Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í dag.
Lív Zachariasen, Elsa Egholm og liðfelagarnir í Ajax vunnu á heimavølli stórsigur 37-26 (19-11) á Sæby í høllini í Bavnehøj. Lív og Elsa skutu eitt mál hvør.
Ajax er næstfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Holstebro er fremst við 12 stigum fyri seks dystir.
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir í Ydun leiktu á útivølli javnt 27-27 móti SIK Viborg. Heimaliðið var á odda 14-12 í steðginum.
Marianna var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ydun.
Talan er um fyrsta stigið Ydun vinnur hetta kappingarárið. Tær eru næstaftast í deildini. Sæby er aftast við ongum stigi.