Náttúran og umstøðurnar hava stóra ávirkan á fólk, ið eru undir rúsdrekkaviðgerð, og hetta spælir ein stóran leiklut í hvussu skjótt fólk koma seg. Tað sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.
Blákrossheimið byrjaði á Kongagøtu í 1884, og hevur verið í Lynggøtu í Havn síðani 1987. Tey hava leingi leita eftir einum nýggjum heimi, ið er meira nýmótans, og hevur betri umstøður. Tað var longu í 2003 at tey byrjaðu at tosa um at fáa eitt nýtt heim, og síðani 2007 hava tey miðvíst arbeitt ímóti hesum.
- Ung í dag, sum koma inn, eru ikki von við at skula deila kamar við nakran, so tað hevur til tíðir verið eitt sindur trupult í tí húsinum, vit hava búleikast í, sigur Olga, men leggur afturat, at húsið var væl hóskandi til tað tíðina tey vóru í, tá tey fluttu inn í 1987.
Tað hevur tikið langa tíð at fáa nýggja heimið, og høvuðsorsøkin til hetta er, at tað hevur tikið langa tíð at skaffa nokk av peningi, av tí at tað mesta hevur verið peningaligar gávur. Tá ið tey av álvara fóru undir at finna eitt nýtt heim, høvdu tey fleiri krøv, ið tey løgdu seg eftir. Millum annað vildu tey hava at heimið skuldi verða eitt sindur burturfrá, og verða úti í náttúruni, men ikki alt ov avsíðis.
- Tá ið Nes kommuna síðani bjóðaði okkum hetta stikkið, hildu vit tað verða so fantastiskt, at vit tóku av beinanvegin, sigur Olga, og leggur afturat, at frá húsinum er so ótrúliga gott útsýni, og um summarið er sólargangur til kl 23 á kvøldið.
- Vit vita nú at tað ikki bert er viðgerðin sjálv, ið hjálpir fólki, men at umstøðurnar og náttúran hevur sera nógv at siga, sigur Olga Magnussen.
Hon heldur at tað at kunna ganga nógv úti í náttúruni, kunna íðka, hava gott útsýni, og at kunna fara eitt sindur fyri seg sjálvan at samla tankarnir, hevur nógv at siga tá ið man er í viðger.
- í tí gamla heiminum hava vit eisini íðka hvønn morgun, men nú tá ið vit eru mitt í náttúruni, og ikki hava tørv á at fara við bili tá ið vit skulu íðka, so fara vit at gera nógv meira av hesum, sigur Olga.
Almenn móttøka verður í tí nýggja blákrossheiminum komandi fríggjadag, og fólkini aftanfyri blákrossheimi gleða seg ótrúliga nógv til at fáa nútímans sømdir. Nýggja Blákrossheimið er 800 fermetrar til støddar og pláss er fyri 14 fólkum í døgnviðgerð. - Hetta arbeiðið hevur verið fantastiska spennandi, og umstøðurnar og umhvørvið kunnu als ikki samanlíknast við tað ið hevur verið, so tað gleða vit okkum ótrúliga nógv til, sigur Olga at enda.
Myndin er av nýggja blákrossheiminum á Nesi.