Í gjár høvdu greinastubba her á in.fo, har víst varð á, at bæði inntøkur og avlop hjá Runavíkar havn seta met í ár, bæði í inntøkum og avlopi.
- Nógv virksemi er í økinum hjá Runavíkar havn. Flakavirkið hjá Pf. Faroe Origin tykist vera komið í eina fasta og trygga legu. Trolararnir Heykur og Falkur, Bakur og Stelkur, Munkur og Skúgvur og Rókur og Lerkur landa til virkið.
Runavíkar havn vísir á, at fiskiskapurin okkurt árið hevur verið betri enn í ár, men rættiliga støðugt arbeiði hevur kortini verið á virkinum. Í summar royndu teir eisini at virka makrel frá trolarunum, og sagt verður, at royndirnar vignaðust væl.
- Í góð tvey ár hevur farmaskipið Silver Fjord siglt í fastari rutusigling millum Runavík og Scrabster í Skotlandi. Tað er felagið Fresh Link sum er fyristøðufelag, og felagið leigar gomlu landingarmiðstøðina frá Runavíkar kommunu, sum nú eigur húsini.
Lagt verður aftrat, at fyri Runavíkar havn, ið var ein av stóru farmahavnunum í mong ár, var virksemið, sum Fresh Link skapar, hetta eitt kærkomið íkast, tá rákið og traditionellu farmaruturnar inn á meginlandið miðsavnaðu alt sítt virksemi í Havn.
- Royndarboringin eftir fossilum evnum í føroysku undirgrundini í 2012 varð ikki tikin uppaftur í 2013, hóast fyriskipanarfelagið Statoil steðgaði boringin stutt fyri jól í fjør, uttan at vera rokkið á mál. Harvið hevur Runavíkar havn ikki verið virkin sum oljuútgerðarhavn í ár.
Runavíkar havn vísir á, at hóast endaligu boðini ikki eru komin um tað, so bendir mangt á, at Statoil herjar á aftur í føroyskum øki í 2014. Helst við átakinum at gera boringina frá 2012 lidna, og at gera eina royndarboring umframt omanfyri umrøddu.
- Atlantic Supply Base Ltd. hevur í eina tíð gjørt seg út til at taka veitingarvirksemið í 2014 á seg, og eitt nú eru tangarnir tiknir niður, sandblástir, galvaniseraðir og kótaðir, og gongur alt, sum vit vænta, verður aktiviteturin hjá ASB Ltd. ikki lakari í 2014, enn hann var í 2012.
Aftur í 2013 hava fremmandir trolarar og farmaskip vitjað Runavíkar havn.
- Í størri mun enn nakrantíð hava russiskir og kinesiskir trolarar ligið við bryggju og hava umskipað veiðina. Umboðsfeløgini eru fyri tað mesta Faroe Agency, Faroe Skip og Thor í Hósvík. Bæði fyri og eftir vertíðina, serliga makrelvertíðina undir Føroyum, hava skipini ligið við bryggju á Skála og í Runavík.
Lagt verður aftrat, at hetta hevur verið eitt gott og vaksandi íkast til raksturin hjá Runavíkar havn.
- Stóru kvoturnar av makreli og sild eru ein orsøkin, eins og ein veksandi svartkjaftakvota í 2014 átti ikki at gjørt næsta árið lakari enn 2013. Samskiftið við manningarnar umborð í fremmandu skipunum og føroysku umboðsfeløg teirra hevur gingið upp á stás, sigur Runavíkar havn.