Delta-menninir tendra ljós aftur í Sandoynni

- Vit vita, at teir arbeiða við einari loysn, og vit vita eisini, at teir áður hava tikið stór tøk.

Fríðhild Winther er forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun. Hon er ikki gomul í nevndini, men hevur verið limur í felagnum síðan stovnanina fyri stívliga 40 árum síðan. Fríðhild var á ungum árum eisini við til at stovna arbeiðskvinnufelagið.

 

- Eg havi arbeitt á fiskavirkinum í Skopun, síðan eg var 14 ára gomul, og nú eri eg 57. Tá børnini vóru smá, skiftust eg og ein onnur um at arbeiða hálva tíð, og so ansaðu vit børnunum hjá hvørji aðrari. Seinni um kvøldið vaskaði eg eisini á virkinum, og tað havi eg gjørt í tilsamans 37 ár.

 

Fríðhild Winther sigur, at tað vinnuliga var deydligt í Sandoynni, tá virkini lógu still kreppuárini fyrst í nítiárunum. Hon er sannførd um, at væl færri fólk høvdu búð í Sandoynni í dag, um Delta-menninir tá ikki høvdu reist virkini í oynni á føtur aftur.

 

- Tað vóru so nógv fólk, sum vóru knýtt at fiskaframleiðslu í Sandoynni, og kom virksemið tá ikki á føtur aftur, hevði verið lítið hjá mongum at verið her til. Teir, sum hava staðið aftan fyri virksemið hesi árini síðan, hava verið ógvuliga góðir fyri okkara oyggj.

 

Hon sigur, at tá virkini lótu uppaftur, blomstraði alt aftur, og tey sóu upp á stutta tíð, hvussu lív kom aftur í oynna. Fólk fóru at trívast, og fólk kundu aftur keypa. Hon heldur, at tað var ótrúligt at síggja, hvørja ávirkan hetta hevði.

 

Síðan tíðliga í vetur hevur aftur verið steðgur í fiskaframleiðsluni í Sandoynni. Lítið útboð hevur verið av fiski seinnu árini, og leiðslan aftan fyri virkið í Skopun hevur tikið eitt time-out fyri at finna út av, hvønn veg best er at fara.

 

Sum skilst, verður arbeitt við ymiskum møguleikum, men málið er at lata virkið í Skopun upp aftur so skjótt, sum grundarlag vísir seg at vera fyri framleiðslu.

 

- Aftur nú hava vit sæð, hvønn týdning fiskavirkið í Skopun hevur - ikki bara fyri bygdina í Skopun, men fyri alla oynna. Tey umleið seksti fólkini, sum hava verið knýtt at virkinum, eru úr meginpartinum av Sandoynni og slett ikki bara úr Skopun. Kanska eru tey fæstu úr Skopun og fleiri úr øðrum bygdum í oynni.

 

Hon sigur, at nakrar kvinnur, sum búgva inni á meginlandinum - kanska einar fimm í tali, tá tær vóru flestar - hava eisini ferðast um Skopunarfjørð til arbeiðis á virkinum í Skopun.

 

Forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini sigur seg hava fult álit á, at Delta-menninir fara at lata fiskavirkið í Skopun upp aftur, tá heystið fer at nærkast.

 

- Vit vita, at teir arbeiða við einari loysn, og vit vita eisini, at teir áður hava tikið stór tøk fyri at skapa vinnu í Sandoynni, sigur Fríðhild Winther við Samtak-blaðið, sum liggur í Sosialinum, sum kom í hvørt hús í dag.