Ikki ein dropi í havið

At oljuævintýrið nærkast okkara egna farvatni man risastóra og nærum sciencefictionkenda oljuskipið ?Petrojarl Foinaven? verða eitt ferskt dømi um. Bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum liggur tað, hetta tøkniliga ?vidundurið? av einum skipi, sum bæði tekur oljuna upp, skilur og umgerð hana, goymir hana og loksins letur hana víðari til tangaskip, sum aftur føra hana til oljuterminal á landi.

Jonhard Hammer


Tað mundu neyvan vera nógvir føroyingar, sum hugsaðu um olju, um tað mundið, tá vit fóru til Skotlands at spæla í EM undankappingini miðjan oktober. Alt Føroyar var á gosi. Navnframa fótbóltslandslið okkara skuldi aftur í eldin, hesaferð móti ongum minni enn tí skotska landsliðnum, sum er fastur fúsur í øllum týðandi altjóða kappingum.

Eftir at hava tapt 2-0 á Svangaskarði fyri trimum árum síðani, skuldi føroyska landsliðið royna seg í ongum minni enn tí norðuratlantiska oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen (enn er hann tað, men Havnin fer helst at verða eitt nýtt boð ikki so langt inni í næstu øld). Meðan landsmenn í hópatali leitaðu sær til Aberdeen at hita upp til landsdystin, gekk leiðin hjá trimum føroyingum aftur móti Føroyum - ella rættari føroyska markinum - ella heilt neyvt - móti Foinaven oljufeltinum umleið 190 km vestur úr Hetlandi.


Við tyrlu út í Atlantshav

Hjarnar Djurhuus, umboðsmaður hjá BP/Shell oljusamtakinum, Árni Joensen, stjóri í Skipafelagnum Føroyar, limur í Oljuráðleggingarnevndini og nevndarlimur í Føroya Oljuídnaður og undirritaði Jonhard Hammer, marknaðarleiðari á Tíðindablaðnum Sosialinum fóru 13. oktober umborð á tyrluna í Aberdeen, sum skuldi flúgva okkum yvir Wick og Scabster og leiðina víðari út á Foinaven feltið. Túrurin tók knappar tveir tímar.

Tað er bert umleið gott og væl eitt ár síðani, at Foinaven oljufeltið, sum tað fyrsta nakrantíð vestan fyri Hetland, varð tikið í brúk.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar koma leiðina úr Føroyum at síggja hetta stásiliga far.

Nú skipið hevur verið roynt í meira enn eitt ár vildi operatørurin BP vísa umboðum úr Føroyum, hvussu tað arbeiðir í hesum nýggja økinum og skikkar sær í tí oftani sera veðurbarda farvatninum.


Trygdin altumráðandi

Tað fyrsta tú beit merki í var, hvussu stórur dentur verður lagdur á trygdina. Longu tá farið verður umborð á tyrluna hevur tú fingið neyvt innlit í, hvussu tú skal fyrihalda tær. Her verður einki latið upp til tilvildina.

Og tá tú nærkast tí stóra oljuskipinum, sum liggur heilt einsamalt úti í Atlantshavinum - í Norðsjónum minna oljufeltini meira um stórar upplýstar býir - tá fær tú fyri fyrstu ferð eina veruliga kenslu av, hvat okkum stendur í væntu. Hetta er so ótrúliga stórt og imponerandi, at tú hevur ikki orð fyri tí. Ja, tú vitjar her einki minni enn eitt tøkniligt ?vidundur?, so væl er alt lagt til rættis, og so nógv er alt automatiserað.

Vit lenda á tyrlupallinum í øllum góðum og eru nú bráddliga hálva leiðina heima aftur. Petrojarl Foinaven er eitt sokallað FPSO-skip, (Floating Production, Storage and Offloading Ship) sum viðger olju og gass og hevur stórar goymslutangar. Skipið liggur umleið 190 km vestur úr Hetlandi, og er dýpið har millum 400 og 600 m.

Hava vit Føroyar í huganum, og tað hevur man mest sum alla tíðina, tí tú er so nær markinum, so liggur tað bert fáar fjórðingar frá fiskimarkinum, so tað er ikki so langt til lands í Føroyum heldur.

Hóast alt er so nýtt so nýtt og so stórbart, so er talan um eitt gamalt skip. Tað er eitt umbygt russiskt móðurskip til undirvatnsbátar, so hvør veit, tað hevur kanska verið við til at føða og tæna teimum mongu russisku undirvatnsbátunum, sum undir kalda krígnum vóru fastir gestir um okkara leiðir.

Skipið er 240 m langt, 34 metrar breitt og 13 m djúpt. Tað hevur eina deyðvekt uppá 93.000 tons. Við skipini kunnu vera upp til 75 mans, men vanliga eru 45 umborð. Skipið kann goyma 280.000 tunnur av olju.

Tað er óførur blíðskapur umborð. Áðrenn farið verður runt á skipinum, verður gjølliga greitt frá, hvussu trygdarviðurskiftini eru umborð. Her eru heilt greiðar reglur, og alt má haldast.

Tú verður sera bilsin, tá tú sær, hvussu væl hetta skipið er útgjørt og hvussu væl alt er lagt tilrættis. Vitjað verður kring alt skipið. Fyrst verður farið í maskinrúmið. Og umframt vertirnar er eisini Hjarnar Djurhuus góður at hava við sína líð, tí hetta er nakað hann kann tosa við um. Har eru 8 Wartsila dieselmotorar, ið geva eina samlaða maskinorku uppá 52 MW. Motorarnir, ið brúka egið framleitt gass til brennievni, verða vanliga nýttir til orkuframleiðslu, men kunnu eisini nýtast til at sigla skipið við. Tað er ikki so vanligt, at framleiðsluskipini sigla sjálvi, men tað kann Petrojarl Foinaven og siglir hann umleið 10 míl.

Tað áhugaverda við slíkum skipi í mun til oljupallar, sum verða settir fastir á botn er, at tað kann flytast til annað oljuøki, um hetta er neyðugt. So tú er ikki bundin av at hava skipið liggjandi bara her restini av ævitíð tess.

Eitt sera áhugavert umborð á einum FPSO-skipi er tornið, ið akkersketurnar og rørskipanin frá framleiðslubrunninum er fest í. Tornið á Petrojarl Foinaven er 12 m í diametur, og 10 akker halda skipinum. Skipið kann snara 360 gr. um tornið.

Eitt annað áhugavert í sambandi við tornið er svøvulskipanin, ið samanbindur føstu tornrørini við deksrørini, ið svinga við skipinum.

Annað, ið ein serliga leggur til merkis, er tann nýtímans útbúnaður, ið eitt tílíkt skip hevur, har alt er fjarstýrt frá eftirlitsrúmum.

At trygdin er í lagi, varnast ein beinanvegin, man kemur umborð. Á dekkinum er avmerkt, hvar ein sum gestur kann ganga, og trygdargongd er úti í borðinum, so sleppast kann frá einum enda á skipinum til annan, sjálvt um eldur er í. Eftirlits- og ávaringartól síggjast alla staðni umborð á skipinum. Í øllum hesum stór, fremmanda og ókenda, kennir tú teg kortini onkursvegna tryggan.


Avskipaði olju

Føroyska ferðalagið var so heppið at vitja umborð á skipinum um somu tíð, sum eitt av sjúttiltangaskipunum var eftir olju. Tað var Petrotroll, sum flytir oljuna til oljuterminalin á Flotta í Orknoyggjunum.

Hjarnar Djurhuus, umboðsmaður hjá Shell, hevur vitjað umborð á fleiri offshoreinstallatiónum í Norðsjónum men hann viðgongur, at vitjanin her á Petrojarl Foinaven er nakað heilt serligt.

-Tað er kanska hetta, at vit eru so nær føroyskum øki, at tú fær serstakar kenslur fram undir slíkari viðjan sigur Hjarnar, sum eisini heldur tað var sera áhugavert at síggja, hvussu lætt og skjótt tað gekk fyri seg at fáa oljuna frá tí eina skipinum og yvir í hitt.

Hjarnar Djurhuus sigur víðari, at nú eisini vit í Føroyum leggja so stóran dent á at fyribyrgja og sleppa undan oljudálking, so var tað sera áhugavert at síggja, at ikki ein dropi av olju fór í havið, tá slangan hjá Petrojarl Foinaven við fjarstýring varð loyst frá tangabátinum og drigin umborð aftur.

Hjarnar Djurhuus heldur annars fyri, at tað er áhugavert at síggja, hvussu arbeitt verður á oljufeltunum skamt frá føroyska markinum. Hóast vit enn ikki vita tað, so er møguleiki fyri, at tað verða slík skip sum hetta, ið einaferð í framtíðini verða at síggja í føroyskum sjógvi, um tað skuldi hent, at olja varð funnin.

Ein av orsøkunum til at vitjað varð umborð á Petrojarl Foinaven var eisini, at her nettup er talan um útbúnað, sum ein má rokna við verður nýttur, um olja verður funnin á føroyskum øki.


Imponerandi

Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar hevur ikki verið á vitjan offshore áður. So henda vitjan var honum sera kærkomin.

-Eg havi altíð sæð fram til eina slíka løtu, nú eg havi tikist ikki so lítið við oljumál, og tí eri eg sera fegin um at hava fingið hetta høvið.

Árni Joensen sigur at tað var imporerandi fyrst at flúgva í næstan tveir tímar, nærum hálva leið til Føroya og so ganga umborð á einum so stórum og vælútgjørdum skipi. Tað, sum gjørdi mest inntrykk á hann, var, hvussu stórt og øgiligt alt er í hesi vinnu.

Árni Joensen sigur, at tað er eingin ivi um, at tá og um vit føroyingar koma so langt, at her verður ein oljuvinna um okkara leiðir, so eiga vit nógv góð sjófólk, sum kunnu manna slík skip sum hetta. -Her umborð vóru nógvir norðmenn, sum jú leiga skipið út til endamálið. Sjálvt skiparin var norðmaður og eg legði til merkis, at talan er um fólk við royndum og útbúgving innan sjóvinnu.

Tað er eisini vert at merkja sær, at føroyingar í dag eru við fleiri skipum og pallum, sum arbeiði í oljuvinnuni. -Eg ivist ikki í, at føroyingar saktans kunnu vera við til at manna slík skip. Tað snýr seg bara um at fáa ta neyðugu upplæringina til júst hetta slagið av arbeiðsplássum aftrat.

-Hvussu við kensluni at vera so nær føroyska markinum spurdu vit Árna Joensen!

-Ja, tað var ein løgin kensla man hevði umborð. Eg má ærliga siga, at eg føldi tað næstan sum eg var heima. Vit sóu ikki markið, men vit ?fornemmaðu?, at tað var nærhendis.

Árni Joensen sigur eftir vitjanina umborð á Petrojarl Foinaven, at tað enn er ov tíðliga til, at føroyingar fara at gera íløgur í oljuvinnuna. Men tað er kortini rætt nú at leggja tingini tilrættis og samvinna við aðrar. -Eftir slíka vitjan byrjar man at fáa ein varhuga av, at tað er ikki so órealistiskt at hugsa, at ein oljuvinna stendur fyri framman, hóast tað framvegis er eitt sindur undarligt at hugsa sær, at tað skal vera olja í føroyska landgrunninum.

Hesaferð varð farið út á oljufeltini millum Hetland og Føroyar frá floghavn í Skotlandi. Árni Joensen ímyndar sær, at tað verður kanska ikki so leingi, so verður eisini roynt at fara úr Føroyum við tyrlu og lenda umborð á einum av oljuskipunum ella pallunum við markið og síðani fara aftur til Føroya. Tað verður so fyrsta royndin at vitja offshore uttan fyrst at skula í land aðrastaðni fyrst.

Tað fer í hvussu er at verða nógv skjótari enn at fara drúgva teinin úr Skotlandi, og tað fer so eisini at geva okkum eina enn størri kenslu av, at oljuvinnan ikki er so langt burturi kortini. Hon liggur tvørturímóti beint uttanfyri dyrnar.


Lósu Internetsosialin

Eitt skip sum Petrojarl Foinaven er sum longu sagt frá ikki nakað heilt vanligt skip. Heldur kann ein siga, at tað er eitt flótandi arbeiðpláss, sum eisini hýsir øllum tí, tí vanliga verður knýtt at einum hotelli. Her eru allir hentleikar. Maturin trýtur ikki. Manningin, sum fyri tað mesta er norsk og skotsk, tykist dáma sera væl at vera umborð. Hon er 14 dagar úti og 14 heima.

Umborð eru allir tøkniligir hentleikar, sum kunnu hugsast. Har er m.a. eisini stórt fjarskiftisrúm, har tú kanst síggja fólkini tú tosar við í landi. Og tá farið varð at tosa um møguleikar við internetinum varð mestsum av spølni ella forvitni farið inn á www.sosialurin.fo - og mín sann, har gingu bert fá sekund, og tú kundi síggja forsíðuna á Tíðindablaðnum Sosialinum. Ja, einum kom til hugs, hvussu gott tað ikki man vera at vera sjómaður í dag, um tú gjøgnum internetið kanst fylgja við í nærum øllum, sum fer fram í heimlandinum.


8 milliardir

Foinaven-oljuøkið varð funnið í 1992, 20 ár aftaná at oljuleitingar byrjaðu á hesum havøki, og aftaná at fleiri enn 100 royndarboringar vóru gjørdar. Farið varð undir at útviklað økið í 94, og longu trý ár eftir kundi framleiðslan á Foinavenøkinum byrja.

Feltið goymir umleið 230 mill. tunnur av olju, og verður framleiðslan, tá hon er mest, umleið 100.000 tunnur um dagin. Tað hevur kostað umleið 8 milliardir kr. at útvikla hesa oljukelduna, sum í dag verður rikin av BP, sum er operatøtur og Shell.