Mær dámar illa hesi persónligu álopini í politiska tjakinum, eisini at skula verja meg sjálvan móti slíkum. Grundin til hesa støðu er at tjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgerða málið, sakina.
Eg vil tó gera eitt undantak við greinini hjá Manna Perssyni í Sosialinum týsdagin t. 24. des. Ikki tí at eg haldi tað er so áhugavert at viðgera mín persón fyrr og nú, men tí grein Manna gevur mær høvið til nakrar prinsipiellar viðmerkingar um støðu mína og óivað eisini hjá fleiri øðrum vinstrahallum til Javnaðarflokkin.
Manne roynir í sini grein tey lokabrøgd, sum mangan er tikið til móti fólki, sum frá ungum árum hava virkað íðin í politiskum tjaki. Nevnliga at leita í gomlum bløðum eftir onkrum hóskiligum sitati frá teirra yngru árum at slongja í skonina á teimum sjálvum seinni.
Manne hevur leitað í gomlum útgávum av tí vinstrahalla Framanum, sum eg í nógv ár skrivaði í og gav út saman við nógvum øðrum góðum fólki. Har hevur hann í einum 20 ára gomlum Frama funnið eitt sera langt og drúgt brot úr eina oddagrein, sum eg kann hava skrivað, hóast onki navn stendur undir. Hetta sitatið ætlar hann so skal negla meg sum svíkjara móti egnum sosialistiskum idealum.
Kjarnin í hesum sitati eins og í allari oddagreinini er ein harður kritikkur av víkjandi politikki Javnaðarfloksins móti tí borgarliga og ofta smáfasistiska afturhaldinum, sum tá í sjeytiárunum herjaði fram í Føroyum. Afturhaldsmenn nú á døgum eru reinir sunnudagsskúlalærarar aftur ímóti tí, sum tá gekk fyri seg.
Afturhalds-
ágangurin í 70?unum
Tá fór fram í føroyskum bløðum, fram um alt í Dimmu og Dagblaðnum, ein ótespiligur ágangur, álíkur eini heksajagstran, ikki bert móti vinstrahallum men einum og hvørjum borgara í landinum, sum dittaði sær at tala fyri progressivum sjónarmiðum í samfelagstjaki um heimlig og altjóða viðurskifti. Síðani síðst í sekstiárunum høvdu rørslur og felagsskapir tikið seg fram, fyri øktum rættindum hjá verkafólki, fyri ungdómsrættindum og kvinnufrígering, fyri andaligum og samfelagsligum frælsi, fyri frælsi hjá kúgaðum fólkum og tjóðum, fyri heimsumfatandi avdubbing og friði. Afturímóti vaks ein sonn mcCartyistisk afturhaldsøsing upp gjøgnum 70-ini í Føroyum, har man royndi at ræða og terrorisera fólk til at tiga og geva seg undir eitt borgarligt meiningadiktatur. Tað var líka við at man royndi at billa fólki inn, at tað lá ein kommunistiskur barnaátari undir hvørjari hampamannasong.
Tað var undir hesum umstøðum at Framin ákærdi Javnaðarflokkin fyri ikki at standa nóg væl ímóti afturhaldságanginum. Hvat vit nú 20 ár seinni halda, um hvussu røtt henda metingin tá av Javnaðarflokkinum var, kunnu vit altíð tjakast um. Hinvegin vil eg enn standa við innihaldið í tí drúgva sitatinum hjá Manna: at táið afturhaldið herjar á í óløgum, sum mangan hava tikið seg upp - og eisini í framtíðini fara at taka seg upp - tá er tað ein skeivur politikkur at royna at bjarga sær við at hopa undan. Tí - fyri at taka eitt pettið úr sitatinum hjá Manna úr Framanum í 1978 – "Av royndum vita vit, og tað áttu javnaðarmenn eisini at vita, so ofta teir hava roynt tað, at fyri hvørja ferð ein víkir fyri afturhaldinum, so herjar tað enn harðari á." Eg havi tikið hesa læruna við mær inn í Javnaðarflokkin, at verja vit ikki borg men slaka og royna at sættast við afturhaldið, so gera vit krøv og sjónarmið teirra stovubær og góðtakilig. Tá sópa vit sjálvi munin burtur millum vinstra og høgra, millum samhaldsfesti og sjálvsøkni.
