Hann helt hoyringina vera spennandi. M.a. nevndi hann partin um tey smáu, sum eisini kunnu ávirka tey stóru, og hvussu alt hetta bleiv lýst í einum størri samanhangi. Spurdur um hann væntaði, at hetta varð byrjanin til eitt veruligt orðaskifti í øllum ríkinum um sjálvt ríkið, svaraði Harhoff, at soleiðis hevði hann altíð væntað, at gongdin fór at verða. Men hann hevði kortini ikki væntað, at hetta fór at henda so skjótt, og saknaði hann tí eisini í sendingini svar upp á, hví hetta hendi júst nú og eitt nú ikki fyri tíggju árum síðani ella kanska um tíggju ár.
Men ein søguligur útviklingur er av álvara byrjaður, og so mugu vit eisini taka avleiðingarnar, segði Harhoff.
Hann segði seg sakna eina danska rødd i orðaskiftinum - ikki bert í sendingini, men sum heild - tí tað er ov sjáldan, at ein hoyrir danir rósa felagsskapinum og viðurkenna Grønland og Føroyar. Sæð við donskum brillum verður tað eitt stðrt tap fyri Danmark, um ríkiseindirnar fara frá hvørjum øðrum, helt Frederik Harhoff, sum eisini saknaði eitt sindur av ferð i sendingini. Men sum nevnt helt hann, at hetta kanska var ein byrjan.
Karl Nolsøe, cand. polit. og kendur í føroyska samfelagskjakinum, helt ikki meira koma burtur úr hesari sendingini enn flestu øðrum donskum kjaksendingum. Sum heild helt hann, at her var ov nógvur romantikkur uppi í, og ov lítið av politikki. Tí tað er tað, alt hetta snyr seg um: Politikk, meinti Karl Nolsøe.
Jóanes N. Dalsgaard, ið lesur búskaparfrøði, saknaði eitt breitt føroyskt útspæl í sendingini.
- Høgni Hoydal kom at ljóða sum hann umboðaði føroyingar sum heild, meðan aðrar røddir ikki vorðu hoyrdar. Tað var eitt sindur spell, men sjálvandi umboðar varaløgmaður í einum demokratiskum landi meirilutan, segði hann.
- Vitnini breiðkaðu kjakið og gjørdu tað spennandi, men fyri føroyingar var ikki so nógv nýtt í sendingini. Sendingin var fyrst og fremst ætlað donskum lurtarum sum upplýsing, og til tað var hon góð, sjálvt um ein tveir tíma long sending á P1 neyvan kemur út til ta breiðu donsku fjøldina, men heldur til tey, sum longu hava ein serligan áhuga í viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum.
- Tað sæst týðiliga í donsku fjølmiðlunum, at Føroyar og ríkisfelagskapurin ikki hava sama sensasjónsvirði longur. Fólk hava mist áhugan, og tað er kanska tí, at ein sending sum hendan verður gjørd.
Jóanes N. Dalsgaard helt spurningin um tættari samstarv í Útnorði, sum varð reistur móti endanum av sendingini, vera spennandi.
- Danmark er avgjørt ikki tann optimali samstarvsfelagin hjá okkum, og vit áttu heilt vist at arbeitt meira við at styrkja samstarvið við grannar okkara í Grønlandi, Íslandi og Noregi.