Fleyr, sum leið ótrúliga nógv undir, at Súsanna ikki er við meira. Tær hava ongan, sum veruliga kann »drepa« bóltarnar, og tí mugu tær arbeiða eyka hart fyri at vinna servurættin. Tað ger arbeiði nógv tyngri [...] Men har var lítið bit í. Har er lítil slagkraft í álopinum, og tað eiga mótstøðuliðini at klára at byrgja upp fyri. Tað eydnaðist ikki hjá okkum í fyrra hálvleiki, sigur Suni Hansen. Men tað broyttist eftir [...] munin á Fleyr. Álopið fór at rigga betri enn í fyrra hálvleiki og verjuspælið var effektivari. Tí eydnaðist hjá Drátti, at toga sigurin heim í teimum báðu næstu settunum, soleiðis at neyðugt var við tí seinasta
royndu nú at koppa dystinum enn eina ferð runt, og var hetta eisini nær við at eydnast. 5 mál á rað syrgdu fyri, at tað nú aftur stóð á jøvnum millum liðini, og serliga sá tað út til at gera mun, at teir hesa [...] Johansen, sum syrgdi fyri, at kollfirðingarni fingu somikið nógv av málum, at hesi rukku til ein sigur sunnudagin. Tað er tó merkisvert, at Petur Martin fekk somikið nógv av hesum málum við at skjóta úti frá [...] teir ikki at halda kollfirðingarnir aftan fyri seg. Móti endanum av hálvleikinum tók KÍF rættuliga dik á seg, og við 4 málum frá liðformanninum, Petur Martin Johansen, eydnaðist tað teimum at vinna sær há
tekniskar feilir í álopspartinum, var einki at siga til, at gongdin varð sum hon varð. Tá so Runavíkingarnir endiliga sluppu fram at til skot, var Bogi aloftast fyri teimum, og pilkaði hetta bara enn meira [...] málsøkin enn Áki, so er tað ein stórur styrkur fyri verjupartin, at Áki røkir plássið. Hetta hongur tó eisini saman við, at Páll Poulsen nú hevur gjørt av, at verjast skal við flatari verju ístaðin 5-1 verjuna [...] áðrenn teir sunnudagin skulu til Vestmanna at royna seg, og ivaleyst koma hesir dystir at hava rættuliga stóran týdning fyri, hvørja endastøðu Neistin kemur at hava, tá stigini verða skorin í helvt um jóltíðir
Keegan hevði valt at nýta eina 3-5-2 uppstilling, og var orsøkin til hetta allarhelst, at honum væntaði leikarar til vinstra verju- og miðvallarborð. Trupulleikin varð so loystur við at flyta Phil Neville [...] Sullivan soleiðis at Ongland nú var á odda 1-0. Frøin var sjálvsagt ófør á øllum ensku leikarunum, men í gleðisrúsinum gjørdi Scholes somikið nógv av, at dómarin revsaði hann við gula kortinum fyri ósømiligan [...] leggja aftur til Seaman, men lukkutíð fyri Ongland, megnaði Seaman at verja fyri, tá Kevin Gallacher gjørdist fríur. Løtu seinni var Gallacher aftur upp á spæl, tá hann eftir uppspæl í vinstru síðu var
Turkaland má nú metast at standa við bestu kortunum á hondini, við tað at teir hava fingið mál á útivølli, og við tað at írar ikki megnaðu at vinna heimadystin, verða teir nú noyddir at fáa mál, um teir skulu [...] sannlíkt, at dysturin fór at enda sum hann byrjaði, men tá einans 10 minuttir vóru eftir at leika, gjørdist Robbie Keane brádliga leysur, og uttan at himprast langaði hann bóltin í netið, uttan at Rustu fekk [...] Road, og flestu teirra mundu hava góðar vónir um, at Írland fór at megna at fáa neyðuga sigurin til høldar. Gott málmansavrik Írar høvdu helst eisini nakað at hava góðu vónirnar í, tí seinastu 4 árini hevur
mikukvøldið eigur at vera ein formalitetur. Vinna ísraelar við seks málum, so eiga danir fult og heilt at taka seg úr alheims fótbólti so langt eru teir frammanfyri! Hjá ísraelum ræður nú um at bjarga tí parti [...] kvalifikatiónsdystunum til EM 2000. At koma framum á útivølli longu eftir hálvan annan minutt er ikki hvørsmansføri, og tað var stórt sæð tað, sum danir høvdu tørv á fyri at fáa tað spæl í dystin, sum teimum [...] mótstøða Tað mann vera langt síðani at eitt danskt lið hevur spælt so einastandandi væl í einum dysti á útivølli. Gamaní, tað skjóta málið ger, at ísraelar vera noyddir at leggja taktikkin móti dønum um, og
Nú er hon so farin í holt við at uppfylla málini, sum eru, at hava tað stuttligt, meðan tey spæla, at vinna nakrar dystir, meðan onkur annar hevur sett sær fyri, at vinna FM. ? Men tað er eisini meiningin [...] haldi, at tað er ein rímuliga skilagóð gongd í føroyskum borðtennis, men tað sum restar í er at sambandið vísir, at tey eru sinnað at ganga undan við einum skilagóðum hugburði. Eg haldi til dømis, at tað [...] síðuna av, at tá spælarar møta ein hálvan tíma undan kapping, at hølið tá antin er stongt, ella at netini eru ikki sett upp. Slíkt eigur ikki at henda, og tað má rættast. Væntar sambandið at spælararnir
sjálvur havt á munni, at hann møguliga gevst við boksingini nú. Holyfield, sum er ógvuliga trúgvandi maður segði við tíðindafólk eftir dystin, at hann nú fór at biðja fyri at fáa at vita hvat hann skuldi [...] nóg mikið til at geva sær nakrar vónir um at vinna dystin. Dómarar samdir Tá hesir báðir boksararnir hittust fyri ikki so langari tíð síðani spurdist gøla burturúr, tí dómararnir avgjørdu, at dysturin var [...] vóru í iva um, at Lewis eisini vann tann dystin, og kanska var tað júst hesin dysturin, sum fekk svullin - sum yrkisboksingin var vorðin til - at bresta, soleiðis at mutri kom fram fyri dagin. Men ley
dystirnir í ár hava víst, at ungu sørvingarnir eru batnaðir ótrúliga nógv, og tað, at teir vinna á útivølli vísir, at tað er eitt lið í framgongd. Sjálvandi eiga vit at nevna, at fleiri av leikarunum longu [...] formaður í SÍ sigur, at tað er stuttligt hjá teimum at síggja, at liðið, hóast sín unga aldur kann vinna á teimum garvaðu. ? Tað, sum kortini gleðir meg mest er, at tað sær út til at leggjast til við ungum [...] mikið væl, at Fram ikki kom fyri seg aftur. Teir fóru framum og hildu seg har, soleiðis at teir vunnu tie-breakarin 15-9, og harvið dystin 2-1. At sigurin smakkaði ungu sørvingunum væl, er einki at dylja yvir
eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Við økta síðutalinum hava vit nú eisini møguleika at hava rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan [...] aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar [...] eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn