Hugburðurin skal broytast

Borðtennis: Fyri einum mánaði síðan fekk borðtennisfelagið á Tvøroyri nýggjan venjara. Hon er dani; úr Århus, og er bert 19 ára gomul

Fyri einum góðum mánaði síðan fekk borðtennisfelagið á Tvøroyri, TBF, nýggjan venjara.

Tað er tann bert 19 ára gamla Nina Kristensen úr Århus, sum hevur tikið við avbjóðingini, sum ikki er so lítil.

Sosialurin fekk orð á Ninu sunnukvøldið og spurdu vit hana hvussu tað ber til, at hon er endað í Føroyum sum venjari á so ungum árum.

? Í grundini er tað beiggi mín, sum er bindiliðið millum meg og TBF. Hann er útstationeraður í Føroyum og spælir við Tór, og tá tvøráfólk spurdu um hann visti um nakran venjara, sum kanska var áhugaður at koma til Føroya vísti hann til mín, sigur Nina, sum ikki brúkti so nógva tíð at hugsa um hon skuldi fara ella ikki.

Avbjóðingin ljóðaði spennandi fyri ungu dámuna, sum stappaði í sekkin og vendi nøsini móti Føroyum.


Spælt borð-

tennis í 12 ár

Hóast Nina bert er 19 ára gomul, so er hon eingin ársungi í borðtennishøpi. Hon byrjaði longu tá hon var sjey, og tað vil við einfaldari høvuðrokning siga, at hon hevur spælt borðtennis í tólv ár. Hon hevur spælt við Aabyhøj, sum liggur beint við Århus, og hóast hon ikki hevur spælt á hægsta stigi hevur hon spælt í divisiónsborðtennis

Men hvussu er tú fyri at vera venjari?

? Eg havi tikið fleiri venjaraskeið, og so hava spæliroyndirnar sjálvandi ótrúliga nógv at siga sigur Nina.

Hon letur ótrúliga væl at móttøkuni hon hevur fingið á Tvøroyri og sigur at hon hevur kent seg væl líka síðani hon setti fótin á land.

? Fólk eru einastandandi fitt og fyrikomandi, og tað er stuttligt at samastarva við teimum, sigur Nina, sum kortini ikki dylir fyri, at hon saknar vinfólkini í høvuðsstaðnum í Jútlandi.

? Tað er nokk tann ringasti parturin. Tað ber ikki til bara uttan nakað at fara yvir til vinirnar, tí frástøðan er so long og vinirnar saknar tú altíð tá teir ikki eru nærhendis, sigur hon.


Hugburðsbroyting

skal til

Sjálvt um Nina ikki kennir føroysku borðtennisítróttina til fulnar enn, so hevur hon kortini gjørt sær eina mynd av henni, og tað hon sær heldur hon treingir til eina hugburðsbroyting.

? Eg haldi, at tað er ein rímuliga skilagóð gongd í føroyskum borðtennis, men tað sum restar í er at sambandið vísir, at tey eru sinnað at ganga undan við einum skilagóðum hugburði. Eg haldi til dømis, at tað er heilt við síðuna av, at tá spælarar møta ein hálvan tíma undan kapping, at hølið tá antin er stongt, ella at netini eru ikki sett upp. Slíkt eigur ikki at henda, og tað má rættast. Væntar sambandið at spælararnir skulu vísa tann rætta hugburðin, so má sambandið eisini gera tað, sigur Nina, sum fílist á at tey, sum sita við ábyrgdini í borðtennissambandinum ikki hava nóg góða føling við tí sum hendir í spælinum.

Men hon leggur dent á, at á spælarasíðuni er ein skilagóð menning á veg.


Lutfalsliga

nógvar gentur

Tað, sum Nina kortini fyrst legði til merkis var, at talið av gentum var lutfalsliga hægri her enn t. d. í Danmark, og tað heldur hon vera spennandi og gagnligt fyri ítróttina,

? Í Danmark er borðtennis ikki tann ítróttin, sum liggur fremst í huginum hjá gentum, og tí er tilgongdin ikki so stór. Kvinnuhondbólturin hevur betri tak í ungu gentunum enn t. d. borðtennis, og tað merkist. Á Tvøroyri er tilgongdin rímulig, og tað fer nokk at síggjast aftur um nøkur ár, sigur venjarin, sum roynir at gera venjingina so áhugaverda sum tilber.

Hon heldur, at tað hevur stóran týdning hjá spælarunum at seta sær nøkur mál, og tað hevur hon eisini biðið teir ungu TBF-ararnar gera.

? Teir hava allir latið mær ein seðil við málunum á og so arbeiða vit fram móti tí málinum í felag.

Nú er hon so farin í holt við at uppfylla málini, sum eru, at hava tað stuttligt, meðan tey spæla, at vinna nakrar dystir, meðan onkur annar hevur sett sær fyri, at vinna FM.

? Men tað er eisini meiningin við tí. Tey skulu seta sær nøkur mál, sum tey síðani skulu stremba eftir, sigur Nina.


Taka tað róligt

Tað er ikki føroyingum ókunnugt, at borðtennisítróttin er gomul á Tvøroyri.

Garpar, sum Sverri Midjord, hava spælt so leingi fólk vita um, og tí man tað vera ein sonn kollvelting, at ein 19 ára gamal leikari skal læra teir gomlu fakið.

Men hvussu taka teir tað, og kanska serliga, at tað er ein ung dáma, sum er lærari?

? Tað bilar ikki. Tað sum tey eru fegin um, og tað sum tey vildu við hesum var at fáa ein venjara til Tvøroyrar. Tað hava tey fingið, og tað tey hava víst mær er, at tey eru stak fegin um at hava fingið ein venjara, sigur hon.

Men hvat heldur Nina skal til fyri at menna borðtennisítróttina í Føroyum meir?

? Fleiri kappingar og meira venjing. Eingin ivi um tað. Støðið í Føroyum er ikki serliga høgt. Eg trúgvi ikki, at nakar av teimum føroysku leikarunum hevði klárað seg í donsku kappingini sum er og tí er neyðugt við nógv meira venjing um ein ætlar sær at gerast betri, sigur Nina, sum kortini heldur, at tað saktans kann ganga framá.

? Men tað krevur, at allir partar sum hava við borðtennis at gera, gera sítt til at bøta um viðurskiftini. Tá kemur gongd á menningina, sigur hon.

Og hóast ung, so hevur hon sett sær árið av til at arbeiða við borðtennis í Føroyum.

Um hon verður verandi meiri enn tað eina árið er ov tíðliga at siga nakað um enn, men sum hon hevur nevnt aðrastaðni í greinini, so leingist hon eitt sindur hóast øll hava verið blíð og fryntlig við hana síðani hon kom.

Sosialurin ynskir henni góða eydnu í arbeiðinum.