Orðaskiftið í ”Hvonn live” leygarkvøldið avmyndaði eina ørkymlandi politiska støðu. Onkur av luttakarunum nýtti entá orðið kaos um samstarvsviðurskiftini millum samgonguflokkarnar. Nógv orka varð nýtt til tjak um fortíðina. Síggja vit burtur frá munnhøggaríi um hvat, ið hendi undir fullveldissamgonguni og hvat, ið hendi undir fyrru ABC samgonguni, so avdúkaði orðaskiftið millum Høgna Hoydal, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen nakrar álvarsamar politiskar trupulleikar, sum samgongan hevur trupult við at loysa. Orðaskiftið avdúkaði eisini, at partarnir aftan fyri ólavsøkupakkan eru avgjørdir um at fremja pakkan. Spurdur um Javnaðarflokkurin ikki var hvokkin av veljarakanningini, svaraði Jóannes, at flokkurin rak ikki politikk eftir veljarakanningum og hann endurtók síðani tað, sum hann áður hevur sagt, nevniliga, at vælferðin skal skerjast. Hann vísti í hesum sambandi til nútímans javnaðarflokkar, sum ikki himpraðust við at skerja vælferðina.
Javnaðarflokkurin letur seg sostatt hvørki ávirka av norska valinum ella vánaligu veljarakanningini. Tað er torført at gita, hvat liggur aftan fyri hesa harðrendu støðu, sum heilt opniberliga kostar flokkinum atkvøður. Hetta kann helst tulkast sum enn eitt greitt signal til samgongupartarnar um, at Javnaðarflokkurin fer ongan veg – ella við øðrum orðum ein roynd at mana leysasøgurnar um, at flokkurin er á veg út úr samgonguni í jørðina.
Samantikið vísti orðaskiftið tveir samgonguflokkar, sum ætla at halda saman til tann beiska enda. Jóannes og Jørgen vóru samdir um, at fíggjarlógin fyri 2010, sum er á veg á tingborð, skal vera sveinastykkið hjá ABC 2 samgonguni. Megnar samgongan at semjast um eina fíggjarlóg innan teir karmar, sum samgongan sjálv hevur sett sær, so heldur hon valskeiðið út. Tað kann væl vera, men so kann verða spurt, hvussu valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum fer at síggja út í mun til veljarakanningina. A og B fara ivaleyst at standa seg, tí politikkurin er júst tann, sum teirra veljarar forvænta. Kann tað sama verða sagt um støðu Javnaðarfloksins?
Høgni Hoydal var sum vera man tann beiski, sum stendur uttanfyri. Hann var afturlítandi at fullveldsissamgonguni, sum Fólkaflokkurin hevði beint fyri, vísti á øll tey mál hjá CHE, sum fóru fyri bakka orsakað av samgonguslitinum, eitt nú fiskivinnupolitikkurin, útbúgvingarpolitikkurin og mentanarpolitikkurin. Tað tóktist, sum Jóannes hevði hug at geva honum rætt við tað, at hann óbeinleiðis viðgekk, at tað neyvan bar til at reka burðardyggan fiskivinnupolitikk við ABC 2.
Tað er áhugavert, at eitt nú Jóannes Eidesgaard nevndi nýggju valskipanina sum orsøk til tað kaos, sum valdar millum tingmenn. Nú landið er eitt valdømi, nýta ávísir tinglimir nógva orku til at markera seg. Vit hava her áður víst á hendan trupulleikan, sum er væl kendur í londum við somu skipan. Tað kann uttan víðari staðfestast, at politiska støðið ikki er hækkað av nýggju skipaninini. Tað er ikki vorðið lættari at stýra landinum, eitt nú tí nýggja valskipanin krevur ein politiskan búnaskap, sum alt ov nógvum tingmonnum manglar.