Broyting uttan samskipan

Líkt er til, at vit ikki vita, hvat vit vilja við tí almenna sektorinum í Føroyum. Kommunuálitið leggur upp til eina decentralisering av almennu umsitingini, men samstundis eru bygnaðarbroytingarnar í miðfyrisitingini í fullari ferð við at miðsavna ta almennu umsitingina. Vandin er tí stórur fyri, at nýggja kommunuskipanin gerst óbrúkilig, meðan miðfyrisitingin framhaldandi veksur uttan fyrilit. Endaliga úrslitið kann gerast ein stórur, kostnaðarmikil og ineffektivur almennur bygnaður, ið als ikki er førur fyri at nøkta tørvin hjá borgarum og vinnulívi

Gestur Hovgaard

Ronnie Thomassen


Almenni sektorurin kann viðgerast við tveimum atlitum: Bygnaðurin í almennu fyrisitingini og spurningurin um tær tænastur tað almenna skal bjóða borgarum og vinnulívi (vælferðarspurningurin). Í hesi greinini viðgera vit bert tann fyrra spurningin, meðan vælferðarspurningurin verður tikin upp í næstu grein sum ein partur av viðgerðini av sambandinum millum alment og privat.


Seinastu tvey árini er almenna miðfyrisitingin vaksin almikið, uttan at nøkur politisk viðgerð av týdningi hevur verið av gongdini. Aftaná mikið politiskt rumbul á sumri 1996, tá bygnaðarbroytingarnar í miðfyrisitingini vóru samtyktar, hevur ongin verulig mótstøða verið at sæð. Hinvegin er ikki líkt til, at bygnaðarbroytingarnar hava tey mongu viðhaldsfólkini uttan fyri ta almennu umsitingina.

Men tað er í tøkum tíma, at spurningurin verður tikin upp til almenna politiska viðgerð, saman við meginspurninginum um, hvat vit vilja við almenna sektorinum í Føroyum. Heldur núverandi gongdin fram, er sannlíkt, at vit um fá ár hava eitt yvirumsitið samfelag við eini nógv størri og kostnaðarmiklari fyrisiting, enn samfelagið hevur ráð og orku til. Tí er avgerandi neyðugt, at føroyski almenni sektorurin verður skipaður soleiðis, at hann kann loysa neyðugar samfelagsuppgávur so effektivt sum møguligt við grundarlag í tí tilfeinginum, sum føroyska samfelagið megnar.

Vit hava kortini ein upplagdan møguleika fyri eini grundleggjandi viðgerð og endurskipan av almenna sektorinum í Føroyum. Tí uttan at vit rættiliga hava givið okkum far um tað, hevur kommunuálitið sett kjarnuspurningarnar á dagsskránna. Hesir eru: Hvørjir karmar skulu leggjast kring tann almenna sektorin í Føroyum, og skal tann almenna fyrisitingin harvið vera central ella decentral?


Tað næstan gloymda kommunuálitið

Kommunuálitið er nærum farið aftur við borðinum í eini deyðatøgn. Onki alment orðaskifti av týdningi, og politiskt hevur eisini ógvuliga lítið verið at hoyrt til málið. Hetta er undrunarvert, tí eftir føroyskum viðurskiftum hevur arbeiðið hjá kommununevndini bæði verið drúgt og umfatandi. Álitið er tí ikki til at koma uttanum í viðgerðini av almenna sektorinum í Føroyum, og tí er umráðandi at gera sær greitt, hvørjar dygdir og lýti eru í kommunuálitinum.

Tilmælini frá kommununevndini kunnu samanfatast í tríggjar høvuðsbólkar:


1.Skipan av einum umfatandi lógarsavnið við øllum lógum og lógargreinum, ið eru viðkomandi fyri kommunurnar (Táttur I, partur I).

2.Ein umfatandi lýsing av verandi kommunubygnaði (Táttur I, partur II), sett saman við einum útgreinaðum uppskoti til nýggjan kommunubygnað við fleiri alternativum møguleikum.

