Tað er ivingarsamt, um Finnbogi Arge, landsstýrismaður í alimálum, fær undirtøku fyri ætlan síni um at geva útlendingum rúmari ræsur at gera íløgur í føroysku alivinnuna.
Sum er, kunnu útlendingar eiga 33% av føroyskum alibrúkum. Men Finnbogi Arge ætlar nú, at útlendingar skulu kunna eiga 49% av føroyskum alibrúkum.
Málið var til umrøðu í tinginum í farnu viku, og tað fekk misjavna undirtøku, bæði í andstøðu og í samgongu.
Teir einastu, sum treytaleyst tóku undir við Finnboga Arge vóru hansara egnu partamenn í Fólkaflokkinum.
Tó helt Jákup Suni Joensen, at málið var nakað illa lýst.
Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, helt, at størsti vandin var, um vit fóru at selja burturav okkara fiskirættindum. Men tað var tað ikki talan um í hesum sambandi.
Tó helt hann, at tað var umráðandi, at vit tryggjaðu okkum, at tann útlendski kapitalurin, sum kom í alivinnuna, var veruligur peningur, og at tað ikki bleiv so, at útlendingarnir bara fingu partabrøv fyri pant, teir høvdu í alibrúkunum, tí so førdu teir ongar pengar til.
?Hetta er ein grundleggjandi broyting, tí tað er eitt langt lop frá 33% til 49% í útlendskum kapitali í alivinnuni. So mátti vansar og fyrimunir vigast upp ímóti hvørjum øðrum, helt tjóðveldismaðurin.
Framsøgumaðurin fyri hin samgonguflokkin, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisflokkinum, helt, at tað skuldi verið óneyðugt við útlendskum kapitali í føroysku alivinnuna, tí nú eru føroysku peningastovnarnir aftur sinnaðir at veita lán. Hann ivaðist eisini í um lógaverkið er nóg sterkt til at forða fyri, at útlendingar fáa fult ræði á alivinnuni- og sostatt eisini fara við vinninginum.
Henrik Old úr javnaðarflokkinum helt, at tað var púra í lagi við útlendskum kapitali, har talan var um at fáa gongd á nýggjar vinnur í Føroyum. Men hann spurdi, hví tað skuldi vera neyðugt í alivinnuni, har føroyingar sjálvir høvdu fingið tað at bera til.
Hann meinti eisini, at tað var mangan bara ein spurningur um at sleppa føroyingum framat. Og hann fanst at Føroya Banka fyri alipolitikkin, tí eina tíð vildi bankin ikki fíggja alingina meiri, men hevði gjørt av at koyra alibrúk av landinum til Noregs fyri ?einhvønn prís?. Og tað ljóðaði enntá, at hóast føroyingar bjóðaðu hægri enn norðmenn, vildi bankin ikki lata teir fáa alibrúkini, men koyrdi tey heldur av landinum, segi Henrik Old
?Skúma fløtan?
Annars vóru tað fleiri tingmenn, bæði úr samgongu og úr andstøðu, sum vísti á tann vandan, at áttu útlendingar fyrst 49% av alivinnuni, so var so skjótt, at teir kundu fáa strámenn til at hjálpa sær við teimum síðstu tveimum prosentunum so at teir í veruleikanum áttu fult ræði á alivinnuni.
Nógvir tingmenn vístu eisini á, at útlendingar fóru ikki at koma higar tí at teir vildu byggja upp eina føroyska alivinnu.
? Teir komu bara higar at forvinna pengar-at ?skúma fløtan? sum fleiri tingmenn málbóru seg.
Teir vístu eisini á, at áttu útlendingar so stóran part í alivinnuni, sum landsstýrið nú ætlaði, kemur ikki bara kapitalur til landið.
? Tað fer eisini ein stórur partur av vinninginum av landinum, søgdu teir.
Fleiri tingmenn meintu eisini, at fingu norðmenn so stóra ávirkan á føroyska aling, fóru teir altíð at taka norsku alibrúkini framum og at skerja virksemi í Føroyum fyrst, ella leggja tað heilt niður, áðrenn teir rørdu tey norsku alibrúkini, um ein ella onnur kreppa tók seg upp, t.d. um marknaðurin sveik.
Nú er uppskotið til viðgerðar í vinnunevndini.
Les annars aðrastaðni í blaðnum, hvussu Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði atfinningingunum frá tingmonnum