Ørkymla veljaran!

Oddagrein

 

Føroyski veljarin er meiri ørkymlaður en nakrantíð í málinum um framtíðarstøðu Føroya, eftir orðaskiftini í Fólkatinginum og Fimmaranum mikudagin. Eru mótsetningar í donsku stjórnarfráboðanum í sambandi við yvirtøkuætlanina, heimastýrisskipanina og heildarveitingina, eru sanniliga eisini mótstríðandi viðurskifti í framløgunum hjá løgmanni og varaløgmanni.


Samstundis sum varaløgmaður heldur fast um, at samtyktin um "Sjálvstýri Føroya fólks" merkir fullveldi í seinasta enda, pakkar løgmaður spurningin inn. Hann heldur fram at tosa um komandi samráðingar, eina breiða semju, eins og hann illneitast, tí forsætisráðharrin boðar frá samráðingarúrslitinum, áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar. Hann melur rundan um fullveldisspuringin, sum samtyktin um "Sjálvstýri Føroya fólks" jú endar við!


Her er júst ein munur millum danskar og føroyskar politikkarar. Danska stjórnin hevur tikið eina støðu út frá lóggávuni á hesum øki, hvat hon sjálv heldur, og hvat flokkarnir á Fólkatingi halda. Allir flokkar ? uttan teir víðgongdu á høgraveingi ? eru samdir um, at ein virðilig loysn skal finnast í málinum, men teir halda fast um, at vilja føroyingar hava fullveldi, so verður heildarveitingin lækkað niður í einki eftir fýra ella fimm árum.


Um landsstýrið veruliga roknaði við, at danska stjórnin fór at broyta áskoðan um tey fýra-fimm árini, eftir at landsstýrið einaferð afturat hevði tillagað fullveldisætlanina til at "niðurlaða blokkin" og "tøma heimastýrislógina", so leingi sum endamálið er fullveldi, er bláoygni út um tað mark, sum ikki kann góðtakast fyri ein politikara.


- Søgan endurtekur seg, sigur varaløgmaður. Tað er møguligt, at danska stjórnin tillagar okkurt eftir, hvussu støðan hjá føroyingum broytist, og at okkurt ósamsvar er, men heildarfatanin er tann sama: vilja føroyingar úr ríkisfelagsskapinum, verður skiftistíðin fýra ár! Tí er søgan tann sama og veruleikin tann sami. Men henda veruleika ? við teimum búskaparligu avleiðingunum ? fer landsstýrið ikki at leggja fyri veljaran, tí henda veruleika vrakar veljarin allarhelst. Tað hava veljarakanningar víst, samstundis sum tær hava víst, at meirilutin í Føroya fólk vil hava eina millumloysn! Eftir stendur at landsstýrið skyldar veljaranum eitt svar uppá, hvussu tað ætlar at fáa endarnar at røkka saman bæði tá tað snýr seg um samtyktina um "Sjálvstýri Føroya fólks" og greiðu útmelding stjórnarinnar um fýra ára skiftistíð. Kanska tað var passandi fyri løgmann og fyri allar partar at skriva út val nú!