heldur hann. Hann vísir á, at í Svøríki eru handlarnir slopnir at selja øl og síðani er sølan minkað, og hann dugir ikki at síggja, hví gongdin ikki skuldi verði tann sama í Føroyum. Tí heldur hann, at vín [...] skuldi inn í Rúsuna av venda, kostaði vínið 8.000 krónur eyka í vinningi til Rúsuna, hóast onki starvsfólk í Rúsuni hevði nortið vínið, tí tað fór av goymsluni aftur á sama platti, tað kom inn í goymsluna [...] er fyri tí. Men hann heldur, at tað hevur ikki eydnast, tí tá ið fólk fara í Rúsuna at keypa, keypa tey ivaleyst, nú tey eru har kortini. Sostatt heldur hann ikki, at tað fer at økja um rúsdrekkanýtsluna
gudleysum og ikki kristnum forreldrum eru í vanda fyri at vaksa upp sum sið- og løgleys bølmenni. Í Føroyum valdar hugsjónin, at trúarfrælsi einans fevnir um frælsi til at trúgva tí, ein vil, í tøgn heima [...] trúarávum eina. Sleppa vit náiðiligast at vera búgvandi í Føroyum, hóast vit ikki eru kristin? Ja. Hava vit trúarfrælsi í Føroyum? Nei, als ikki. Og hetta skammiliga órættvísið átti at vera einum og hvørjum [...] ið nevnir enntá ikki tann veruleika, at føroyska fólkaskúlalógin, í mun til donsku, býður fólkaskúlanum at veita kristna uppaling og javnsetir kristna átrúnaðin við førleikan at liva í einum skipaðum samfelagi
spælir ein stóran leiklut í hvussu skjótt fólk koma seg. Tað sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. Blákrossheimið byrjaði á Kongagøtu í 1884, og hevur verið í Lynggøtu í Havn síðani 1987. Tey hava [...] tíðir verið eitt sindur trupult í tí húsinum, vit hava búleikast í, sigur Olga, men leggur afturat, at húsið var væl hóskandi til tað tíðina tey vóru í, tá tey fluttu inn í 1987. Tað hevur tikið langa tíð [...] tankarnir, hevur nógv at siga tá ið man er í viðger. - í tí gamla heiminum hava vit eisini íðka hvønn morgun, men nú tá ið vit eru mitt í náttúruni, og ikki hava tørv á at fara við bili tá ið vit skulu
Fríðhild Winther er forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun. Hon er ikki gomul í nevndini, men hevur verið limur í felagnum síðan stovnanina fyri stívliga 40 árum síðan. Fríðhild var á ungum [...] Sandoynni í dag, um Delta-menninir tá ikki høvdu reist virkini í oynni á føtur aftur. - Tað vóru so nógv fólk, sum vóru knýtt at fiskaframleiðslu í Sandoynni, og kom virksemið tá ikki á føtur aftur, hevði verið [...] gjørt í tilsamans 37 ár. Fríðhild Winther sigur, at tað vinnuliga var deydligt í Sandoynni, tá virkini lógu still kreppuárini fyrst í nítiárunum. Hon er sannførd um, at væl færri fólk høvdu búð í Sandoynni
og eg var ikki sørt skelka av tí, ið vit sóu í Degi og Viku. At vit kunnu bjóða okkara eldru slíkar umstøður í 2013 er óskiljandi. Ì sama innslagi verður tosað um tað farna, hví onki er hent í so nógv ár [...] sigur í Degi og Viku, at nú er man í ferð við at gera eina nýggja kostnaðarmeting av høvuðs umvælingini og er enn í dialog við kommununnar um fíggingar leistin. Álvaratos, við hesari ferðini í málinum [...] , tí hetta kunnu tit ikki bjóða okkara eldru. Tosið um hvussu eldrarøktin skal skipast í framtíðini kann bíða eina løtu, tað kunnu tey, ið mugu halda songina fyri at fáa hita ikki.
