Liggja í songini fyri at halda hitanum

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarflokkurin
----
Meðan landstýriskvinnan og forkvinnan í trivnaðar nevnd­­ini tosað um at niður­leggja røktarheimspláss og sambýlir, er syrgiliga støð­an á eldraøkinum tann, at nakrir av okkara eldru borg­ar­um, sum vit sóu tað á Sýn­ini í Degi og viku, mugu liggja í songini fyri at halda hit­anum. Samstundis eru tey vitni til hetta tosið um at niður­leggja røktarpláss, fyri at flyta peningin yvir til heima­røktina, so at arbeið­ast kann fyri­byrgj­andi inn­an eldra­røkt­ina. Hetta má kall­ast at flyta fokus, frá vána­ligu støðuni innan eldra­røkt­ini, so tað stendur eftir.
Havi sjálv havt mína dagligu gongd á Sýnini fyri nøkrum árum síðani og eg var ikki sørt skelka av tí, ið vit sóu í Degi og Viku. At vit kunnu bjóða okkara eldru slíkar umstøður í 2013 er óskilj­andi.
Ì sama innslagi verður tosað um tað farna, hví onki er hent í so nógv ár. Sjálvandi er tað harmiligt at heimið er sloppið at forfalla soleiðis, men nú er nokk tosað, nú má nakað henda.
Á fíggjarlógini fyri 2013 eydnaðist at fáa samtykt, at seta 4 milliónir av til at byrja høvuðsumvæling av heim­inum á Sýnini, sagt var at finnast skuldu ein fíggingar leistur við kommununnar um høvuðs umvælingina, og síð­an hendi onki.
Ikki fyrr enn tann 18 sep­tember 2013 var ein eyka­játtan framløgd, tann sætta í ár, har biðið var um at flyta 1,5 millión til bráð­neyð­ug­ar umvælingar á Sýn­ini, og biðið var um at sleppa at brúka restina av játtaða pen­inginum til Sýn­ina 2,5 milli­ónir, til vardar íbúðir í Eystur­oynni, tí hes­ar vera dýrari enn mett. Fíggj­ar­nevndin segði ja til at játta hesar 1,5 milliónirnar men nei til at brúka restina í Eystur­oy.
Nú skriva vit november 2014 og enn verður bert tosað. Landstýriskvinnan sigur í Degi og Viku, at nú er man í ferð við at gera eina nýggja kostnaðarmeting av høvuðs umvælingini og er enn í dia­log við kommununnar um fíggingar leistin. Álvaratos, við hesari ferðini í málinum, verið eg ikki skøkk um megin­parturin av 2014 gongur, utt­an at nakað hendir. Vit vita jú, at kommununnar skulu yvirtaka eldraøki 1 jan­uar 2015, er ongin loysn funnin til tað tíð, so hanga kommununnar uppá niður­slitnu heimini.
Farið tí at heita inniliga á samgonguna, takið tykkum saman og fái gongd á arbeiðið beinanvegin, tí hetta kunnu tit ikki bjóða okkara eldru. Tosið um hvussu eldrarøktin skal skipast í framtíðini kann bíða eina løtu, tað kunnu tey, ið mugu halda songina fyri at fáa hita ikki.