3.Ein viðgerð av teim núverandi uppgávunum hjá kommununum út frá tí dagligu arbeiðsgongdini. Viðgerðin er samansjóðað við uppskotum til, hvørjar uppgávur ið kunnu leggjast út til tær komandi stór-kommunurnar (Táttur II).


Ongin ivi er um, at bæði lógarsavnið og lýsingin av spurningunum viðvíkjandi kommunubygnaðinum eru av alstórum týdningi. Uttan hetta tilfar er heilt einfalt ikki møguligt at gera nakra endurskipan av føroysku kommunalu skipanini, og hesin parturin av arbeiðinum hjá kommununevndini kann tí í stóran mun takast til eftirtektar sum eitt haldgott grundarlag fyri komandi endurskipanini.

Harvið er sjálv viðgerðin (analysan) av, hvørjar uppgávur kunnu leggjast út til kommunurnar aftaná eina endurskipan av bygnaðinum, vorðin tann mest á-hugaverdi parturin av álitinum. Tí júst mótvegis hesum partinum kunnu flestu viðmerkingarnar gerast til arbeiðið hjá kommununevndini, og tær eru bæði positivar og negativar.


Munandi betri fíggjarstýring

Ongin sum helst ivi er um, at samansetingin av kommununevndini hevur stóran týdning fyri dygdina av arbeiðinum. Tað er serliga galdandi fyri partar av viðgerðini (analysuni) av teim kommunalu uppgávunum, sum í stóran mun er gjørd av fólki ið hava hetta sum sítt dagliga yrki. Harvið verður viðgerðin merkt av praktiskum innliti í teim viðurskiftum, ið skulu endurskipast, og tað er ikki altíð ein sjálvfylgja í nevndararbeiði av slíkum slag.

Hetta sæst aftur í viðgerðini av fíggjarliga ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur (Táttur II, kap. 7), har trupulleikarnar við verandi skipan eru nágreiniliga lýstir. Evnið er sera torgreitt, men viðgerðin megnar kortini at lýsa trupulleikarnar somikið greitt, at onnur enn fíggjarserfrøðingar skilja støðuna.

Í sama viðfangi megnar nevndin at seta ein annan trupulleika á dagsskránna, sum fólk flest ikki vita er til. Hesin er, at borgarin í stóran mun onga fatan hev

ur av, hvat kommunalt virksemi í veruleikanum kostar, og orsøkin er júst tann fløkta fíggjarskipanin ímillum landið og kommunurnar. Kommununevndin hevur eitt einfalt uppskot til loysn, og vónandi verður tað tikið til eftirtektar.

Lagt verður eisini upp til, at kommunala nýtslan av skattapeninginum gerst meira effektiv. Nevndin hevur arbeitt við uppskoti til eina kommunala fíggjarstýringsskipan, ið kann samansjóðast við fíggjarstýringsskipanina hjá landinum (p. 100ff). Verður hetta uppskotið sett saman við tilráðingini um decentralisering av líkningarmyndugleikanum (p. 66f), gerst munandi lættari at arbeiða við fíggjarstýring úti í nýggju stór-kommununum.

Í hesum sambandi er tó undrunarvert, at treytin fyri grannskoðanina ikki er ein ríkisgóðkenning, men at skrásettir grannskoðarar eisini kunnu grannskoða kommunalu rokniskapirnar. (§45 stk.1 í uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg). Talan verður nevniliga um so stórar upphæddir, at neyðugt er við tí trygd fyri dygdini av grannskoðanini, sum ein ríkisgóðkenning eigur at geva.


Verksetingarætlanin

er eitt vónbrot

Viðgerðin av inntøkusíðuni hjá kommununum er tann mest væleydnaði parturin av tilmælunum í kommunuálitinum. Men kommununevndin megnar tíverri ikki at breiða tað høga støðið frá viðgerðini av inntøkusíðuni til restina av tilmælunum um innihaldið í tí nýggja kommunala bygnaðinum. Úrslitið er, at tilmælini hjá nevndini hava eina álvarsliga slagsíðu ímillum karmarnar um kommunala bygnaðin og sjálvt innihaldið í tí nýggja bygnaðinum.

