in sigur Óli Breckmann, at hetta fyrst og fremst hevur persónligar avleiðingar við sær. -Tað harmar meg nógv, at hetta er hent. Vit vita, at John hevur kært málið, og tí koyrir málið enn. [...] Hann vísir annars á, at spurningurin um landsstýrismenn, ábyrgd landsstýrismanna og um landsstýrismenn røkja sítt arbeiði og hvønn týdning teir hava fyri landsstýrið er løgmansins málsøki burturav. -So eg [...] Hann sigur, at sjálvandi skulu landsins lógir haldast, og løgmaður hevur sínar stýrisskipanarligu skyldur at ganga eftir. -Eg rokni við, at løgmaður og John Petersen fara at tosa saman í vikuskiftinum, hvat
anin (Táttur II, kap. 11) er sostatt eitt stórt vónbrot, tí har verður fyrst og fremst hugt at sjálvari kommunusamanlegginini og einstøkum uppgávum, ið kommunurnar eru áhugaðar í at umsita. Men spurningurin [...] kommunalt virksemi í veruleikanum kostar, og orsøkin er júst tann fløkta fíggjarskipanin ímillum landið og kommunurnar. Kommununevndin hevur eitt einfalt uppskot til loysn, og vónandi verður tað tikið til eftirtektar [...] kortini eina viðmerking, og tað er serliga galdandi fyri tann háttin sum kommununevndin nýtir hugtøkini marknaðurin og marknaðarkreftirnar. Í viðgerðini av sambandinum millum kommunurnar og vinnulívið verður
listafólk og listasavnarar. Har sýna nýggj listafólk fram lovandi list undir sensuri. Og hjá einum ungum nýggjum listafólki at kunna siga, at hann ella hon hevur sýnt fram á Den Frie hevur tyngd. Og ikki um [...] íblástur, tí tey tosa saman og spyrja, um tey ivast í tí, tey gera. Og júst á hendan hátt er tað komið, at Ova er aftur er farin at arbeiða við ull. - Mær dámar sera væl at tøva ullina, og eg haldi, at tað er [...] Ein gráan oktoberleygardagsmorgun, so gráur og einkisigandi, sum hann bert kann vera í Keypmannahavn, opnaði framsýningin »Vil Du Kys Min«. Ein sera spennandi og áhugaverd framsýning. Á hesari framsýning
Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum hava fingið uppskot samtykt um at styrkja smámálini í Norðurlondum. Uppskotið varð lagt fyri Norðurlandaráðið í summar og fyrst í hesum mánaðinum [...] partapolitisku. Og tað eigur at vera so. Fyri nøkrum árum síðani hevði Norðurlandaráðið eitt annað býti. Tá sótu ymisku londini fyri seg og arbeiddu fyri sínum egnu áhugamálum. Tað var tungt og ringt at fáast [...] Álendingar og grønlendingar hava býtt seg á henda hátt. Eg havi nevnt hetta fyri formansskapinum í Norðurlandaráðnum og tey eru vælviljað. Støðan er kortini tann, at nevndirnar eru valdar og tí kunnu broytingar
teirri avtaluni, sum Býarfelagið og Landsstýrið eru komin heilt undir land við. ? Sostatt hevur útspælið frá Kommunufelagnum fullkomiliga jarðlagt avtaluna, sum landsstýrið og Býarfelagið vóru komin væl áleiðis [...] stovnað, nevniliga Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður. Næstformaðurin í Tvøroyrar kommuna sigur, at Býarfelagið og Landsstýrið eru komin ásamt um, at tað er neyðugt beinanvegin [...] Býarfelagið at kreppulánsgrunnurin nnrurin skal halda uppat í 2000 og at kommunurnar fáa pengarnar í honum at betala skuld niður við ? Landsstýrið og Býarfelagið eru ósamd um, hvussu stórur parturin hjá landskassanum
