Tvøroyrar Kommuna hóttir við at melda seg úr Kommunufelagnum

? Vit kunnu undir ongum umstøðum finna okkum í, at Kommunufelagið saboterar avtaluna, sum Býarfelagið hevur fingið undir land við landsstýrið, sigur Dan Nielsen, næstformaður í Tvøroyar Býráð

? Tekur kommunufelagið ikki hetta aftur, fer Tvøroyrar Kommuna at umhugsa framhaldandi limaskap sín í Føroya Kommunufelag.

Boðskapurin frá tvørafólki til Kommunufelagið eru ikki til at misskilja:

Tekur kommunufelagið ikki sítt uppskot aftur um, hvussu skuldarkreppan hjá teimum ringast staddu kommununum skal loysast, hóttir Tvøroyrar kommuna at melda seg úr Kommunufelagnum.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, er burturstaddur, men næstformaðurin, Dan Nielsen, váttar, at býráðið hevur skrivað Kommunufelagnum eitt hvassorðað skriv, har Tvøroyrar Býráð ger púra greitt, at tað undir ongum umstøðum kann góðtaka útspælið frá Kommunufelagnum til landsstýrið um, hvussu skuldarkreppan hjá teimum ringast staddu kommununum kann loysast.

? Í brævinum gera vit Kommunufelagnum greitt, at tekur tað ikki ein part av uppskotinum aftur, fer Tvøroyrar Býráð at umhugsa limaskapin í kommunufelagnum, sigur Dan Nielsen.

Hann leggur afturat, at Tvøroyrar Býráð hevur eisini skrivað Landsstýrinum bræv, har býráðið ger støðuna greiða.

Samstundis biðjur býráðið um fund við Landsstýrið um málið.


Jarðleggur semjuna við landsstýrið

Dan Nielsen sigur, at tað sum hevur fingið sinnini í kók hjá býráðslimum á Tvøroyri, er, at Kommunufelagið hevur gjørt eitt uppskot til Landsstýrið um, hvussu skuldarkreppan hjá teimum ringast staddu Kommunufelagnum skal loysast.

? Men hetta er eitt uppskot, sum gongur beint ímóti teirri avtaluni, sum Býarfelagið og Landsstýrið eru komin heilt undir land við.

? Sostatt hevur útspælið frá Kommunufelagnum fullkomiliga jarðlagt avtaluna, sum landsstýrið og Býarfelagið vóru komin væl áleiðis við.

Býarfelagið er felagið, sum seks tær størstu kommunurnar í Føroyum hava stovnað, nevniliga Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður.

Næstformaðurin í Tvøroyrar kommuna sigur, at Býarfelagið og Landsstýrið eru komin ásamt um, at tað er neyðugt beinanvegin at kappa tann partin av kommunuskuldini, sum er omanfyri tríggjar álíkningar.

? Tvs, at 81 milliónir skulu kappast av skuldini hjá teimum seks kommununum, sum skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

Tær seks kommunurnar, sum skylda meiri enn tríggjar álíkningar, eru Oyndafjørður, Skála, Sandur, Skopun, Tvøroyri og Vágur.

Dan Nielsen sigur, at ætlanin er at taka ein part úr kommunala kreppulánsgrunninum. Restina skal landskassin átaka sær. Samstundis vil Býarfelagið at kreppulánsgrunnurin nnrurin skal halda uppat í 2000 og at kommunurnar fáa pengarnar í honum at betala skuld niður við

? Landsstýrið og Býarfelagið eru ósamd um, hvussu stórur parturin hjá landskassanum skal vera.

? Men tað eru ikki meiri enn 10-12 milliónir, sum skilja partarnar.

? Hetta hevur so lítið uppá seg, at tað er ongin sum helst ivi um, at Býarfelagið og Landsstýrið høvdu kunnað mýkt málið so mikið, at vit fingu samráðst okkum fram til eina semju.