Nógv tann størsti trupulleikin í álitinum er, at tey leggja eina rúgvu av uppskotum á borðið um at flyta uppgávur út til tær nýggju stór-kommunurnar. Men tú skal leita leingi fyri at finna nakað, sum minnir um eina viðgerð av, hvussu hetta skal gerast. Hetta mistakið er ein klassikari í øllum útviklingsarbeiði, og tað er harmiligt at kommununevndin ikki er sloppin undan tí. Ein møgulig frágreiðing er, at nevndin hevur mett, at spurningurin liggur uttan fyri arbeiðssetningin. Men um so er, kundu tey bert hava tulkað arbeiðissetningin breiðari, tí tað hava tey gjørt í øðrum førum. Spurningurin um kommunuskuldina er nevniliga eisini uttanfyri arbeiðssetningin, men hann er kortini viðgjørdur í álitinum (p. 103ff).

Verksetingarætlanin (Táttur II, kap. 11) er sostatt eitt stórt vónbrot, tí har verður fyrst og fremst hugt at sjálvari kommunusamanlegginini og einstøkum uppgávum, ið kommunurnar eru áhugaðar í at umsita. Men spurningurin um tey krøv, ið allar tær nýggju uppgávurnar seta til fyrisitingina í kommununum, verður als ikki viðgjørdur í verksetingarætlanini. Við undantak av Havnini og møguliga Klaksvík hava føroysku kommunurnar onga umsiting av týdningi. Tí skuldi tað verið sjálvsagt, at kommununevndin kom við einum boð uppá, hvørjar fyritreytir skulu til fyri at uppbyggja tær nýggju kommunalu umsitingarnar heilt frá grundini av. Men spurningurin fær onga veruliga viðgerð í álitinum, og tað er sera harmiligt.


Hvat við kommunalu fyrisitingini?

Tann væntandi viðgerðin av kommunalu fyrisitingini sæst aftur á fleiri økjum. Til dømis verður onki gjørt við spurningin um, hvussu kommunurnar, ið hava eina størri umsiting (Havn og Klaksvík), ætla at nøkta tey krøv, sum eitt broytt uppgávubýti setur til teirra. Skal landið lata ábyrdarøki frá sær, er púra greitt, at krøv kunnu setast til tann, ið skal yvirtaka uppgávurnar. Hetta er sostatt ikki ein spurningur um uppílegging í innanhýsis viðurskifti hjá Havnini og Klaksvíkini. Heldur er hetta ein viðurkenning av, at komandi broytingarnar seta verandi kommunalu umsitingina í eina heilt nýggja støðu, ið sjálvandi krevur eina stóra innanhýsis umskipan av bæði fyrisitingini og býráðsarbeiðinum. Tí átti ein viðgerð av hesum spurninginum at verið ein náttúrligur partur av kommunuálitinum.

Somuleiðis kunnu vit seta spurnartekin við, um tær minstu kommunurnar í uppskotinum (Sandoyar kommuna og Sundalags kommuna) í heila tikið eru førar fyri at uppbyggja eina nøktandi fyrisiting. Kommununevndin hevur eftir øllum at døma ikki viðgjørt spurningin, men greiði má fáast á honum, áðrenn ætlanin verður sett í verk.

Líkt er til, at ætlanin er at býta Suðuroynna í tvær kommunur, og møguliga eisini gera fleiri smærri kommunur í Eysturoynni. Leggja vit okkum í geyma, at avleiðingin av nýggja uppgávubýtinum verður ein munandi størri kommunal fyrisiting, er greitt, at hetta er heilt burturvið. Til dømis gevur tað heilt einfalt onga meining at hava eina dupulta kommunala umsiting í Suðuroynni, tí hetta kostar borgaranum almikið í skattapengum; og fyri ikki at nevna møguleikan fyri samstarvstrupulleikum ímillum tvey øki (Vágur og Tvøroyri), sum søguliga sæð altíð hava kappast. Greitt er, at tað gongur long tíð, áðrenn eitt veruligt samstarv millum bygdirnar í Suðuroynni fæst í lag, um oyggin verður til eina kommunu. Men verða tvær kommunur skipaðar í Suðuroynni, er ein avgerandi fyritreyt fyri framtíðar samstarvinum í oynni burtur, tí kommunurnar fara uttan iva bæði at kappast og klandrast sínamillum. Vit ávara tí staðiliga ímóti hesi loysnini.

