Tjaldur Neistin
23-36 (10-19)
Sum yvirskriftin kanska boðar frá, so varð ongantíð nakar ivi um, hvørt av liðunum í Runavík skuldi fara avstað við báðum stigunum. Neistin megnaði alt fyri eitt at seta seg á dystin, og sum tíðin leið, varð spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða
Bumbaðir niður
Tá 14 minuttir vóru leiktir, hevði Neistin nevnliga skotið seg upp á 11-2, og neyðars Henning í málinum visti ikki síni livandi ráð, tá kanónkúlurnar frá Áka og Heina komu sendandi móti honum. Verjan hjá heimaliðnum var sum ein opnahjallur, og tá teir samstundis framdu fleiri tekniskar feilir í álopspartinum, var einki at siga til, at gongdin varð sum hon varð.
Tá so Runavíkingarnir endiliga sluppu fram at til skot, var Bogi aloftast fyri teimum, og pilkaði hetta bara enn meira av sjálvsálitið frá heimaliðnum. Einasti leikarin, sum veruliga gjørdi vart við seg hjá Tjaldrinum var Poli Hansen, men ein maður er als ikki nóg mikið til vinna ein dyst.
Hjá heimaliðnum vóru tað serliga skjúttarnir báðir, Heini og Áki, sum gjørdu um seg, og var annað kanska heldur ikki væntandi, tá veiki verjuparturin hjá mótstøðuliðnum verður havdur í huga. Fleiri aðrir leikarar leiktu tó eisini ein góðan dyst, og á miðjuni legði tú til merkis, at Áki Mørk er um at bíta seg rættuliga fastan. Seinastu 2 dystirnar er Finnur Hansson nevnliga byrjaður á beinkinum, og hóast Finnur kanska er meira málsøkin enn Áki, so er tað ein stórur styrkur fyri verjupartin, at Áki røkir plássið.
Hetta hongur tó eisini saman við, at Páll Poulsen nú hevur gjørt av, at verjast skal við flatari verju ístaðin 5-1 verjuna, sum Neistin hevur nýtt higartil. Henda uppstilling hevur snøgt sagt ikki riggað nóg væl, við tað at mótstøðuliðini hava havt ov lætt við at spæla verjuna tunna.
Týdningarmiklir dystir fyri framman
Í dysrinum sunnudagin var sum sagt ongantíð spenningur um úrslitið, men komandi vikuna skulu bæði liðini leika rættuliga týdningarmiklar dystir.
Neistin skal mikukvøldið leika móti grannunum úr Kyndli, áðrenn teir sunnudagin skulu til Vestmanna at royna seg, og ivaleyst koma hesir dystir at hava rættuliga stóran týdning fyri, hvørja endastøðu Neistin kemur at hava, tá stigini verða skorin í helvt um jóltíðir.
Tjaldur skal á heimavølli leika móti Kollfirðingum, og eins og fyri Neistan verður hetta eisini ein sera týdningarmkil dystir í spælinum um útgangsstøði til seinnu hálvu av kappingini.
Dysturin í tølum:
Tjaldur: Poli Hansen 9 (2), Mortan Hansen 4, Elias Hansen 4, Ragnar Olsen 2 (1), Sverri Justinussen 2, Arnfinn Langgaard 1, Súni F. Johannesen 1
Neistin: Heini Joensen 11 (2), Áki Olsen 9, Elmar Ósá 5, Finnur Hansson 3, Áki Mørk 2, Regin Didriksen 2, Kári Mortensen 1, Finn Mørk 1, Karl O. Rasmussen 1, Ræni Slættanes 1
Brotskøst: Tjaldur 4, Neistin 2
Útvísingar: Tjaldur 5, Neistin 2
Dómarar: Erling Heinesen og Alfred Hummeland