ein slík delegatión av fiskivinnupolitikkinum til Føroya hevði á sama hátt merkt, at ES hevði sitið við evsta valdinum á fiskivinnuøkinum og hevði tikið delegatiónina aftur, um vit ikki fylgdu ES viljanum, sigur John Johannesen.
Kollfjarðarnevndin
Harnæst heldur hann, at tað er ábyrgdarleyst av Føroyum at fara inn í ES umvegis Danmark og harvið avreiða valdið hjá løgtinginum og landsstýrinum til í staðin at liggja hjá donskum ráðharrum, sum verða teir, ið umboða Føroyar í Brússel.
- Við slíkari skipan verður Føroya Løgting, sum eg áður havi ført fram, at meta saman við Kollfjarðarnevndina, ið kann mótmæla sum hon vil, men sum ongum nýtist at lurta eftir, sigur John Johannesen.
Hann heldur, at nú ræður um, at signalini frá Føroyum eru greið.
- Samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabilitet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi, sigur John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini.