Ísrael-Danmark 0-5 (0-2)
Danir kundu neyvan ynskt sær betri byrjan enn hana teir fingu í útidystinum ímóti Ísrael í kvalifikatiónsdystunum til EM 2000.
At koma framum á útivølli longu eftir hálvan annan minutt er ikki hvørsmansføri, og tað var stórt sæð tað, sum danir høvdu tørv á fyri at fáa tað spæl í dystin, sum teimum lystir.
Danska spælið liggur væl til kontrafótbólt, og aftaná málið kundu danir gera sum teimum lysti.
Vánalig mótstøða
Tað mann vera langt síðani at eitt danskt lið hevur spælt so einastandandi væl í einum dysti á útivølli.
Gamaní, tað skjóta málið ger, at ísraelar vera noyddir at leggja taktikkin móti dønum um, og tað er ikki nakað, sum bara hendir.
Danska liðið hevur víst, at teir eru sterkir tá tað um kontrafótbólt umræður, og tað var júst tað, sum kom so øgiliga væl til sjóndar seinnapatrin leygardagin í Ísrael.
Sterkan miðvøll
Tað, sum sermerkti danska spælið leygarkvøldið var tann sterki miðvøllurin.
Hann stóð einastandandi væl til mótstøðumenninar, sum fer eftir fer sendu avleveringar beint í beini á dønum.
Hetta setti eisini síni spor í sinni á ísraelum, sum fóru at gera alt fleiri og grovari fríspørk.
Hetta gav at bíta í seinna hálvleiki tá Revivo varð útvístur, og tað var nokk tann beinleiðis orsøkin til at sigurin varð so stórur sum hann var.
Miðvøllurin misti full-komiliga tað lítla takið, sum hann hevði vunnið sær, og so var einki at gera.
Deyðbóltarnir
Sum dysturin leið sást, at ísraelar vóru ógvuliga sárbarir fyri deyðbóltum.
Tvey null málið kom ikki beinleiðis upp á deyðbólt, men umvegis ein slíkan, og tað sá út til, at ísraelar høvdu meiri enn trupult við at organisera seg í verjuni.
Málið til trý og fýra null komu eisini upp á deyðbóltar, og tey vóru bæði sera vøkur mál.
Pleniklipparin úr Århus, Stig Tøfting átti tað triðja, sum var ein perla beinleiðis upp á fríspark.
Tað var honum so ruddiliga væl unt, tí hann spældi sum ein brandur.
Avgreiðsla
Dysturin í Parkini mikukvøldið eigur at vera ein formalitetur.
Vinna ísraelar við seks málum, so eiga danir fult og heilt at taka seg úr alheims fótbólti so langt eru teir frammanfyri!
Hjá ísraelum ræður nú um at bjarga tí parti av æru, sum eftir er, og í løtuni tykist tann parturin ógvuliga lítil, tí spælararnir eru nú farnir at skelda, siga tíðindastovurnar. Onkur teirra er givin og rýmdur heim til felag sítt, og tað ger tað ikki lættari hjá ísraelum at koma afturíaftur.