Við Kára Mortensen á odda eydnaðist tað fyri aðru ferð í ár Neistanum at vinna á StÍF, og samstundis sum tað sigur, at StÍF-liðið ikki fer at gera seg so galdandi í ár, sum tað gjørdi í fjør, sigur tað eisini, at liðið hjá Neistamonnum er nógv betur fyri nú, enn tað var seinasta kappingarár. Vit eru framvegis í grundspælinum ? nógvir dystir eru eftir at spæla, og aftan á ársskiftið verða øll stigini skorin niður í helvt, men kortini eru fleiri tekin um, at kappingin í ár fer at hátta seg øðrvísi enn tann seinasta.
Kappingarárið 1997/98 lá Neistin í botninum alt árið, meðan strandaliðið var í betra endanum og var eitt skifti einasta lið í kappingini, sum megnaði at fylgja við VÍF. Soleiðis er ikki í ár, og eitt er longu nú staðfest: Neistin verður ikki botnlið í ár.
Liðið er ein góð blanding av ungum og ágrýtnum monnum og so teimum eldru spælarunum, sum framvegis eru teir berandi á liðnum. At tann mest berandi eisini er tann elsti, fingu vit staðfest í høllini á Skála sunnudagin. Kári Mortensen ? hesin ótrúligi ítróttarmaðurin, sum er farin væl upp um tey 40 árini ? skeyt ikki færri enn 13 mál, og tað var næstan helmingurin av málunum hjá Neistanum, sum vann 28-23.
Nú endaði tað við, at fimm mál vóru á muni, men so stórur munur var tað kortini ikki á liðunum, og tað var ikki fyrr enn móti endanum, at málmunurin vaks so nógv.
Neistamenn høvdu annars munin allan dystin ? StÍF var ongantíð frammanfyri ? men sjáldan var munurin størri enn tvey mál ? ikki fyrr enn móti endanum, sum tað so ofta hendir, tá liðið, ið er aftanfyri, hevur sæð skriftina á vegginum.
Artur sá reytt
Móti endanum av fyrra hálvleiki sá annars út til, at strandaliðið hevði fingið tak á dystinum aftur, men tað kom dátt við hjá teimum, at Artur Johansen fekk reyða kortið (púra rætt avgerð hjá dómarunum) fyri at hava tikið Ára Rouch óregluliga, tá hesin var leysur móti málinum.
Artur hevði tá skotið fýra mál og sum so ofta fyrr verið millum teir bestu á StÍF-liðnum. Yngri beiggin Alexandur hevði ikki ein so góðan dag sunnudagin, og tí lá uppgávan at skjóta málini fyrst og fremst á John Petersen og Elias Hansen.
Agnar Højgaard varð útvístur tvær ferðir fyrsta korterið, og eisini hann mátti tí ansa sær, tað sum eftir var av dystinum.
Andreas aftur skaddur
Hjá Neistanum var tað sum nevnt Kári Mortensen, sum tók tyngstu tøkini. Fimm av teimum trettan málunum vórðu skotin upp á brotskast (tvær ferðir upp á tveir minuttir hevði óhepni StÍF-málverjin Johan Danielsen ávikavist armin og beinið á bóltinum uttan at bjarga), men hini átta vístu, at hóast Kári er komin í tann aldurin, har so at siga allir aðrir spælarar eru givnir, so hevur vestmenningurin hjá Neistanum onga orsøk til tað.
Spælandi venjarin Andreas F. Hansen spældi ikki nógv sunnudagin. Hann byrjaði ikki inni, spældi so eina løtu í verjuni, og nakað inn í fyrra hálvleik keikti hann sær fótin, og so var dysturin liðugur fyri hansara viðkomandi. Annars var tað løgið at síggja, at tað vóru strandingar og dómararnir, sum tóku sær av Andreas, tá hann lá á vøllinum. Hinir Neistamenninir tyktust als ikki vera áhugaðir í, hvat var hent við venjaranum hjá teimum ? men so illa man tað ikki vera statt kortini!
Men so vístu hinir, at teir eisini duga. Systkinabørnini Finn og Áki Mørk stóðu seg væl, og í Boga Henriksen eigur Neistin eisini ein av landsins bestu málmonnum.
Í seinna hálvleiki vóru teir konsentreraðir í verjuni, og skotroyndirnar hjá John og Eliasi blivu meira og meira hálvhjartaðar, sum tíðin gekk. Tá dysturin var av, vísti máltalvan 28 til Neistan og 23 til StÍF. Við sigrinum yvirhálaði Neistin júst StÍF á stigatalvuni, og teir eru nú bert tvey stig frá VÍF á bronsuplássinum.
StÍF er framvegis ikki komið upp á somu hæddir sum í fjør. Næsti dystur hjá teimum er longu í annaðkvøld móti KÍF í Vestmanna. Og tað er als ikki vist, at strandingar fara at reisa seg aftur tá, tí KÍF-liðið hevur víst, hvat tað dugir.
Næsti dystur hjá Neistanum verður lokaluppgerðin móti Kyndli komandi sunnudag.
Í fyrra dystinum, sum hesi bæði liðini spældu í ár, vunnu Kyndlamenn við einum máli, og dysturin næsta sunnudag kann gerast eins spennandi, tí sum kunnugt tapti Kyndil móti StÍF á Skála. Tað gjørdi Neistin ikki.