Kommunufelagið kúvent

Næstformaðurin í Tvøroyrar Býráð sigur, at tað undarliga er, at á fundi millum Landsstýrið, Býarfelagið og Kommunufelagið fyrst í november, tók Kommunufelagið undir við, at tað var neyðugt við hesi saneringini uppá 81 milliónir beinanvegin.

?Men síðani hevur Kommunufelagið sostatt kúvent.

? Tí í sínum uppskoti til landsstýrið um, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast, sigur Kommunufelagið, at tað er skeivt at avskriva skuld, í hvussu so er beinanvegin.

?Hinvegin vil Kommunufelagið brúka kommunala kreppulánssgrunnin til at veita teimum mest skuldarbundu kommununum stuðul til at betalskuld niður við. Sostatt er eisini ætlanin at varðveita kreppulánsgrunnin

? Eftir uppskotinum frá Kommunufelagnum fer seigpíningin av teimum ringast staddu kommununum sostatt at halda fram.

Dan Nielsen sigur, at hann skilir væl, at Landsstýrið glaðbeint tekur ímóti hesum uppskotinum, tí tað sleppur landskassanum undan allari ábyrgd.

? Men hetta uppskotið kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst. Vit yvirliva ikki fleiri ára seigpíning afturat.

? Tað, sum er so ótrúliga neyðugt, er, at skuldin verður sanerað beinanvegin , so at fólkið í teimum ringast staddu kommununum sær ein glotta fyri framman.


Tikin til gísla

Næstformaðurin í Tvøroyrar Býráð dylir ikki, at hann heldur tað verða beiskt, at tær smáu kommunurnar, sum allar sínar dagar hava livað feitt av teimum stóru kommununum, nú leggja seg í buktina og forða fyri, at tær ringast staddu kommunurnar fáa eina brúkiliga loysn.

?Hesar ?satelitkommunurnar? hava altíð latið tær stóru kommunurnar gera tær neyðugu íløgurnar í arbeiðspláss, almennar stovnar, og fyri ein stóran part eisini í ítróttar-hentleikar.

?Men tær aftra seg sanniliga ikki at lata sínar borgarar brúka allar hesar íløgurnar hjá teimum stóru kommununum.

? Tað er ein høvuðsorsøk til, at nógvar av teimum lítlu kommununum eru so væl fyri, sum tær eru.

? Men at tær so afturfyri forða Býarfelagnum, sum umboða 2/3 av Føroya Fólki at fáa eina brúkiliga avtalu við landsstýrið er harmiligt, heldur Dan Nielsen.

Líka harmiligt sigur hann at tað er, at tær smáu kommunurnar, sum bara eiga ein lítlan brotpart av kommunala kreppulánsgrunninum, skulu geva teimum stóru kommunumun, sum eiga næstan allan grunnin sum hann er, harraboð um framtíðina frá grunninum.

Hann minnir á, at tað var støðan hjá teimum fátæku kommununum, sum gjørdi, at allar kommunurnar á sinni fingu eina góða avtalu um kommunuskuldina.? Men nú sær út til, at tær ? ríku? kommunurnar hava tikið tær ?fátæku? kommunurnar til gísla fyri at fáa eina góða avtalu afturat í 2000 í gjøgnum kommunala veðhaldsrunnin, og tað er hugstoytt.

Dan Nielsen sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur tí heitt á landsstýrið at gjøgnumføra saneringsætlanina beinanvegin.

? Síðani kann støða takast til framtíðina hjá Kommunala veðhaldsgrunninum seinni, kanska um hálvtannað til tvey ár, tá ið saneringstrupulleikin er fingin frá hondini.

? Skal okkum verða lív lagað, sum búgva sunnanfyri Kirkjubønes, er tað avgerandi neyðugt at skuldin verður sanerað.

? Nú má fáast ein endalig loysn á kommunuskuldini, ella má landsstýrið átaka sær alt viðlíkahald og allar íløgur í syðra parti í Føroyum, sigur Dan Nielsen.