Tað er ikki altíð at tað gongur eftir vild, og heldur ikki, tá ein hevur fingið venjara. Hetta mátti Fleyr ásanna í dystinum sunnudagin móti Drátti.
Hóast tað sá gott út eftir fyrra hálvleik, so gjørdust tær kortini ov stuttar tá samanum kom, tí Dráttur fór við sigrinum í seinasta »tie-breakaranum« við settúrslitinum 15-11.
Komu væl frá byrjan
Venjarin hjá Drátti, Suni Hansen sigur annars við Sosialin, at Fleyr byrjaði betri enn Dráttur.
Tær vunnu tey bæði fyrstu settini og kundu tí fara til hálvleiks við leiðsluni.
? Men har var lítið bit í. Har er lítil slagkraft í álopinum, og tað eiga mótstøðuliðini at klára at byrgja upp fyri. Tað eydnaðist ikki hjá okkum í fyrra hálvleiki, sigur Suni Hansen.
Men tað broyttist eftir steðgin.
Í seinna hálvleiki kom Dráttur alt meira við, og átti munin á Fleyr.
Álopið fór at rigga betri enn í fyrra hálvleiki og verjuspælið var effektivari. Tí eydnaðist hjá Drátti, at toga sigurin heim í teimum báðu næstu settunum, soleiðis at neyðugt var við tí seinasta »tie-breakaranum«.
Henda vunnu vágagentur rættiliga greitt. Tær komu á odda frá byrjan, tí áðrenn Fleyr genturnar høvdu hugt rundan um seg vóru tær aftanfyri 8-3.
Í dagsins flogbólti er hetta ikki so lítið, tí sum kunnugt fáa liðini mál líkamikið hvør servar, og tískil verður enn tyngri at toga innaftur tá ov stórur munur er.
Soleiðis var støðan hjá Fleyr, og tað stutta av tí langa var, at Dráttur vann 15-11.
Tær høvdu við hesum vunnið dystin 2-1, og tað var annar sigurin í ár.
Nøgdur og tó ...
Venjarin hjá Drátti sigur, at hann sjálvsagt er nøgdur við, at lið hansara vann dystin, men hann er ikki heilt nøgdur við spæli.
? Vit eru ikki nóg støðugar enn, og tí koma vit ikki í gongd fyrr enn ov long tíð er farin. Tað er ikki nóg gott. Men tí kunnu vit arbeiða, sigur Suni Hansen.
Annars sigur Dráttur venjarin, at Fleyr uttan iva fer at fáa tað trupult í ár, tí Súsanna McBirnie, sum hevur verið teirra hollasti leikari er givin.
? Hon var ikki við móti okkum, og tað sást beinanvegin á álopsstyrkini hjá Fleyr, sum leið ótrúliga nógv undir, at Súsanna ikki er við meira. Tær hava ongan, sum veruliga kann »drepa« bóltarnar, og tí mugu tær arbeiða eyka hart fyri at vinna servurættin. Tað ger arbeiði nógv tyngri, og ov tungt til síðst, sigur Suni Hansen, sum heldur, at tá samanum kom var tað uppiborið, at Dráttur vann.