Boksingin hevur at enda bara ein sannan meistara -næstan.
Tað trúðu tey flestu sum sóðu dystin millum teir báðar tungvektararnar Lennix Lewis og Evander Holyfield, í Las Vegas leygarnáttina.
Undan dystinum varð sagt, at øll beltini vórðu sett upp á spæl, men tá dysturin var av og Lewis helt hann hevði tey øll trý, boðaði IBF frá, at teirra heitið ikki var upp á spæl í dystinum, sum júst var avgjørdur.
Lewis rætti vinnarin
Tey, sum høvdu hætta sær at keypa eitt atgongumerki fingu ein góðan dyst afturfyri.
Báðir gjørdu sítt til at vaska skammblettin, frá tí teir hittust seinast, av sær, og tað eydnaðist til fulnar.
Áskoðararnir vóru sera væl nøgdir og eftir sjeynda umgang reistu teir seg eftir at tann besta umgangin í øllum dystinum.
Andlit til andslits stóðu teir og høgdu til hvønn annan við meiri enn 100 kg aftanfyri nevarnar.
Slíkt merkist, og beint áðrenn klokkan ljóðaði, fekk Holyfield ein syngjandi »uppercut«, sum sendi hann slørandi í hornið til steðgin.
Hann kom afturíaftur, men kortini ikki nóg mikið til at geva sær nakrar vónir um at vinna dystin.
Dómarar samdir
Tá hesir báðir boksararnir hittust fyri ikki so langari tíð síðani spurdist gøla burturúr, tí dómararnir avgjørdu, at dysturin var endaður javnur.
Hvørki áskoðarar, tíðindafólk ella boksararnir vóru í iva um, at Lewis eisini vann tann dystin, og kanska var tað júst hesin dysturin, sum fekk svullin - sum yrkisboksingin var vorðin til - at bresta, soleiðis at mutri kom fram fyri dagin.
Men leygarnáttina var eingin ivi. Allir dómararnir vóru púra á einum máli um at Lewis var rætti vinnarin, og á dómaraseðlunum var eingin ivi yvirhøvur.
Við atkvøðunum 117-112, 116-112 og 115-113 vann Lewis greitt dystin upp á stig.
IBF bakkaði
Sjálvt um tey flestu væntaðu at Lewis nú varð kosin meistari í øllum teimum trimum stóru sambondunum, so varð hetta kortini ikki so.
Undan dystinum ljóðaði greitt, at øll trý heitið stóðu upp á spæl, men beint áðrenn boksararnir fóru í ringin boðaði IBF frá, at teirra heitið ikki var upp á spæl, og so kom aftur lív í søgurnar um korruptión í boksingini.
Av tí at tað er Frank Malony, sum er managari hjá Lewis, siga søgurnar, at Don King, sum er managari hjá Holyfield hevur ein fingur við í spælinum.
Aðrar søgur vilja vera við, at tað er tí at stjórin í IBF er ákærdur í 32 førum fyri mutur og svindil í sambandi við boksitiltøk í USA.
Seinasti meistarin
í hesi øldini
Dysturin í Las Vegas leygarnáttina var tann seinasti stóri tungvektsdysturin í hesari øldini.
Lennox Lewis fer tí um aldarskifti sum dupultur heimsmeistari og hann hevur longu lovað at taka ein túr móti Mike Tyson um tað gerst møguligt.
Hjá Holyfield sær harafturímóti svartari út.
Hann er eingin ársungi longur, og sum 37 ára gamalur, kann tað gerast torført hjá honum at halda fram.
Hesum veit hann væl av sjálvur, og tí hevur hann sjálvur havt á munni, at hann møguliga gevst við boksingini nú.
Holyfield, sum er ógvuliga trúgvandi maður segði við tíðindafólk eftir dystin, at hann nú fór at biðja fyri at fáa at vita hvat hann skuldi gera í hesi støðuni.