Høvuðstrupulleikin í samband við nýggju kommunuskipanina er, hvussu vit fáa eina fyrisiting úti í kommununum, sum bæði er før fyri at veita borgarunum eina dygdargóða tænastu og samstundis megnar at gagnnýta skattapeningin effektivt. Kommununevndin hevur tíverri onki greitt boð, og tað sær ikki mætari út, enn at hildið verður, at bara tú leggur uppgávurnar út til kommunurnar, so kemur restin av sær sjálvum. Eitt gott dømi er trúgvin uppá, at nýggju stór-kommunurnar kunnu fáa skikkað (kvalificerað) stravsfólk, tí arbeiðið gerst meira áhugavert (p. 113f). Hetta er ein rættiliga naivur hugsunarháttur, tí tað er púra greitt, at fólk í dag seta nógv størri krøv til løn, arbeiðisumstøður og livimøguleikar á staðnum, um tey skulu flyta út um meginøkið.


Misskiltar marknaðarkreftir

Sjálvandi er ómøguligt at viðgera kommunuálitið út í æsir á hesum stað, tí so hevði neyvan verið pláss fyri øðrum tilfari í hesum Sosialinum. Men ávísir aðrir partar av tilmælinum krevja kortini eina viðmerking, og tað er serliga galdandi fyri tann háttin sum kommununevndin nýtir hugtøkini marknaðurin og marknaðarkreftirnar. Í viðgerðini av sambandinum millum kommunurnar og vinnulívið verður nevniliga sagt, at marknaðurin sjálvur syrgir fyri javnvág. Tað almenna skal tí ikki blanda seg upp í marknaðarkreftirnar, og kommunurnar skulu tí hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis vera partur av vinnulívinum (p. 106ff).

Satt at siga skal ein leita leingi eftir eini slíkari fundamentalistiskari trúgv uppá marknaðin, og tað hevði tí verið rættiliga hent, um kommununevndin kundi komið við onkrum praktiskum dømi uppá hesa ?marknaðarjavnvág?, ið tosað verður um. Eftir okkara tykki hoyrir ein slík naiv og læribókakend fatan av hvat ein marknaður er als ikki heima í einum áliti av hesum slag. Tað eru skrivaðir kilometrar av bókum um marknaðin sum hugtak, og tí er heilt burturvið at henda einstaka fatanin (neoklassisk búskaparteori) verður hevjað upp til ein almennan sannleika, sum spurnartekin ikki kann setast við.

Stutt sagt, verða marknaðir skaptir av livandi menniskjum og ikki ósjónligum hondum. Tað finnst ikki ein marknaður, men óteljandi marknaðir. Teir eru uppbýttir í bæði lokalar, nationalar eins væl og altjóða marknaðir, og geva heilt ymiskar avbjóðingar og møguleikar fyri lokalari menning. Hetta viðgongur kommununevndin eisini óbeinleiðis, tá mælt verður til, at kommunurnar skulu hava heimild at eiga bygningar á havnaøkjunum og reka hesar eftir vinnuligum fyritreytum (p. 69 og p. 108).

Møguliga stava metingarnar hjá kommununevndini um sambandið millum kommunur og vinnulív frá royndunum við ræðslufyridømunum av Sandi og Tvøroyri, sum hava elvt til ovurstóra skuld. Greitt er at hetta ikki má endurtaka seg, og greitt er eisini, at kommunurnar ikki skulu nýta almennan pening til beinleiðis at kappast við privatar.

Men merkir hetta eisini, at vit skulu nokta kommunum at vera við í menningarfeløgum, vinnulívsfeløgum, at byggja vinnulívs- og vitanarnetverk ella á annan máta stuðla lokalum vinnulívi? Gera vit tað, verður skjótt øskukalt í mongum føroyskum heimi.

Alma og SEV

Í tilmælinum viðvíkjandi almannaverkinum (p. 64f) er rættiliga stórur saknur í eini eins nágreiniligari viðgerð sum kommununevndin hevur gjørt á skattaøkinum. Tað er m.a. eitt sindur torført at skilja, hví pensiónsøkið ikki eins væl kann leggjast út til kommunurnar, sum forsorgarøkið?

Rættast hevði tí verið at samansjóðað tær ætlaðu broytingarnar á almannaøkinum við broytingarnar í kommunala bygnaðinum. Tað kundi verið gjørt við eini sonevndari ?socialkommisión?, ið fekk til uppgávu at gera eitt samlað uppskot við broytingum av almannaverkinum, soleiðis at tað í størst møguligan mun verður latið kommununum at umsita. Eitt decentralt almannaverk, ið byggir á føroyskar fyritreytir, hevði verið munandi meira hóskiligt enn tann núverandi støðan, har grundarlagið undir almannaverkinum fyri tað mesta er ein hópur av gomlum donskum lógum. Stórt betri er ikki, at gomlu donsku lógirnar nú eru á veg til at verða avloystar av nýggjum føroyskum lógum, sum tíverri í alt ov stóran mun eru vánaligar umsetingar av donskum lógum.

Kommununevndin hevur eisini megnað at komið rundanum ein tann størsta trupulleikan í verandi kommunubygnaði við at siga minst møguligt og kortini ávísa eina gongda leið ímóti eini loysn. Hesin trupulleikin er, hvat gerast skal við felagskommunala felagsskapin SEV. Kommununevndin loysir hann við at siga elveiting vera eina landsuppgávu (p. 60), og harvið er svartiper endaður úti í Tinganesi!

Greitt er, at spurningurin, um hvat gerast skal við SEV, lættliga kann gerast ein stórur politiskur stríðsspurningur, tí fyritøkan hevur áður víst seg at vera ógvuliga máttmikil. Ilt er at siga, hvat hetta endar við, men ein møguleiki er, at SEV verður gjørt til eitt alment partafelag eins og telefonverkið. Harvið er trupulleikin tó ikki loystur, og spennandi verður tí at síggja, um landsmyndugleikarnar megna at halda eftirlit við SEV, ella um fyritøkan kann halda fram uttan stórvegis broytingar.

Í gjøgnumgongd okkara av kommunuálitinum hava vit ferð eftir ferð rent okkum í eitt ávíst fyribrigdi, sum vit ikki kunnu lata vera við at koma við einum lítlum hjartasuffi um. Álitið er merkt av, at nakrar ræðuligar máliskur av og á koma fyri, sum bæði gera tað tungt og tvørligt at lesa álitið. Nøkur dømi eru: ?Miðfirringarligur fyrimunur?, ?eyðlýst?, ?eftirløningur?, ?áeggjan? o.s.fr. Hetta stavar óivað frá einum óhepnum rættlestri, og skal tí ikki leggjast kommununevndini til last. Men hartil eru fleiri vanligar stavivillur at finna kring álitið. Okkara vón er tí, at fólk, ið rættlesa fyri tað almenna, nýta høvið at rætta stavivillurnar, heldur enn at gera alt tað tey eru ment fyri at forbrongla sjálvan tekstin.


Vinstra hond veit ikki, hvat høgra hond ger

Hóast vit hava verið rættiliga hvassorðaðir í viðgerðini av kommunuálitinum, skal ongin ivi vera um, at nevndin hevur havt eina sera trupla uppgávu. Ongir veruligir politiskir málsetningar eru um, hvussu almenna umsitingin í Føroyum skal skipast. Og harumframt hava stórar bygnaðarbroytingar verið settar í verk í miðfyrisitingini, sum í veruleikanum ganga beint ímóti arbeiðssetninginum hjá kommununevndini. Skal nýggja kommunuskipanin av álvara setast í verk, skulu aðalstýrini lata nógvar av uppgávunum, sum tey júst hava yvirtikið, til tær nýggju stór-kommunurnar.

Her er greitt, at logikkurin haltar álvarsliga. Hví eru ein rúgva av uppgávum miðsavnaðar í aðalstýrini, samstundis sum kommununevndin hevur arbeitt við at decentralisera tær???

Sjálvandi er eyðsæð, at tað er ómøguligt at fremja veruligar broytingar av bygnaðinum í almennu fyrisitingini í Føroyum, um broytingarnar í kommunubygnaðinum ikki vera samansjóðaðar við broytingarnar í miðfyrisitingini undir landsstýrinum. Men tann einasta samansjóðingin, ið okkum hevur eydnast at fáa eyga á, er ein fótnota á síðu 66 í niðurstøðunum hjá kommununevndini, har fíggjarmálastýrið sigur seg ivast í, um tað er ráðiligt at skilja toll- & MVG-økið burtur frá líkningarmyndugleikanum.

Skal greiði fáast á hvør lagnan hjá nýggju kommunuskipanini kann blíva, er sostatt neyðugt at vit líta at gongdini í bygnaðarbroytingunum í miðfyrisitingini hjá landsstýrinum.


Bygnaðarbroytingar

í sjálvsving

Tær víðagitnu (ella ?herostratiskt kendu?) bygnaðarbroytingarnar í Tinganesi byrjaðu við, at ein tilvildarligur danskur embætismaður knappliga skuldi gera eina umfatandi broytingarætlan fyri ta føroysku miðfyrisitingina. Søgurnar um, hvussu hetta kom í lag, vóru nógvar, og enn eru allar hendingarnar ikki komnar fram fyri almenningin; eins og vit ikki vita, hví tað júst skuldi vera tann síðan so víðagitni Finn Norman Christensen, ið skuldi kollvelta ta føroysku miðfyrisitingina.

Rumbul kom fleiri ferðir í, meðan arbeiðið fór fram. Atfinningarnar frá fólkum í almennu fyrisitingini vóru nógvar, men aftaná umleið eitt ár var endaliga uppskotið almannakunngjørt. Sum fólk flest minnast, elvdi almannakunngeringin av uppskotinum til, at javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni. Men hóast samgonguslitið og nógvar harðar atfinningar, varð uppskotið nærum óbroytt sett í verk av táverandi løgmanni.

Sjálvir viðgjørdu undirritaðu álitið í eini drúgvari grein í Dimmalætting (8. juni 1996), har niðurstøður okkara vóru:


- at arbeiðissetningurin var sera ógreiður

- at endaliga uppskotið var hálvliðugt, ósamanhangandi og merkt av álvarsomum mistøkum

- at ov stórt vald er miðsavnað hjá aðalstjórunum

- at bygnaðurin hevur álvarsamar innbygdar trupulleikar

- at bygnaðurin ikki er lagaður til tørvin hjá føroyska samfelagnum


Tað er altíð harmiligt at fáa rætt í negativum spádómum, men gongdin síðan 1996 sýnir tíverri, at alt ov nógvar av niðurstøðum okkara eru vorðnar til veruleika. Miðfyrisitingin er munandi vaksin, og samstundis er hon vorðin nógv dýrari.

Í Dimmalætting 30. oktober 1998 vísti Kjartan Hoydal á, at bygnaðarbroytingarnar hava gjørt miðfyrisitingina millum 2 og 3 ferðir dýrari. Samstundis er talið av leiðarastørvum trífaldað. Trupulleikin er bert, at effektiviteturin í miðfyrisitingini ikki er vaksin samsvarandi teim stóru meirútreiðslunum til hana.

Líkt er eisini til, at teir innbygdu trupulleikarnir í bygnaðinum hava fingið avleiðingar. Upprunaliga var løgmansstjórastarvið ætlað at vera samskipandi (koordinerandi) ímillum aðalstýrini, og harvið kom løgmansstjóraembætið inn ímillum landsstýrismannin og aðalstjóran. Tað var jú ikki altíð vist, at samskipanin hjá løgmansstjóranum samsvaraði við politisku boðini frá landsstýrismanninum til aðalstjóran. Hetta mátti geva trupulleikar, tí tað sjálvandi kom at virka sum uppílegging í samskiftið millum landsstýrismannin og aðalstjóra hansara.

Løgmansstjóraembætið hevur heldur ikki nakra veruliga kompetencu mótvegis aðalstjórunum, og avleiðingin er sjálvandi at aðalstjórarnar uppfata samskipanina hjá løgmansstjóranum sum uppílegging í innanhýsis viðurskifti hjá teirra aðalstýri.

Og tað er júst hetta, sum er hent. Í dag er at kalla ongin samskipan ímillum aðalstýrini, og tað er eisini ógvuliga trupult at fáa eyga á nakað veruligt samstarv ímillum tey. Løgmansstjóraembætið hevur stórar trupulleikar, og einasta økið, sum tað í veruleikanum hevur eftir at umsita, er starvsfólkapolitikkurin. Úrslitið er sostatt ein størri og dýrari fyrisiting, sum ikki er vorðin meira effektiv.


Hvør hevur

politisku ábyrgdina?

Sera løgið er, at tað eru teir stóru borgarligu flokkarnir, ið hava politisku ábyrgdina av bygnaðarbroytingunum. Teir hava bæði vaksið almikið um almennu fyrisitingina, gjørt hana nógv dýrari og samstundis meira ineffektiva. Samstundis skulu vit minnast til, at javnaðarflokkurin var so hart ímóti bygnaðarbroytingunum, at flokkurin fór úr samgonguni orsakað av hesum.

Vit eru sostatt í tí absurdu støðu, at teir borgarligu, sum siga seg vera ímóti einum stórum almennum sektori, hava sett nakrar ókontrolleraðar bygnaðarbroytingar í verk, sum økja munandi um tann almenna sektorin. Samstundis er javnaðarflokkurin (sum vanliga sigst vera fyri einum stórum almennum sektori) ímóti at økja um hann í sambandi við bygnaðarbroytingarnar. Sjálvstýrisflokkurin var við til at seta bygnaðarbroytingarnar í verk, so hagani hoyrist onki. Eftir stendur tjóðveldisflokkurin, sum ikki tykist at hava nakra greiða støðu til málið.

Skilji hetta tann, ið skilja vil - vit gera tað ikki!?


Hættisligar avleiðingar

Tað er greitt, at vit í okkara lítla samfelagi ikki bæði kunnu byggja eina ovurstóra miðfyrisiting og samstundis leggja uppgávur út í kommunalu eindirnar. Og tað er serliga í hesum sambandi at veikleikin í kommunuálitinum (verksetingarætlanin) gerst serstakliga harmiligur. Tær kommunalu fyrisitingarligu eindirnar eru nevniliga tað einasta, ið kann standa ímóti gongdini við tí bólgnandi miðfyrisitingini.

Um bygnaðarbroytingarnar í miðfyrisitingini halda fram, sum onki var hent, samstundis sum nýggja kommunuskipanin verður gjøgnumførd uttan stórvegis hóvasták, er stórur vandi fyri, at vit fáa eitt yvirumsitið føroyskt samfelag!

Men hetta er ikki alt. Tað er nevniliga ongastaðni gjørt greitt, hvussu sambandið millum miðfyrisitingina og kommunalu fyrisitingarnar skal skipast. Tí er ógvuliga ivasamt, um fyritreytirnar fyri eini útflyting av uppgávum til kommunurnar í heila tikið eru til staðar. Við tí sterku miðsavnaðu miðfyrisitingini er stórur møguleiki fyri, at nýggju kommunalu eindirnar einans vera útinnandi uttan nakran veruligan sjálvavgerðarrætt.

