Skulu sleppa at selja øl og vín í handlum

Rúsdrekkalógin verður til viðgerðar í Løgtinginum í næstum

Tað skal vera loyvt at selja vín og øl í vanligum handlum.

Tað heldur Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

 

Framsókn hevur lagt uppskot fyri løgtingið um, at Rúsan skal missa einkarrlttin til at selja øl og vín.

 

Og tá ið hugsað verður um vín í hesum føri, verður hugsað um vanligt matvín. 

 

Eitt er tað, at Poul Michelsen heldur, at tað líkist formyndarí, tá ið fólk skulu noyðast í Rúsuna, hvørja ferð, tey skulu hava eina fløsku av víni, ella nakrar øl.

 

Men hann vísir eisini á, at Rúsan varð sett á stovn fyri at sleppa undan kassamentanini, har fólk bíløgdu ein heilan kassa, ístaðin fyri at keypa eina, ella tvær fløskur, tá ið brúk er fyri tí.

 

Men hann heldur, at tað hevur ikki eydnast, tí tá ið fólk fara í Rúsuna at keypa, keypa tey ivaleyst, nú tey eru har kortini.

 

Sostatt heldur hann ikki, at tað fer at økja um rúsdrekkanýtsluna at handlar sleppa at selja øl og vín.

- Tað verður kanska tvørtur ímóti, heldur hann.

 

Hann vísir á, at í Svøríki eru handlarnir slopnir at selja øl og síðani er sølan minkað, og hann dugir ikki at síggja, hví gongdin ikki skuldi verði tann sama í Føroyum.

 

Tí heldur hann, at vín og øl skulu vera ein nátúrligur partur av vøruútvalinum í einum vanligum handli.

 

Ein grundgeving fyri at varðveita Rúsuna, er, at hon tryggjar eitt gott og fjølbroytt úrval, og at privatir handlar ikki fara at hava ráð til at hava eina fjølbroytta goymslu av víni og øli.

 

Poul Michelsen heldur, at tað verður tvørtur ímóti. Hann heldur, at hetta fer at økja um úrvalið, tí teir ymsu handlarnir fara at leggja seg eftir at hava ymisk sløg á hillunum.

 

Samstundis vil Framsókn eisini hava løgtingið at samtykkja, at matstovur skulu sleppa at bílggja sjálvar, tað vín og tað øl, tey vilja hava.

- Øl og vín er ein munandi partur av eini matstovurokning, staðfestir Poul Michelsen.

 

Hann vísir eisini á, at Rúsan leggur so stóran vinning á, at sleppa matstovurnar undan at rinda tað, verður tað ein munandi fyrimunur hjá matstovuvinnuni.

 

Hann veit um fólk, sum høvdu bílagt ein fitta nøgd av víni til eitt ávíst høvi.

Talan var um ein heilan platt, men av tí, at hann skuldi inn í Rúsuna av venda, kostaði vínið 8.000 krónur eyka í vinningi til Rúsuna, hóast onki starvsfólk í Rúsuni hevði nortið vínið, tí tað fór av goymsluni aftur á sama platti, tað kom inn í goymsluna á.

 

Hann vísir eisini á, at ein kanning, tey hava gjørt, vísir, at ein hampiliga stórur meirluti av føroryingum tekur undir við at handlarnir eisini fáa øl og vín at selja.