Óneyðugt brotsspark kann kosta dýrt

Fótbóltur: Við at geva turkum eitt heldur óneyðugt brotsspark móti endanum av dystinum mistu írarnir eina góða útgangsstøðu á

Írland ? Turkaland

1-1 (0-0)


Við spenningi bíðaðu allir fótbóltsáhugaðir írar eftir dystinum mót Turkalandi á Landsdowne Road, og flestu teirra mundu hava góðar vónir um, at Írland fór at megna at fáa neyðuga sigurin til høldar.


Gott málmansavrik

Írar høvdu helst eisini nakað at hava góðu vónirnar í, tí seinastu 4 árini hevur Írland ikki tapt á heimavølli í altjóða dysti.

Tað sást eisini beinanvegin, at írar heldu rikki høvdu ætlanir um at lata turkar fara heim við nøkrum sum helst, tí beint sum svenski dómarin, Anders Frisk, hevði floyta dystin í gongd, byrjaðu teir at søkja á turkiska málið.

Tað var eisini um reppið, at Kevin Kilbane legði írar framum, áðrenn vísarin hevði verið runt fyrstu ferðina, men turkiski málverjin, Recber Rustu, megnaði at verja fyri, soleiðis at írar bert fingu hornaspark burturúr.

Hetta skuldi vísa seg at verða byrjanin til eitt ótrúliga flott málmansavrik, tí so at siga allan dystin megnaði Rustu at koma fyri, tá írar brutu ígjøgnum. Hetta hendi ikki so sjáldan, og skolaðu álopini inn frá øllum síðum og vinklum, tó uttan at nakað spurdist burturúr.

Nærmast vóru teir við at fáa mál, tá Tony Cascarino úr stuttari fjarstøðu fekk høvi at royna seg. Skotið var hart, men onkursvegna fekk turkiski sprellimaðurin í málinum hendurnar á bóltin, soleiðis at írar fingu enn eitt hornaspark. Eisini vóru naskar royndir frá Robbie Keane, Kevin Kilbane og Kenny Cunningham, men allar endaðu hesar við sama úrsliti.

Ætlanin var annars ikki, at Cascarino skuldi byrja dystin, men við tað at Sunderland Áleyparin, Niall Quinn, meiddi sær nakkan undir upphitingini, varð Cascarino sendir á vøllin.

Í hinum endanum av vøllinum var tað rár hending at turkar hóttu írska málið, men einar tvær ferðir vóru teir nær við, tá Hakan Unsal fekk í so leysar teymar frá írsku verjuni.


Mál!

So hvørt sum dysturin leið, gjørdist tað alsamt meira sannlíkt, at dysturin fór at enda sum hann byrjaði, men tá einans 10 minuttir vóru eftir at leika, gjørdist Robbie Keane brádliga leysur, og uttan at himprast langaði hann bóltin í netið, uttan at Rustu fekk gjørt nakað sum helst. Hetta var 5. landsliðsmálið hjá Keane, sum bert hevur leikt 13 landsdystir.

Írsku áskoðararnir vóru sjálvsagt ovurfegnir, men gleðin var stokkut. Bert 4 minuttir seinni vóru turkar í atsókn, og endin varð Lee Carsley heldur ófantaliga royndi at skumpa bóltin burtur við arminum. Eitt púrasta óneyðugt, men hinvegin eisini rætt dømt, brotsspark, og Tayfur hevði einki ímóti at fáa henda óvæntaða møguleika, og setti bóltin í netið til endaligu støðuna 1-1.


Verður strævið

Turkaland má nú metast at standa við bestu kortunum á hondini, við tað at teir hava fingið mál á útivølli, og við tað at írar ikki megnaðu at vinna heimadystin, verða teir nú noyddir at fáa mál, um teir skulu gera sær vónir um koma víðari.

Harumframt gjørdust írsku fortreytirnar enn verri, við tað at Robbie Keane fekk gula kortið frá svenska dómaranum, og tískil ikki kann vera við, tá farið verður á vøllin í Bursa mikukvøldið. Ivasamt er eisini, um Quinn verður klárur til hendan dystin, og tískil er møguleiki fyri, at hvørgin av føstu áleyparunum hjá Írlandi verður til taks.

Harumframt eru turkarnir vanliga sera sterkir á heimavølli, so talan verður ivaleyst um ein strævnan dyst fyri írsku leikararnar.