Royndarboringin eftir fossilum evnum í føroysku undirgrundini í 2012 varð ikki tikin uppaftur í 2013, hóast fyriskipanarfelagið Statoil steðgaði boringin stutt fyri jól í fjør, uttan at vera rokkið á mál. Harvið [...] Runavíkar havn ikki verið virkin sum oljuútgerðarhavn í ár. Runavíkar havn vísir á, at hóast endaligu boðini ikki eru komin um tað, so bendir mangt á, at Statoil herjar á aftur í føroyskum øki í 2014. Helst [...] vænta, verður aktiviteturin hjá ASB Ltd. ikki lakari í 2014, enn hann var í 2012. Aftur í 2013 hava fremmandir trolarar og farmaskip vitjað Runavíkar havn. - Í størri mun enn nakrantíð hava russiskir og
dilemma, sum vil nakað, ið verður sett á breddan í seinastu útgávuni hjá Dan Brown, Inferno. Hesa fer er Robert Langdon staddur í Firenze, men hann hevur ikki ánilsi fyri, hví so er. Hann er nevnliga staddur [...] Tað gongur heldur ikki long tíð, áðrenn fyrsta morðroyndin er á skránni, og so er Dan Brown veruliga í essinum. Næstu 24 tímarnar roynir Robert Langdon at finna útav, hvat løgni luturin í lumma hansara er [...] Brooks, sum hjálpir Langdon í leitan hansara, og umvegis døpru og episku yrkingina hjá Dante, Inferno, ferðast tey runt í Firenze og øðrum býum við. Trupult er at skyna, hvør er í parti við tí góða ella ónda
rikin, tí tað er ikki teirra málsøki. Men tey meta í hvussu so er ikki, at tað bøtir um ferðslutrygdina at lata fólk sleppa at koyra kapp, tað veri seg undir tryggum umstøðum ella ikki. Hon sipar til, at [...] Ferðslutrygd. Sum tað sæst aðrastaðni her í blaðnum hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sett spurningin um at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum, aftur á dagsskrá. Men spurningurin [...] Ferðslutrygd áður mælt til, at ein slík breyt verður útvegað í Føroyum og ráðið hevur eisini verið við í arbeiðnum at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Ætlanin við koyritekniskari breyt er, at bilførarar
hent! Men frítøkan av parkeringsvørðunum loysir ikki ruðuleikin, sum í ferðslu og parkering ræður. Øll hava skákað sær undan ábyrgd. Vit skulu helst rekast út í Marknagil við øllum listum og lótum. Men tað [...] svørðinum tikið burtur, og asfalt er sprænt oman í dalin. Hetta svarar helst til fleiri parkeringspláss í Hoydølum – men viljin er langt frá hin sami. Í Hoydølum er hvør tummi uttan fyri veg og tún friðaður [...] ungdómar niðan og oman í Hoydalar hvønn morgun og hvønn seinnapart? Teir skulu allir, skorandi millum soppafongdar bygningar, sum standa sum tómleikanstempul. Fyri síðani at venda í túninum í regni og myrkri
so sterk, at tað eru ikki øll sum tola at hon kemur í sambandi við húðina. – Bara á Skálafjørðinum fer vatn og sápa frá einum 1.000 uppvaskimaskinur á sjógv – um dagin, og eg ivist í, hvussu umhvørvisvinarligt [...] Helgið Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Ingilín Didriksen Strøm um at seta bann fyri at brúka óneyðugt einnýtis-plast. Í hesum sambandi hugsar hon um tallerkar [...] sigur, at skulu vit ikki brúka borðbúnað úr einnýtis-plasti, skulu vit brúka borðbúnað, sum skal brúkast umaftur og umaftur. Og tann borðbúnaðurin skal vaskast upp. Aloftast er tað í uppvaskimaskinum, har