Aðalmunurin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin
Tað átti annars at givið Manna Persson o.ø. okkurt at hugsa um, hví hesi vinstrahallu framafólkini bert funnist at Javnaðarflokkinum og ikki eisini at Tjóðveldisflokkinum í hesi umrøddu oddagrein? Tað var av teirri einfaldu orsøk, at vit ongar vónir høvdu til Tjóðveldisflokkin. Sjálvur avnoktaði Tjóðveldisflokkurin púra at standa til vinstru ella til høgru, at vera fyri eini sosialistiskari ella borgarligari samfelagsskipan. Har vóru tey nationalistisku og mangan chauvinistisku sjónarmiðini so einaráðandi, at vit roknaðu ikki Tjóðveldisflokkin uppí vinstrakreftirnar. Tað gjørdu vit hinvegin við Javnaðarflokkin - hóast vit funnist so harðliga at honum, men sum við ein íð hóast alt stendur á somu síðu sum ein sjálvur.
Hetta var aðalmunurin tá - og er tað enn í dag - at Javnaðarflokkurin stendur vinstrumegin, hóast mistøk og skeivar avgerðir hava verið og eisini fara at koma.
Eisini í sjálvstýrispolitikkinum kom hesin munur til sjóndar. Framin hevði upprunaliga eina parolu um "sosialistiskt tjóðveldið". Men longu fyrst í 70?unum var stór ónøgd okkara millum við orðið "tjóðveldið" sum eina ábending til afturhaldslig tjóðveldissjónarmið. So í staðin fyri settu vit í endamálsorðingarnar "sosialistiskt samfelag" og "tjóðskaparligt frælsi".
Somuleiðis við paroluni, sum til tá hevði staðið undir blaðheitinum á forsíðuni á Framanum: "Fyri sjálvstýri og sosialismu". Hana tóku vit og vendu til: "Fyri sosialismu og sjálvstýri". Hetta varð gjørt fyri at vísa á, hvat vit meintu var tað yvirorðnaða málið av hesum báðum, hvat íð hevði tann størsta týdningin, hvat íð stóð fremst.
Eisini hetta gjørdi tá og ger enn í dag ein aðalmun millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í sjálvstýrisspurninginum. Javnaðarflokkurin hevur sum sítt fremsta mál at verja og menna lívskor fólksins, vælferðina í gerandisdegnum, og samstundis støðugt at vinna framá í stríðnum fyri eini samhaldsfastari samfelagsskipan. Út frá hesum verður politikkurin fyri búskaparligum sjálvbjargni og politiskum sjálvstýri lagdur. Tjóðveldisflokkurin hevur sum sítt einaráðandi mál at skipa Føroyar sum eitt fullveldi og hevur valt at gera hetta eftir uppskrift Fólkafloksins og við Fólkafloksins hjálp. Vit nýtast ikki at illgita, vit kunnu bara lesa í Dagblaðnum, hvat tær búskaparligu og sosialu fortreytirnar eru fyri tí, og hvussu hetta samfelagið í høgrafullveldinum skal skipast.
Tey vinstrahallu sjónarmiðini rúmast
í Javnaðarflokkinum
Tað hava verið gjørdar nógvar royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin. Tær eru allar so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av øllum hesum ymisku royndunum er, at soleiðis sum politisku viðurskiftini eru í Føroyum, er ikki rúm fyri nøkrum flokki vinstrumegin Javnaðarflokkin. Eg trúgvi og vóni heldur ikki at tað skal verða neyðugt, tí at tær vinstrahallu kreftirnar og tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og verða ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi fyritreyt at eg játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Tann føroyski Javnaðarflokkurin røkkur longur til vinstru enn teir sosialdemokratisku flokkarnir í hinum norðanlondunum. Har er eisini rúm fyri upp til fleiri flokkum vinstrumegin. Teir eru eisini harðliga tiltrongdir. Var eg t.d. búsitandi í Danmark í dag, hevði tað ikki verið hugsandi at eg hevði atkvøtt fyri tí danska sosialdemokratiska flokkinum, eg hevði óivað valt Eindarlistan.
Tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum fyri radikalum vinstrahallum sjónarmiðum, sjálvt um tað kanska ikki altíð sæst so væl í gerandispolitikkinum. Tað havi eg longu upplivað mína stuttu tíð í Javnaðarflokkinum, á limafundum, landsfundi, leiðslufundi og teim nógvu fundunum í tingbólkinum. Tað er júst hetta sum hevur undrað og glett meg mest, hvussu hugsjónarliga vítt tað er til veggja, í sera lívligum og ofta hvassum orðaskifti, um sosialismu og um sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og politiskar hugsjónir.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin









