Ráðið fyri ferðslutrygd ivast í nyttuni av eini hálkubreyt

FERÐSLUTRYGD Kanning vísir, at vanlukkutalið hjá bilførarum, ið hava verið á hálkuskeiði, økist og tí endurskoðar Ráðið fyri Ferðslutrygd nú sítt tilmæli um koyritekniska breyt

Tað er ein spurningur, hvussu nógv koyriskeið á hálkubreyt bøtir um ferðslutrygdina.
Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Sum tað sæst aðrastaðni her í blaðnum hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sett spurningin um at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum, aftur á dagsskrá.
Men spurningurin er, hvussu nógv ein slík breyt bøtir um ferðslutrygdina.
Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at í veruleikanum er onki eintýðugt svar upp á, hvussu tað ávirkar ferðslutrygdina, at tey, sum taka koyrikort, og onnur, fara á skeið á koyritekniskari breyt.
Annars hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd áður mælt til, at ein slík breyt verður útvegað í Føroyum og ráðið hevur eisini verið við í arbeiðnum at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum.
Ætlanin við koyritekniskari breyt er, at bilførarar, undir tryggum umstøðum, kunnu royna síni evni í ymsum vandamiklum støðum, so sum at koyra í hálku og myrkri og at snara undan eini forðing við nógvari ferð.
Endamálið er at bøta um koyriførleikan hjá bilførarum og tað skuldi so aftur bøtt um trygdina hjá øllum í føroysku ferðsluni.

Onki svar
Men Brynhild Høgnadóttir sigur samstundis, at tað eru omgar ítøkiligar kanningar, sum vísa, at frálæra á koyritekniskari breyt minkar um talið á ferðsluvanlukkum og deyðum í ferðsluni.
Tvørtur ímóti vísir ein norsk kanning hjá Transportøkonomisk Institut, at vanlukkutalið hjá bilførarum, ið hava verið á hálkuskeiði, økist.
- At eingin nýggjari kanning vísir, at koyritekniskar breytir økja um ferðslutrygdina ger, at Ráðið fyri Ferðslutrygd í løtuni endurskoðar sítt tilmæli á hesum øki, sigur dagligi leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Av tí sama ber heldur ikki til hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd at siga nakað um, hvussu frammaliga vit eiga at raðfesta eina íløgu í eina koyritekniska breyt.
- Ein Koyriteknisk breyt er ein lutfalsliga stór íløga, staðfestir Brynhild Høgnadóttir.
Hinvegin staðfestir hon samstundis, at vit eiga ikki bara at hugsa um útreiðslur, men fyrst og fremst um samfelagsligu sparingarnar, bæði tær menniskjaligu og tær fíggjarligu.
- Kortini eiga vit at hava eina greiða ábending um, at breytin veruliga økir ferðslutrygdina, leggur hon afturat.
Og tað fer Ráðið fyri Fersðlutrygd nú at taka støðu til.
Annars hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd onga meiningg um, hvussu ein slík koyriteknisk breyt verður fíggjað og rikin, tí tað er ikki teirra málsøki.
Men tey meta í hvussu so er ikki, at tað bøtir um ferðslutrygdina at lata fólk sleppa at koyra kapp, tað veri seg undir tryggum umstøðum ella ikki.
Hon sipar til, at ein partur av hugsanini hjá landsstýrismanninum er, at uttanfyri vanliga arbeiðstíð kunnu ung og annars tey, sum hava hug at koyra skjótt, leiga breytina uttanfyri vanliga arbeiðstíð, so at tey kunnu íðka sítt ítriv undir tryggum umstøðum.
LES EISINI GREININA: Koyrivenjing kann vera ein følsk trygd
LES EISINI GREININA: Ger hálkubreyt og breyt til kappkoyring í Føroyum