Um tað var »skideballan«, sum teir fingu í Sosialinum, sum gjørdi tað skal vera ósagt, men veruleiki er tað tó, at teir ungu sørvingarnir hava næstan gingið á vatninum síðani.
Nú fara vit at geva teimum sjálvum æruna fyri sigurin og geva teimum eina fult uppiborna umbering fyri tað sum farið er.
Tað er ikki oftari enn so, at eitt lið verður púra hamskift, men eftir tí, sum Sosialurin skilir, so eru ungu sørvingarnir nú so andbráðir eftir at spæla, at teir næstan kunnu ganga um Vestmannasund aftur til húsa eftir dyst. Teimum nýtist hvørki Sam, Ternu ella tunnil - teir klára alt sjálvir í løtuni.
Nógv batnaðir
Tá kappingarárið byrjaði vóru vónirnar til SÍ rættiliga høgar. Teir bjargaðu sær á strikuni í seinastu løtu í fjør, og nú kunnu vit bara staðfesta, at tað hevði verið øgiliga spell, um teir skuldu havt ligið og rótað í fyrstu deild í ár, tá teir soleiðis næstan uttan himpr vinna á silvurvinnarunum frá í fjør.
Hesir seinastu dystirnir í ár hava víst, at ungu sørvingarnir eru batnaðir ótrúliga nógv, og tað, at teir vinna á útivølli vísir, at tað er eitt lið í framgongd.
Sjálvandi eiga vit at nevna, at fleiri av leikarunum longu hava verið á ymsum landsliðum (U og A landsliðum), og tað mennir sjálvsagt leikararnar nógv. At tað ikki altíð sæst á spælinum, kann sjálvandi skyldast aldrinum, tí tá teir eru so ungir, so spæla nervarnir teimum ofta eitt puss.
Spennandi var tað
Hóast tað vóru sørvingarnir sum fóru við sigrinum sunnudagin, so vóru tað Framarnir sum byrjaðu best.
Teir vóru favorittar, og teir settu seg á dystin frá byrjan.
Úr Sørvági frætta vit, at ein av orsøkunum til, at SÍ byrjaði so illa var, at Hans og Bogi fingu ikki rættiliga fótin fyri seg í fyrsta setti, og tí hevði álopið, og kanska serliga verjan hjá Fram tað ov lætt.
Kortini arbeiddi SÍ við einum langsiktaðum máli sunnudagin, og tað var at fáa Jens Hera niður við nakkanum, og tað eydnaðist til endans. Tá Rúni samstundis »bara« spældi libero, var álopsparturin hjá Fram skerdur so mikið, at silvurvinnararnir frá í fjør koppaðu til endans, og máttu geva skarvin vyir móti SÍ.
Fram helt á
Hóast tað var SÍ, sum fór við sigrinum tá til stykkis kom, so var tað lítið sum bendi á, at so skuldi vera, sum dysturin leið.
Fram vann fyrsta, annað og triðja sett og teir vunnu tey rímuliga trygt enntá.
Kortini hildu ungu sørvingarnir høvdinum høgt, og tað gav úrslit tá til stykkis kom. Teir fingu um endan í fjórða setti og tá var Jens Heri vorðin moyrur.
Hann vann ikki tað hann hevði vunnið frammanundan, og so var einki at gera.
Sørvingarnir koyrdu fjórða setti heim, vunnu tann lítla »tie-breakarin« og so var støðan 1-1.
Alt vendi á høvdi
Tie-breakarin gjørdist ikki so spennandi, sum væntast kundi tá hugt verður eftir hinum settunum.
Sørvingar settu seg á tað sum eftir var av dystinum, og tað gjørdu teir so mikið væl, at Fram ikki kom fyri seg aftur.
Teir fóru framum og hildu seg har, soleiðis at teir vunnu tie-breakarin 15-9, og harvið dystin 2-1.
At sigurin smakkaði ungu sørvingunum væl, er einki at dylja yvir. Teir hava viðhvørt fingið styrk frá Suna Hansen, tá tað hevur ligið fyri hjá honum, men júst sunnudagin barst tað honum frá at spæla.
Tí var tað eitt lið við ungum spælarum, sum toygdi nýggju spælireglarnar so langt, at teir einans vunnu eitt sett, ein lítlan tie-breakara, og ein stóran tie-breakara, meðan Fram vann trý sett.
Jákup á Stongum, formaður í SÍ sigur, at tað er stuttligt hjá teimum at síggja, at liðið, hóast sín unga aldur kann vinna á teimum garvaðu.
? Tað, sum kortini gleðir meg mest er, at tað sær út til at leggjast til við ungum leikarum her vesturi. Bogi Niclasen spældi fyri fyrstu ferð móti Mjølni, og síðani hevur hann vunnið sær fast pláss á liðnum. Tað haldi eg er flott, og hann spældi eisini væl sunnudagin.
Jákup sigur, at hann hevur roynt at prenta í høvdi á dreingjunum, at dysturin er ikki taptur fyrr enn seinasta bríksl, og tað var júst tað teir tóku til eftirtektar sunnudagin, og tað er hann sera fegin um.