Ivast í um tað er rætt at seta forboð

Spurningurin er, hvat vit vinna og hvat vit missa, heldur landsstýrismaðurin

 

Tað er ein stórur spurningur um tað er rætt at seta forboð fyri at brúka ymsar vørur úr einnýtis-plasti.

Tað heldur Helgið Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Ingilín Didriksen Strøm um at seta bann fyri at brúka óneyðugt einnýtis-plast. Í hesum sambandi hugsar hon um tallerkar, koppar, lok, súgvirør og annan borðbúnað, umframt vattpinnar, og annað.

Hetta setir landsstýrismaðurin stórt spurnartekin við. Hann sigur, at skulu vit ikki brúka borðbúnað úr einnýtis-plasti, skulu vit brúka borðbúnað, sum skal brúkast umaftur og umaftur.

Og tann borðbúnaðurin skal vaskast upp. Aloftast er tað í uppvaskimaskinum, har sápan er so sterk, at tað eru ikki øll sum tola at hon kemur í sambandi við húðina.

– Bara á Skálafjørðinum fer vatn og sápa frá einum 1.000 uppvaskimaskinur á sjógv – um dagin, og eg ivist í, hvussu umhvørvisvinarligt, tað er, sigur Helgi Abrahamsen.

Og hann vísir eisini á, at uppvaskimaskinan brúkar streym, sum fyri ein part, er gjørdur við tungolju og tað pyntar heldur ikki upp á støðuna, heldur hann.

Hann hevur somu støðu viðvíkjandi plastposum.

Hann vísir á, at aloftast verða plastposar brúktir fleiri ferðir, tí tá ið fólk hava verið til handils og eru komin heim við vørunum í einum plastposa, verður posin goymdur og brúktur til skrelliposa, og so verður hann brendur.

– Skulu vi fara til handils við toyposa, mugu vit kanska keypa eina rullu av plastposum til skrellispannina, og so er spurningurin, hvat vit hava vunnið, heldur hann.

Hann vísir á, at í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan mælt til, at fólk verða eggjað til brúka beriposar út plasti fleiri ferðir. Hetta kann t.d. verða gjørt við at leggja avgjald á beriposar.

Samstundis verður mælt verður til, at forboð verður sett fyri, at handlar útflýggja ókeypis beriposar.

– Fleiri handlar útflýggja ókeypis beriposar til viðskiftafólk, hóast tey kanska ikki hava brúk fyri einum posa. Ofta eru hesir posar tunnir, og ikki egnaðir til at brúka fleiri ferðir, og tað verður eisini mælt til at umhugsa um bann skal setast fyri at brúka tunnar beriposar úr plasti.

Helgi Abrahamsen vísir eisini á, at hvat mikroplast viðvíkur er ferðslan á landi tann størsti syndarin, tí bilarnir brúka dekk, og tey slítast og elva til nógv mikroplast.

– Tyngri bilurin er, meiri dekk slítur hann. Men el-bilar eru nógv tyngri enn vanligir bilar, so teir slíta væl meiri dekk enn aðrir bilar, legði hann afturat.

– So tað er alla tíðina ein spurningur um, hvat vit vinna, og hvat vit missa við teimum ymsu tiltøkunum, vit seta í verk, sigur Helgi Abrahamsen.

Men hann ásannar kortini, at plast er ein stórur vandi, og tað ætlar hann sær at gera nakað við. Tað kanst tú lesa meiru um her: Plast er ein deilig vøra men tað eru vit sum eru trupulleikin