Skotland ? Ongland
0-2 (0-2)
Enn einaferð vórðu tað teir væl kendu smáu marginalarnir, sum gjørdu av, hvør fór avstað við sigrinum, tá grannarnir og arvafíggindirnir Skotland og Ongland hittust leygardagin.
Kevin Keegan hevði valt at nýta eina 3-5-2 uppstilling, og var orsøkin til hetta allarhelst, at honum væntaði leikarar til vinstra verju- og miðvallarborð. Trupulleikin varð so loystur við at flyta Phil Neville úr vinstru í høgru síðu og flyta David Beckham oman á heldur óvanda plássið sum høgri vongverji. Í álopinum hevði hann valt at nýta Shearer og Owen, meðan Andy Cole mátti taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
Hjá skotunum var Colin Hendry aftur at síggja í verjuni, men annars var ikki talan um tey stóru ivamálini í byrjunaruppstillingini.
Ongland skoraði
Skotland brendi
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, og hóast skotar royndu at trýsta útiliðið langt aftur á vøllin, so megnaðu teir ikki at skapa teir stóru málmøguleikarnar. Onglendingarnir vóru hinvegin heldur ikki so vandamiklir, tá sæð verður burtur frá tí einu ferðina, tá Colin Hendry fór skeivur av einari langari sending, men Neil Sullivan í málinum megnaði tó at verja fyri, tá Owen royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
Tá góður hálvur tími var leiktur av dystinum, vann Ongland bóltin yviri í høgru síðu, og Campbell royndi seg við eini langari sending fram eftir vøllinum. Sendingin endaði hjá Paul Scholes, og við einari sera vakrari temjing tók hann bóltin framvið skotsku verjuna og sendi hann fram við Sullivan soleiðis at Ongland nú var á odda 1-0. Frøin var sjálvsagt ófør á øllum ensku leikarunum, men í gleðisrúsinum gjørdi Scholes somikið nógv av, at dómarin revsaði hann við gula kortinum fyri ósømiligan atburð.
Minuttin eftir at Ongland hevði lagt seg á odda, var tað um reppið, at Skotland fekk javnvág í aftur. Bólturin varð sendur fram eftir vøllinum, og Paul Ince var í so óskettin, tá hann skuldi leggja aftur til Seaman, men lukkutíð fyri Ongland, megnaði Seaman at verja fyri, tá Kevin Gallacher gjørdist fríur.
Løtu seinni var Gallacher aftur upp á spæl, tá hann eftir uppspæl í vinstru síðu var fyrstur á flata innlegginum, men bólturin streyk framvið enska málinum.
Einar 3 minuttir fyri leiklok var Paul Scholes aftur upp á spæl. David Beckham varð feldur heilt úti í høgra borði, og er tað nakað, sum tú ikki skalt gera, tá Beckham er á mótsøðuliðnum, so er tað at geva honum eitt slíkt tilboð. Inleggið frá frísparkinum var snøgt sagt perfekt, og Scholes kundi seta reyða kollin undir bóltin, sum fór í netið uttan at Sullivan hevði ein livandi kjans at bjarga.
Skotar fullu tó heldur íkki í fátt av hesum, men fóru beina kós í álop, og minuttin eftir vóru teir aftur nær við. Hesu ferðina var tað Bily Dodds, sum beint innan fyri brotsteigamarkið fekk fatur á bóltinum, og við einum bleytum skoti sendi hann bóltin á tvørtræið, uttan at Seaman fekk gjørt nakað.
Linligur seinni
hálvleikur
Í seinna umfarið hendi ikki eins nógv, og tað gjørdi í fyrra. Skotar royndu tað teir vóru mentir at trýsta spælið oman á ensku hálvuna, men enska verjan, og serliga Sol Campbell, gjørdu sítt til, at rættuligur vandi ongantíð var á ferð. Ístaðin var tað kanska Ongland, ið skudli fingið eitt mál afturat, tá David Weir tók beinini undan Paul Scholes í kriminella økinum, men dómarin lætst ikki um vón, so væntaða brotssparkið varð av ongum.
Sum dysturin leið tóktist tað alt meira greitt, at talan fór at gerast um enskan sigur, og so varð eisini. Ongland tryggjaði sær harvið eitt sera gott útgangsstøði, og megna teir at halda høvdið nøkunlunda kalt, hava teir helst eisini tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum komandi summar. Í øllum førum verður tað sera sera torført hjá skotum at vinna ensku leiðsluna aftur, tá teir mikukvøldið skulu royna seg á Wembley stadion.