Ørkymlandi fyri okkum øll

Líka so ørkymlandi tað er fyri starvsfólkini á psykiatrika deplinum við íkomnu støðuni, líka so ørkymlandi er tað fyri okkum øll, sigur Sirið Stenberg

 

Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, setir nú Karsteni Hansen landsstýrismanni í heilsumálum, nakrar spurningar um núverandi støðuna á psykiatriska økinum. Hon ynskir at landsstýrismaðurin skal nágreina, hvør ætlanin er á psykiatriska økinum.

 

Sirið Stenberg sigur, at síðani fíggjarlógin bleiv framløgd hevur frá fleiri pørtum verið víst á, at psykiatriska økið fór at vera við skerdan lut.

 

Sirið Stenberg sigur, at seinastu árini hevur psykiatriska økið verið í sera góðari menning. Nýggir viðgerðar- og arbeiðshættir eru settir í verk, størri opinleiki er um sálarsjúkur, og fokus hevur flutt seg yvir til, at fólk kunnu blíva frísk aftur av sálarsjúku. Størri og størri dentur verður lagdur á stuðlandi økispsykiatrisk og ambulant uppfylgjandi tilboð.

- Við íkomnu støðuni, har sparingar eru fyri framman, og psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi frá komandi ári, er støðan sera ótrygg. Vandi er fyri, at nógv av tí, sum í áravís er bygt upp, fellur niðurfyri, skrivar Sirið Stenberg í viðmerkingunum til spurningarnar.

 

- Líka so ørkymlandi tað er fyri starvsfólkini á psykiatrika deplinum við íkomnu støðuni, líka so ørkymlandi er tað fyri okkum øll. Psykiatriski depilin tekur hond um okkara allar viðbreknastu borgarar. Vit mugu sum samfelag gera alt fyri at taka hond um okkara borgarar við sálarsjúku. Tað er okkara skylda, skrivar Sirið Stenberg

 

- Tað tekur rúma tíð at byggja eitt fakøki upp, men stutta tíð at taka grundarlagið undan tí. So samanumtikið kunnu ætlaðu sparingarnar raka meint, bæði fyri starvsfólk, sjúklingar og okkum øll sum samfelag, skrivar hon at enda í viðmerkingunum.

Spurningarnir, sum landsstýrismaður skal svara, eru hesir:

1.      Er tað rætt, at sparingar skulu fara fram á psykiatriska deplinum í 2015 og um ja, hvussu stór er henda sparing?

2.      Hvussu nógv fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum flyta ætlandi ikki inn í nýggju bú­eindina Eystan Heyg, men vera verandi á Psykiatriska deplinum?

3.      Hevur ætlanin allatíðina verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a psykiatriska deplinum, og ikki fara til at menna og útbyggja psykiatriska økið við?

4.      Hvørjar ætlanir eru nú i 2015 um at útbyggja økispsykiatriina í teimum økjum, sum enn mangla, og at raðfesta ambulant viðgerðartilboð generelt?

5.      Verður arbeitt við nakrari loysn uppá, at psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi fyrst í komandi ári?

6.      Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at tann menningartilgongd, sum psykiatriska økið er í, heldur áfram?

7.      Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at psykiatriska økið fær ta reðfesting, sum tørvur er á, fyri at kunna veita dygdargóða tænastu til okkara borgarar við sálarheilsu avbjóðingum?