eiga 49% av føroyskum alibrúkum. Málið var til umrøðu í tinginum í farnu viku, og tað fekk misjavna undirtøku, bæði í andstøðu og í samgongu. Teir einastu, sum treytaleyst tóku undir við Finnboga Arge vóru [...] framat. Og hann fanst at Føroya Banka fyri alipolitikkin, tí eina tíð vildi bankin ikki fíggja alingina meiri, men hevði gjørt av at koyra alibrúk av landinum til Noregs fyri ?einhvønn prís?. Og tað ljóðaði [...] Old ?Skúma fløtan? Annars vóru tað fleiri tingmenn, bæði úr samgongu og úr andstøðu, sum vísti á tann vandan, at áttu útlendingar fyrst 49% av alivinnuni, so var so skjótt, at teir kundu fáa strámenn til
borg men slaka og royna at sættast við afturhaldið, so gera vit krøv og sjónarmið teirra stovubær og góðtakilig. Tá sópa vit sjálvi munin burtur millum vinstra og høgra, millum samhaldsfesti og sjálvsøkni [...] heimlig og altjóða viðurskifti. Síðani síðst í sekstiárunum høvdu rørslur og felagsskapir tikið seg fram, fyri øktum rættindum hjá verkafólki, fyri ungdómsrættindum og kvinnufrígering, fyri andaligum og sa [...] fólkum og tjóðum, fyri heimsumfatandi avdubbing og friði. Afturímóti vaks ein sonn mcCartyistisk afturhaldsøsing upp gjøgnum 70-ini í Føroyum, har man royndi at ræða og terrorisera fólk til at tiga og geva
Vitnini breiðkaðu kjakið og gjørdu tað spennandi, men fyri føroyingar var ikki so nógv nýtt í sendingini. Sendingin var fyrst og fremst ætlað donskum lurtarum sum upplýsing, og til tað var hon góð, sjálvt [...] hann hevði kortini ikki væntað, at hetta fór at henda so skjótt, og saknaði hann tí eisini í sendingini svar upp á, hví hetta hendi júst nú og eitt nú ikki fyri tíggju árum síðani ella kanska um tíggju ár [...] sum heild - tí tað er ov sjáldan, at ein hoyrir danir rósa felagsskapinum og viðurkenna Grønland og Føroyar. Sæð við donskum brillum verður tað eitt stðrt tap fyri Danmark, um ríkiseindirnar fara frá hvørjum
reglur, og alt má haldast. Tú verður sera bilsin, tá tú sær, hvussu væl hetta skipið er útgjørt og hvussu væl alt er lagt tilrættis. Vitjað verður kring alt skipið. Fyrst verður farið í maskinrúmið. Og umframt [...] Aberdeen, sum skuldi flúgva okkum yvir Wick og Scabster og leiðina víðari út á Foinaven feltið. Túrurin tók knappar tveir tímar. Tað er bert umleið gott og væl eitt ár síðani, at Foinaven oljufeltið, sum [...] í øllum góðum og eru nú bráddliga hálva leiðina heima aftur. Petrojarl Foinaven er eitt sokallað FPSO-skip, (Floating Production, Storage and Offloading Ship) sum viðger olju og gass og hevur stórar g
mál og sum so ofta fyrr verið millum teir bestu á StÍF-liðnum. Yngri beiggin Alexandur hevði ikki ein so góðan dag sunnudagin, og tí lá uppgávan at skjóta málini fyrst og fremst á John Petersen og Elias [...] i Finn og Áki Mørk stóðu seg væl, og í Boga Henriksen eigur Neistin eisini ein av landsins bestu málmonnum. Í seinna hálvleiki vóru teir konsentreraðir í verjuni, og skotroyndirnar hjá John og Eliasi blivu [...] eina løtu í verjuni, og nakað inn í fyrra hálvleik keikti hann sær fótin, og so var dysturin liðugur fyri hansara viðkomandi. Annars var tað løgið at síggja, at tað vóru strandingar og dómararnir, sum tóku