Má fara frá

- John Peterersen má fara frá sum landsstýrismaður sum skjótast. Tað kann ikki vera nakar ivi um tað. Hetta er viðmerkingin frá Høgna Hoydal, varaløgmanni, sum í løtuni er í Danmark

Jan Müller

Turið Kjølbro


Høgni Hoydal roknar við, at John Petersen sjálvur biðjur um at verða loystur úr starvinum, eftir at dómur er fallin í málinum.

Hann vísir annars á, at spurningurin um landsstýrismenn, ábyrgd landsstýrismanna og um landsstýrismenn røkja sítt arbeiði og hvønn týdning teir hava fyri landsstýrið er løgmansins málsøki burturav. -So eg ivist onga løtu í, at løgmaður tekur ta avgerð, sum er røtt, nú málið er komið hertil.

Uppá fyrispurning um hann sær dómin sum nakran trupulleika fyri samgonguna sigur Høgni Hoydal, at tað ger hann so avgjørt ikki. Samgongan fer at halda fram við sínum arbeiði sum higartil.

- Dómurin er sum so eitt eindømi í føroyskari søgu. Málið hevur verið viðgjørt av fjølmiðlunum, og vit hava sagt okkara meining við løgmann um, at hetta er hansara avgerð.

Høgni Hoydal heldur fyri, at hetta er ein persónlig tragedia fyri báðar partar. Hann sigur seg onga viðmerking hava til privatlívið hjá John Petersen men vísir á, at hann einki hevur at fýlast á í sambandi við arbeiði hansara sum landsstýrismaður.

Sosialurin hevur biðið Óla Breckmann formann í fólkaflokkinum um eina viðmerking.

Hann sigur, at sjálvandi skulu landsins lógir haldast, og løgmaður hevur sínar stýrisskipanarligu skyldur at ganga eftir. -Eg rokni við, at løgmaður og John Petersen fara at tosa saman í vikuskiftinum, hvat nú skal henda.

Uppá fyrispurning, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri fólkaflokkin sigur Óli Breckmann, at hetta fyrst og fremst hevur persónligar avleiðingar við sær. -Tað harmar meg nógv, at hetta er hent. Vit vita, at John hevur kært málið, og tí koyrir málið enn.