Somuleiðis er ivasamt, um tað eydnast at fáa fólk áhugað í størvunum í teim nýggju kommununum. Við verandi bygnaði í miðfyrisitingini er møguleikin nevniliga stórur fyri, at tey høgu og spennandi størvini framvegis vera í miðfyrisitingini, meðan kommunalu fyrisitingarnar í stóran mun sita eftir við avgreiðslumálunum. Hetta er serliga galdandi, um kommunurnar als ikki sleppa at takast við miðvíst vinnuligt menningararbeiði, tí tað órógvar sokallaðu ?marknaðarjavnvágina?.

Niðurstøðan er tí, at verður onki gjørt heldur miðfyrisitingin fram við at veksa. Samstundis vera tær nýggju kommunalu fyrisitingarnar útbygdar, uttan at fáa fult ræði á uppgávunum, tær hava fingið tillutaðar. Valdið heldur fram við at liggja hjá miðfyrisitingini, meðan ábyrgdin helst endar úti í kommununum. Lítið er tí at ivast í, at hetta endar við einum støðugum stríði millum land og kommunur.


Kann nakað gerast?

Teir avvarandi politikararnir kunnu tí heilt einfalt ikki halda fram við at renna undan ábyrgdini fyri hesum trupulleikunum. Skil má fáast á gongdina í almennu fyrisitingini, og hetta gerst best, við at steðgað verður á, meðan greiða verður fingin á, hvat vit vilja við tí almennu fyrisitingini. Er politiska avgerðin, at føroyska almenna fyrisitingin skal miðsavnast, kunnu vit eins væl avtaka kommunurnar og stýra øllum landinum úr aðalstýrunum.

Skulu uppgávurnar hinvegin leggjast út til kommunurnar, mugu lokalpolitikararnir leggja tað smáliga bygdaklandrið til viks og taka ábyrgdina fyri nýggju uppgávunum. Nú hava teir lokalpolitikarar, sum eru vanir at rópa um, hví alt skal liggja í Havn, ein veruligan møguleika at fáa nøkur góð almenn arbeiðspláss út í kommunurnar. Men ábyrgdin fylgir við, og hetta krevur tí eina rættiliga hugburðsbroyting millum lokalpolitikararnar. Somuleiðis kundi landspolitikkurin verið lyftur upp um lokalpolitisku áhugamálini, við at Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi, tá endurskipanin av kommunubygnaðinum er liðug.

Framtíðar krøvini til almennu Føroyar eru sostatt eins stór og krøvini til føroyska vinnulívið. Næsta leygardag viðgera vit júst hetta sambandið millum alment og privat, tá vit taka samanum greinarøðina.


Føroyar og framtíðin (3)


Verður rætt borið at, kunnu Føroyar koma burtur úr støðuni sum útjaðarasamfelag fyri í staðin at geva eitt aktivt mótspæl ímóti teim avbjóðingunum, ið globaliseringin gevur føroyska samfelagnum.

Í greinini seinasta leygardag viðgjørdu vit tað neyðuga í at leggja dent á hugtøk sum nýskapan, entreprenørskap, smávinnu og teknologiskan førleika. Útgangsstøðið fyri hesum er at gagnnýta tær menniskjaligu ressourcirnar betri, tí tær eru fyritreytin fyri einum nýskapandi og yvirskotsgevandi vinnulívi.

Víst var eisini á, at fyritreytirnar fyri eini væleydnaðari vinnulívsmenning røkka langt út um vanligu spurningarnar um almennt ella privat. Globaliseringin av samfelagnum er heldur ikki bara ein spurningur um tillaging (t.d. við lønarlækkan), men um at skapa eitt aktivt mótspæl ímóti ávirkanini uttaneftir. Tær grundleggjandi fyritreytirnar eru í føroyska samfelagnum, men tann væntandi liðurin er at skapa eina betri samansjóðing millum tann praktiska førleikan og eina samfelagsliga gongd móti størri vitan og persónliggering.

Tann veiki liðurin hevur í mong ár júst verið tann almenni bygnaðurin. Seinastu árini eru stórar broytingar tó gjørdar innan tað almenna, og fleiri eru á veg. Hendan umskipanin verður viðgjørd í greinini.