Í morgin eru 25 ár liðin síðan føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík lat dyranr upp fyri fyrstu ferð.
Tað var 2. juni í 1991 at heimið varð vígt og tikið alment í nýtslu. Formaðurin í Føroysku Sjómansmissiónini, Jákup Kass, prestur vígdi Ørkina. Tað var ein long tilgongd, sum tá var liðug, tí byggingin vardi fleiri ár.
Í mun til sjómansstovuna, sum var bygd á Skúlagøtu í 1958, er Ørkin í Brautarholti 29 eitt sjómansheim og gistingarhús. Tí var tað ein stór broyting og menning av føroyska arbeiðinum í og út frá Reykjavík, tá Ørkin læt dyrnar upp í 1991.
Ørkin er eitt nútímans gistingarhús við 20 kømrum og 65 seingjarplássum. Vesi, brúsa og sjónvarp eru á hvørjum kamari.
Sjómansheimið er enn eitt savningarstað fyri føroyingar á Reykjavíkarleiðini, og eru nøkur reglulig tiltøk har um vetrarhálvuna.
Harímillum er lestur ella møti sunnudagar og føroyskur skúli er leygardagar fyri smærri børn. Føroyingafelagið brúkar sjómansheimið til fundir og onnur tiltøk og sjómanskvinnuringurin savnast einaferð um mánaðin, og Sjómansheimið Ørkin 25 ár
Nú fleiri og fleiri sjúklingar verða sendir til Reykjavíkar, er avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og Ørkina um gisting og mat, og fólk frá sjómansheiminum vitja eisini eftir førimuni umborð á føroysk skip.
Í sambandi við 25 ára dagin verður føroysk gudstænasta leygardagin 4. juni kl. 14.00 í Háteigiskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar.
Móttøka verður í Ørkini frá klokkan 15 har øll eru vælkomin til føðingardagskaffi, umframt at skipað verður fyri møti sunnudagin 5. juni kl. 16.00.










