Gudloysingar fyri álvarsomum mismuni í danska ríkinum

Til røttu viðkomandi,

Høvdu tit tímað, at útgeva hetta fyri meg?

Frammanundan takk,

Heini

Gudloysingar fyri álvarsomum mismuni í danska ríkinum

Felagsskapurin International Humanist and Ethical Union hevur fyri stuttum givið út nýtt altjóða kunningarskriv, ið ber livi- og lógarsømdirnar hjá gudloysingum og ótrúgvandi í øllum heimsins londum saman. Besta úrmælið verður givið londum, ið hava fult út “frælsi og javnrættindi.” Bert seks lond fáa henda heiðurin, og tey eru Taiwan, Niðurlond, Belgia, Estonia, Kosovo og Sierra Leone. Sambært kunningarskrivinum eru gudloysingar í Danmark (Føroyar og Grønland íroknað) harafturímóti fyri álvarsomum mismuni (severe discrimination). Givnu dømini um mismun eru hesi:

Talufrælsi og stuðul av humanistiskum virðum

  • ’Gudsspottan’ (blasfemi) er bannað ella kritikkur av religión er avmarkaður og kann verða revsaður við fongsli

Vanligir heildartrupulleikar

  • Átrúnaður fær skipað framíhjárættindi
  • Diskriminerandi raðfesting verður gjørd í mun til átrúnaðarligar bólkar, siðvenju og leiðarar
  • Átrúnaðarligir bólkar umsita summar almennar stovnar og tænastur
  • Stjórnin veitir løn ella fíggjarligan stuðul til átrúnaðarligar stovnar ella gevur diskriminerandi skattalætta

Hugsunar-, samvitsku-, og trúarfrælsi; átrúnaður, ið stjórnin hevur sett á stovn

  • Har er ein fólkakirkja ella ein stjórnarstovnaður átrúnaður
  • Har er ein átrúnaðarligur skattur ella innsavning til kirkjugrunn, ið stjórnin áleggur borgarum, og sum ger mismun við at útihýsa bólkum, ið eru óheftir av viðkomandi samkomum

Útbúgving

  • Í minsta lagi summir átrúnaðarligir skúlar eru fíggjaðir av stjórnini
  • Stjórnarfíggjaðir skúlar bjóða átrúnaðarliga upplæring, sum gamaní kann veljast frá, men har er eingin møguleiki at velja aðra upplæring, ið er óheft av átrunaði, ístaðin, t.d. sekulera ella humanistiska upplæring

Kunningarskrivið nevnir enntá ikki tann veruleika, at føroyska fólkaskúlalógin, í mun til donsku, býður fólkaskúlanum at veita kristna uppaling og javnsetir kristna átrúnaðin við førleikan at liva í einum skipaðum samfelagi. Við øðrum orðum metir fólkaskúlalógin, at børn at gudleysum og ikki kristnum forreldrum eru í vanda fyri at vaksa upp sum sið- og løgleys bølmenni.

Í Føroyum valdar hugsjónin, at trúarfrælsi einans fevnir um frælsi til at trúgva tí, ein vil, í tøgn heima hjá sær sjálvum, og at tørvur tískil ikki er á nakrari broyting.

Hetta er ein vandamikil misskiljing. Tvørturímóti og skal trúarfrælsi verja einstaka borgaran ímóti at verða vanvirdur og eyðmýkdur av lógunum í egnum landi. Trúarfrælsið skal eisini tryggja at fólk, ið standa uttan fyri stjórnarstuðlaðan trúarbólk, hava somu sømdir og rættindi limirnir í hesum bólki.  Eingin einstakur borgari eigur at verða køvdur í sínum átrúnaðarligu meiningum, og eingin skal verða útíhýstur frá almennum størvum av trúarávum eina.

Sleppa vit náiðiligast at vera búgvandi í Føroyum, hóast vit ikki eru kristin? Ja.
Hava vit trúarfrælsi í Føroyum? Nei, als ikki.

Og hetta skammiliga órættvísið átti at vera einum og hvørjum menniskja eyðsýnt, um viðkomandi annars hevur minsta vetið av næstakærleika í hjartanum.

Kunningarskrivið, sum víst er til í hesi grein, kann lesast her

Heini Reinert,

skrivari í Gudloysi