Børn við serligum tørvi
- Tað er ógvuliga ørkymlandi, at børn við serligum tørvi ikki kunnu fáa ta hjálp og tann stimbur, tey hava fyri neyðini fyri at mennast so nógv sum gjørligt.
Men tað átti ikki at tikið langa tíð at givið teimum eitt nøktandi tilboð.
Tað heldur Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari í Javna.
Hon sigur, at Javni hevur kikaran á hesum trupulleikanum, at nøkur børn við serligum tørvi ikki hava nøktandi menningartilboð.
Javni hevur eisini roynt at ávirka myndugleikarnar, har vit kunnu fyri at fáa eina loysn.
- Vit halda, at hesi børnini sjálvandi skulu hava eitt dagstovnartilboð, sum øll onnur børn í landinum. Men tað, sum krevst í hesum føri, er, at stovnurin hevur serligan, fakligan førleika til at menna hesi børnini og tí hava vit mælt til, at ein stovnur verður gjørdur til tey.
Annlis Bjarkhamar heldur, at tað átti ikki at tikið langa tíð at skipa ein slíkan stovn og tí heldur hon ógvuliga lítið um, at ætlanin nú er at seta eina nevnd at kanna, hvussu eitt tilboð til hesi børnini skal snikkast saman.
- Tað ber ikki til! Málið er einfalt, tí loysnin liggur beint fyri framman og eg dugi ikki at síggja, hvør trupulleikin skal vera. Tað einasta, sum krevst, er, at Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni semjast um, hvør av teimum báðum skal hava ábyrgdina, tí alt tað praktiska má vera at finna útav.
- Hesi børnini kunnu ikki bíða eftir eini nevnd, leggur hon afturat.
Skulu ikki uppfinna nakað nýtt
Annlis Bjarkhamar sigur, at vit skulu ikki uppfinna ein nýggjan stovn.
- Vit hava havt smábarnadeildina á skúlanum á Trøðni og tað skuldi í øllum førum verið nøktandi beinagrund at bygt víðari á, tí har eru bæði høli og fakfólk, sum eru von við hetta økið.
- Tí er tað heilt óneyðugt at leggja málið í ein arbeiðsbólk og eg dugi ikki at skilja, hví hetta skal taka so langa tíð.
- Hetta er heldur ikki eitt mál, sum hevur tikið seg upp beint nú. Men í hesum føri vóru vit- enn einaferð- vitni til, at tilboð og trygd hjá einum veikum bólki í samfelagnum verða tikin burtur, uttan at hugsað verður nóg væl um avleiðingarnar og uttan at nakað annað er klárt at seta ístaðin.
Eitt annað dømi um hetta er, at tænastumannastørvini á stovnum skulu takast at, hóast tey eru einasta trygd ímóti, at verkfall er á stovnunum og at tey, sum har búgva, koma at liggja hjálparleys.
Eitt triðja dømi er, at stuðulsfólkaskipanin varð broytt, uttan at Almannastovan fekk neyðugu tíðina at gera neyðugar tillagingar og tað fekk ógvuliga óhepnar avleiðingar.
- Hetta er heilt ótrúliga óheppin framferðarháttur. Vit hava onki ímóti broytingum, men tað er ikki nóg gott, tá ið vit ferð eftir ferð síggja, at summi detta niðurímillum, tí broytingarnar eru ikki nóg væl fyrireikaðar.
Annlis Bjarkhamar sigur, at Javni fer nú at biða um fund við Hans Paula Strøm fyri at vita, hvar málið liggur og um, hvør skal hava ábyrgdina av tí.
À hesum fundinum ætlar Javni at vita, hvussu landið liggur, nú smábarnadeildin á Sernámsdeplinum er niðurløgd.
- Vit vilja fegin hava eina greiðari mynd á hvørji tilboð eru til smábørn við serligum tørvi og hvussu vit fáa eitt greiðari ábyrgdarbýtið millum Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið á hesum øki.
- Vit halda, at landsstýrið skyldar foreldrunum hjá hesum børnum at geva teimum gerið boð um, hvat er í væntu og nær, tey kunnu vænta nakað, sigur Annlis Bjarkhamar